Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 - Vit fegnast eisini um, at løgtingið hev­ ur samtykt upp­skotið um ein­skilj­ing­ina,og fara nú til verka saman við eig­ar­anum at fremja hend­an setning skjótt og væl, sigur Christ­ian Andreasen, nevnd­ arformaður í Atlantic Airways FLOGFERÐSLA Tíðindaskriv Atlantic Airways hevði að­alfund í farnu viku, har rokniskapurin var fram­lagd­ ur. Úrslitið fyri skatt var 23,6 milliónur krónur, og tað er tað besta í søgu felagsins. Úrslitið eftir skatt gjørdist 20,7 milliónir krónur sam­ a­nborið við stívar 14 mill­ i­ónur krónur árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur uppá 46 prosent. Landskassin fær eisini lut í yv­irskotinum, tí aðalfundurin hev­ur samtykt,eftir uppskoti frá nevndini, at rinda 10 mill­ iónir kr. í vinningsbýti. Talan er um sera stóran vøkst­ur í virkseminum, tí um­setn­ingurin vaks við heili 62 prosentum úr 234 mill­iónum í 2004 upp í slak­ ar 380 milliónur krónur í 2005. Virksemið vaks nógv bæði úti og heima. Inntøkur, sum stava uttanlands frá, vuksu úr 74 milliónum upp í slakar 129 milliónir. Hetta svarar til, at 36 prosent av inntøkugrundarlagnum ligg­ ur uttan fyri Føroyar og í ferðavinnuni. Mesti vøkst­ urin uttanlands stavar frá flúgv­ing í Noregi. Hóast búskapurin tóktist stagn­erandi stóran part av 2005, og felagið var stórt sæð einsamalt um all­an flutning­ in loftvegis mill­um ­ Føroy­ar og útlond, so var metstórur vøkstur á Før­oyaleiðunum. Mongu og spjaddu fráferðir­ nar sam­an við bíligari prís­ um og smidligari prísskip­an, eiga sín stóra lut í hes­um vøkstri. Nevnd og stjórn fegnast um tað góða úrslitið, og at tað samstundis hevur borið til at gera tað møguligt fyri føroyingar at ferðast oftari. Starvsfólkaliðið hjá Atlantic Airways, sum taldi 152 fólk í 2005 í mun til 111 árið fyri, eiga øll sín stóra lut í hesum. - Vit fegnast eisini um, at løgtingið hevur sam­tykt upp­ skot­ið um ein­skilj­ing­ina,og fara nú til verka saman við eigaranum at fremja hend­ an setning skjótt og væl, sig­ur Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantic Airways. Umframt nevnd­ar­for­mann­ in Christian Andreasen sita í nevndini Erlingur í Líða og Petur J. Eiriksson, sum eru valdir av landsstýrinum og Annika Jespersen og Heini Davidsen, sum starvs­fólk­a­ um­boð. Atlantsflog 10 mill. kr. í landskassan Christian Andreassen, nevnd­ ar­formaður í Atlantsflog Flogvinna Jan Müller jan@sosialurin.fo - Tað er sera gleðiligt, at tað gongur væl at tað gongur væl hjá Atlantsflog , og at teirra flúgvitímatal veksur ár fyri ár og úrslitið harvið eisini verður betur. At tey at hava latið tí almenna vinn­ ingsbýti er eisini prógv um, at Atlantsflog er á rættari kós sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, nú før­ oyska flogfelagið hevur av­gjørt at lata landskassanum 10 mill. kr í vinningsbýti. Landsstýrismaðurin vísir á, at nú Atlantsflog er farið inn í eina einskiljingargongd, har tey hava fingið skotið inn bæði hangar og tyrlu og eginognin tí eisini er vaksin nógv, merkir tað, at landið tann vegin heldur tað er skil­ a­gott, at felagi letur ein part av yvirskotinum sum vinn­ ings­býti til eigaran. Bjarni Djurholm heldur lyk­ il­in til at tryggja Atlantsflogi eina góða framtíð vera, at fel­ agið nú verður lutvíst priv­ at­i­ser­að. Í hesum døgum verð­ur ­ so lýsing send til bløð­ini, har søkt verður eft­ir ráðgevum at fyrireika søl­u­na av teimum 33% av Atlantsflogi. –Vit síggja hesa einskiljingargongd sum eina fortreyt hjá Atlantsflog at kunna kappast á jøvnum føti við eitt annað felag, sum føroyingar eiga. Annars kann At­lantsflog koma í ta støðu, sum tað var í gomlum døgum, har Atlantsflog verður tann stóri og FaroeJet tann lítli, og so kemur sympatiur fyri tí lítla. Tí er tað neyðugt at tryggja, at føroyingurin eig­ ur í Atlantsflog. Mánadagin byrj­ar Far­o­e­ Jet flúgving, og lands­stýr­ is­mað­urin ynskir felagnum eina góða framtíð. -Tað, sum er gott fyri borgaran, er eisini gott fyri samfelag­ ið. Har tað er kapping fær man eisini betri møgu­leika at staðfesta, hvat er rætti prís­­u­rin. Kappingin hev­ur al­tíð tað við sær, at tú sum borgari kanst velja. Tí er tað ser­stakliga gleðiligt, at vit nú fáa