Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 7 Tað er niðurstøðan í PISA undan­ kann­ingini, har lesi­førleikin hjá føroyskum skúla­børn­ um var kannaður. Føroyar var partur av kanning har 32 lond luttóku, og endaðu næstaftast PISA-kanning Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Næmingarnir, sum luttóku í kanningini 7. september 2005, eru í dag 16 ára gaml­ ir og ganga í 10. flokki og fyrsta árið í miðnáms­ skúlunum. Í mun til kann­ ing­arnar, sum gjørdar eru í hinum londunum, so eru føroysku skúlabørnini eitt stað ímillum tríggjar og fimm mánaðir eldri enn hinir næmingarnir. Hetta tí ,at kanningarnar, sum gjørdar eru aðrastaðni eru gjørdar við skúlaárslok, meðan kanningin her á landi, var gjørd við skúlaársbyrjan - 7. september í 2005 - og kann tað, sum so nógv annað, hava havt ávirkan á endaliga úrslitið. Bert betri enn Brasil Tað var Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í menta­ málum, og Petur Pet­ ersen, aðalstjóri í Menta­ málaráðnum, sum greiddu frá kanningini. – Kanningini fer at skapa eitt stórt kjak í Føroyum um føroyska fólkaskúlan. Men tað er mín vón, at hetta verður eitt konstruktivt kjak, soleiðis at vit fáa okkurt skilagott burtur úr, segði landsstýrismaðurin. Av 32 londum eru Føroyar næstaftast í kanningini, har einans Brasil var verri fyri enn vit. Samanbera vit okk­ um við Norðurlond, so eru vit øgiliga nógv verri fyri enn tey. Finland fremst Sambært kanningini, so er tað í Finlandi, at næm­ ing­arnir eru best fyri. Jó­hannes Eli Iversen, fyrr­ verandi formaður í Føroya Lærarafelag, var við á tíð­ inda­fundinum, og hann segði, at finska skúlaverki var munandi øðrvísi enn tað føroyska, og at disiplinin var størsti munurin. - Eg havi vitjað á einum finskum skúla, og har valdaði ein heilt onnur virðing og disiplin fyri skúlanum, enn tað ger her. Hetta á ein positivan hátt, væl at merkja. Eisini er finski skúlin nógv betri fyri hvat undirvísingartilfari viðvíkur, segði Jóhannes Eli Iversen. Mamman størri týdning enn pápin Í kanningini kom fram, at bak­ grund foreldrana hevur stóran týdning fyri førleikan hjá næminginum. Hava for­eldrini onga útbúgving, so er tann næmingurin nógv verri fyri, enn næmingurin har annað forelduri hevur útbúgving. Í hesum saman­hangi varð eisini víst á, at mamman hevur størri týdn­ing fyri barnið enn hvat páp­in hevur. Fáir skúlar halda støðið At føroysku fólkaskúlarnir ikki liva upp til vónirnar, er ongin ivi um, eftir at kann­ ingin staðfesti, at vit bert eru eitt vet betri enn Brasil, hvat lestrarførleikanum viðvíkur. Men, at tað bert er ein før­ oyskur skúli, sum megnar at halda seg omanfyri tað, sum mett verður at vera nøktandi, er sera vánaligt. Ein føroyskur skúli helt seg omanfyri 500, sum var tað talið, sum var miðal fyri eitt nøktandi úrslit. Nakrir heilt fáir skúlar lógu beint undir, meðan restin lá langt niðanfyri. Hetta var galdandi, tá talan var um lestrarførleikan, og úrslitið var nakað tað sama, tá talan var um støddfrøði og náttúrufak. Í roynd og veru er støð­ an í fólkaskúlunum so mik­ið ring, at bert helvtin av næmingunum eru skikk­ aðir at fara undir eina mið­ námsútbúgving, vísti kann­ ingin. Helvtin keðir seg Helmingurin av føroysku skúla­børnunum keða seg í skúlanum. Hetta var ein onnur av niðurstøðunum í kanningini. Í samband vit hetta varð millum annað víst á, at ov nógv orka í før­ oyska fólkaskúlanum fer uppá tann veika næmingin, síðani heildina og síðst í røðini kemur tann dugniliga næmingurin. Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at hjá føroyska næminginum, loysir tað seg ikki at nýta meiri enn tíma lesing til skúlating um vikuna. Tað vísir seg nevniliga, at tann næm­ ingurin, sum brúk­ar tríggjar tímar, er so lítið betri fyri, enn tann, sum brúkar ein tíma, tí tann tíðin hann brúkar eyka uppá skúlating, ikki kemur til sín rætt í skúlanum. Landsstýrismaðurin skelkaður Jógvan á Lakjuni er útbúgvin lærari, og hann segði vita, at støðan í skúlunum ikki var góð. – Men eg má siga sum er, at eg var skelkaður, tá eg sá úrslitið av kanningini, greiðir landsstýrismaðurin frá. Á fundinum varð sagt, at í fyrstu atløgu eigur at verða umrátt, hvørt læraraførleikin er nøktandi,og hvørt undir­ vís­ingartilfarið í øllum læru­ greinum í Føroya lutfalsliga smáu skúlum er nøktandi. Her var eisini nomið við, at uppgávan hjá lærarunum í alt ov stóran mun, er at uppdraga næmingarnar, tí teir snøgt sagt ikki eru klárir til tað, skúlin eigur at kunna krevja av teimum, og tað gongur út yvir undir­ vísingina. Um vánaligu úrslitini eru tengd at teimum øðrvísi um­støðunum rundan um kanningina, fáa vit ikki svar uppá, fyrr enn úrslitið frá PISA2006 eru greinaðar. Úrslitið av hesum verður al­mannakunngjørt í des­em­ ber 2007. Føroysk skúlabørn duga sera illa at lesa Í Pisa-undankann­ing­ ini dumpar føroyski fólkaskúlin við einum bresti. Úrslitini eru so vánalig, at bert Brasilia er betur fyri í lesing, og vit liggja sum heild nógv lægri enn hini Norðurlondini. Rigmor Dam rigmor@skulin.fo Føroysku næmingarnir klára seg sera illa í náttúru­ fak­unum, men eisini lesing og støddfrøði eru úrslitini vánalig. Helvtin av føroysku næmingunum sigur seg keða seg í skúlanum, og ein 1/3 av næmingunum halda, at ov nógvur ófriður er í tím­ un­um. Helvtin av næmingunum eru so illa fyri, at teir eru ikki egnaðir til at taka eina miðnámsútbúgving. Hetta tal var 18 % í Danmark í PISA2000. Munur á skúlunum Vit prenta her partar av sam­ an­dráttinum av Pisa-und­an­ kanningini, sum sigur, at í Føroyum eru týðandi mun­ir á miðalstøðinum fyri skúlarnar. Smærri mun­ir eru í støddfrøði, með­an størsti munurin er í náttúrufaki. Í lesing og stødd­frøði bendir nógv á, at læraraførleikin eins og dygdin á undirvísingartilfari ikki altíð eru fullgóð, og at ein partur av næmingunum tí ikki fær fullgóða avbjóðing í lærugreinunum. Familjan týdning Fakligu testúrslitini hava samband við eina røð av næminga- og for­eldra­bundn­ um viður­skiftum av sosi­ alum, mentanarligum og áhugatengdum slagi. Hetta er kannað í sam­bandi við lesiúrslitini. Útbúgv­ing­ar­ støðið hjá bæði mammuni og pápanum spæla ein týða­ ndi leiklut, meðan tal av systkjum er uttan týdning. Afturat útbúgvingarstøðinum eru ávís viðurskifti heima hjá næmingunum, ið eru av týdningi fyri lesistøðið hjá við­komandi næmingum. Størsta mun ger