eitt felag, sum er kjølfest við føroyskum íleggjarum, so føroyingar eisini kenna seg heima í hesum felagnum. So­leiðis at vit fáa eina støðu í uttanlandsflúgvingini, har vit kunnu síggja fram til, at brúkarin kann velja ímillum Atlansflog ella FaroeJet. Atlantsflog á rættari kós Bjarni Djurholm, lands­stýr­ is­mað­ur, heldur lyk­il­in til at tryggja Atlantsflogi eina góða framtíð vera, at fel­agið nú verður lutvíst priv­at­i­ser­að Fríggjakvøldið fara tey undir nýtt tiltak í Bowlinghøllini í Havn BOWLING Bowlinghøllin í Havn hevur hvørt hóskvøld eitt tiltak, tey kalla »Reyða keylan«, og flest øll sum ganga í bow­ ling­hølllini vita, hvat hetta merk­ir. Komandi fríggj­a­ kvøld fara tey to at royna nakað nýtt. Tiltakið verður nevnt »Tann reyða keylan gongur leys í Bowlinghøllini«, og er hetta fyrstu ferð, at tílíkt verð­ur roynt í Føroyum. Tiltakið er ikki ókent í út­londunum, og hava gest­ ir­nir í want2bowl í Tå­st­r­up rættuliga tikið tiltakið til sín. Hugskotið sprett­ur úr ynskinum at seta futt í vik­u­ skiftini, og verður tað James Olsen sum kemur at standa fyri hesum partinum. James fer at ganga millum gestirnar og við sínum lætta lyndi koyrir hann á og setur stemningin í top. Eisini fer hann at avgera, nær teir ym­isku suprise vinningarnir, sum ætlanin er at luta út, kunna vinnast. Starvsfólkini í Bow­ling­ høll­ini eru spent til tiltakið og vóna at gestirnir taka væl ímóti hesum nýggja tiltaki. Reyða keylan gongur leys Stutt sagt Sunnudagin 14. mai kl. 15 fer Siloakórið undir leiðslu av Eyðun á Lakjuni at hava sang­løtu í Skúlahøllini í Trongisvági Limirnir í kórinum koma úr ymsum bygdum í Eysturoynni, men kórið hevur heimstað í Fuglafirði, og venjingarnar fara fram í samkomuhúsinum Sil­ oa. Kórið telur umleið 40 sangarar, har størri part­ur­ in er ungfólk. Á skránni hjá Siloa-kór­ inum er eitt rættiliga breitt úr­val av sangum. Tey syngja bæði nýtt og gamalt, bæði sálmar og lættari rútm­iskar sangir. Sungið verð­ur bæði við og uttan ljóðføri. Solosangarar verða Elisabeth á Lakjuni, Karlina Højgaard og Krist­ ina Bærendsen. Tey gleða seg nógv at koma til Suðuroyar ein túr og vóna at síggja nógvar suð­uroyingar til hesa sang­ løtuna sunnudagin 14. mai kl. 15 Í dag, 11. mai, hev­ ur Kristian Zac­h­ ariassen, granskari, fingið handað ”run­n­er up prize”, sum er ein virðisløn frá WWF, World Wildlife Fund Virðisløn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo vilmund@sosialurin.fo Kristian hevur fingið virð­is­lønina fyri arbeiði, hann hevur gjørt fyri at fáa sonevndu ”Flexi-rist­ ina” at rigga. Hetta er ein rist, sum skilir óynskta hjá­veiði av toski og upsa frá undir troling eftir svart­ kjafti. Arbeiðið, sum Kristian Zach­ariassen hev­ur gjørt, er í samstarvi við trolvirkið Vónina, Næra­ berg, Christian í Grótinum og felagið Nótaskip. Tað er játtanin til Fisk­ i­vinnuroyndir og nót­a­ skip­ini, sum hava fíggjað arbeiði við ristini. Fellir saman Virðislønin, sum Kristian hevur fingið, er skreytblað saman við 5.000 US-doll­ ar­um. Sum skilst, vóru 80 onn­ur úr eini 26 ymiskum lond­um í uppskoti til virð­ is­lønina. Kristian Zachariassen sig­ur, at fyrimunirnir við ”Flexi-ristini” er, at hon fellir saman, tá ið hon kem­ur á dekkið, og hetta er ein fyrimunur í mun til aðr­ar ristir. - Hetta ger, at ristin er løtt at arbeiða við, sigur granskarin, sum hevur fingið stóra heiðurin frá heimskenda felagsskapinum, WWF. Siloa-Kórið á Tvøroyri Í kvøld 11. mai verður kon­sert við bólki­num “Ygg­drasil” um­borð á sluppini Høganesi í Runavík. Umframt stovn­ ar­an av “Yggdra­sil”, Krist­ian Blak, ið spæl­ir klav­er í bólkinum, eru tónleikararnir á kon­­sert­ini hósk­vøld­ið Mik­ael Blak, bass, Heðin Ziska David­ sen, el-gittar, Brandur Jac­obsen, trumm ur, og Kári Sverrisson, sang og ­kassagittar. Tónleikurin, ið er á skránni, eru nýggj løg hjá bólkalimunum, okk­urt eldri verk hjá Krist­ i­ani Blak og løg, ið eru á fløguni “Risastova”, ið “Yggdrasil” gav út fyrr í ár. Konsertin hóskvøldið byrjar kl. 20. Yggdrasil umborð á Høganesi Kristian fingið WWF­ virðisløn fyri svartkjaftarist Kristian Zachariassen, granskari, vann í kappingini um WWF-virðislønina ímóti 80 øðrum fólkum úr eini 26 ymiskum londum