foreldranna mentanarliga samskifti, men eisini tað útbúgvingarliga tilfeingið heima hjá næm­ inginum, materiella ríki­dømið hjá familjuni og mentanarligar ognir tykjast at ávirka á ymsan hátt. Mentanarliga virksemið hjá næminginum sjálvum og hvussu nógva tíð hann brúkar til heimaarbeiði hava eisini ávirkan. Trivnaður og sosial sambond Tá hugt verður eftir næminga­ trivnaði og teimum sosialu sambondunum, eru sera fáir næmingar, sum kenna seg uttan fyri hópin, og parturin av næmingum, sum kenna seg uttanfyri, er størstur mill­um teir næmingar, sum duga illa at lesa. Ein góður helmingur av føroysku næm­ ingunum sigur seg keða seg í skúlanum, og tað er heldur meiri, enn í Danmark. Einki reglubundið samband er ímillum keðsemi og lesistøði í Føroyum. Av føroysku næmingunum halda 11%, at larmur og órógv eru í øllum tímunum, meðan 23% halda, at larmur og órógv eru í teimum flestu tímunum. Talið á næm­ ingum, sum uppliva órógv er tó minni í Føroyum enn í Danmark. Lutfalsliga nógv­ur larmur og órógv hava samband við eitt lágt úrslit í lesing, og tað sama er at síggja í øllum øðrum londum í PISA. Frítíð og heimaarbeiði Á frítíðarøkinum er galdandi, at føroyskir næmingar eru eyð­­sýnt minni ídnir at gera heimaarbeiði í lærugreinini før­oyskum enn danskir næm­ingar eru í lærugreinini donskum. Eisini er tað so, at dreingir brúka munandi minni tíð til heimaarbeiði enn gentur. Teir næmingar, sum als ikki brúka tíð upp á heimaarbeiði í føroyskum, hava eisini tey vánaligastu lesiúrslitini í PISA. Sama ger seg galdandi í støddfrøði – har kortini ongar samanberingar eru gjørdar við PISA-úrslit, tí allir næmingarnir vórðu ikki kannaðir í støddfrøði. Í náttúrufakunum er talan um, at meira enn ein helvt av føroysku næm­ingunum ikki gera heima­ arbeiði, ein sera týðiligur munur, um samanborið verð­ ur við Danmark. Verður hugt eftir kynunum er myndin ein onnur enn í hinum báð­­ um lærugreinini, tí í náttúru­ fakunum eru dreing­irnir ídn­ari enn genturnar at gera heimaarbeiði. Lesivanar Føroyskir næmingar eru mun­andi minni lesivirknir í frítíðini samanborið við danskar næmingar. Eins og í øðrum londum eru dreing­ irnir minni lesivirknir enn genturnar. Viðvíkjandi hugi til at lesa, mótsett tí at skula lesa, er tað galdandi, at hugalesing er sjáldnari í Føroyum enn í Danmark, og vantandi hugurin at lesa er serstakliga galdandi fyri dreingirnar. Tá hugt verður eftir lesihuga, er eitt sterkt positivt samband ímillum hug og góð lesiúrslit í PISA. At lesa fagrar bókmentir er sjáldnari í Føroyum enn í Danmark. Smá 35% av før­ oysku næmingunum lesa ikki fagrar bókmentir ímóti 20% av teimum donsku, og skeivleikin millum kynini ger seg aftur galdandi her, eins og samband er við PISA lesiførleika. Fólkaskúlin dumpaður 32 lond vóru við í fyrsta PISA-umfarinum, “PISA2000”, sum við nøkrum smærri tillagingum er brúkt í PISA- Føroyum 2005. Í PISA-Føroyum 2005 luttóku 594 næmingar á 10. floksstigi ella í miðnámsútbúgvingum úr 24 skúlum. Felags fyri hesar næmingar er eitt nú, at teir, fram til juni 2005, gingu í 9. flokki í føroyskum skúlum. FAKTA Petur Petersen greiðir frá skelkandi úrslitunum í kanningini. Mynd: Álvur Haraldsen