Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 Fyri 15 árum síðani mistu gjáarfólk møgu­­leikan at fara til handils í heimbygdini. Nú leygardagin verður ein ætlan sett í verk, har hesin handilin - Debesar-handil – letur uppaftur. Ikki við matvørum og tílíkum, men við føroyskt framleiddum vørum, líka frá ísi, list og sápu til ullvørur og fløgur. Bygdahandil Orð/mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Gjógv: Tað er ein øgilig stákan her í einum av Gjáar­ túnunum. Uttanfyri gomlu sethúsini Niðri í Stovu standa mask­in­ ur, benkur og líknandi hvørt um annað. Inni í handlinum eru tveir mans til arbeiðis við tí elektriska, og á loftinum er ein annar maður í ferð við onkra innrætting. Og á flagtekjuni stendur ein maður við spaka og loysir bøkkar. – Nei, góði. Hóast hetta er tíðin til tað, so loysi eg ikki fløg til eina eplaveltu. Eitt takvindeyga skal verða her, sigur hann við einum brosi. Í somu løtu kemur ein bil­ur niðan í túnið. Ein ung kvinna kemur úr bilinum við nøkrum faldarum í hond­ ini. – Tað er hasa damuna, tú skalt tosa við. Hon veit alt um tað sum hendir her!, sigur maðurin á takinum. Kvinnan er Anita av Voll­anum, sum saman við manninum og øðrum góðum fólkum hevur sett sær eina spennandi ætlan fyri: At geva ferðafólki eina veruliga og góða uppliving, tá tey koma norður til Gjáar. Anita er útbúgvin ferða­ vinnu-merkonom, men hevur arbeitt sum sølufólk hjá Farodane. Nú er hon í farloyvi fyri at fremja hetta spennandi hugskotið í verki. Leygardagin skal tað setast í gongd. Eftir tað verður møguleiki fyri útferðum bæði á sjógvi og landi, og eisini fiskitúrum, har góðir møguleikar eru fyri veiðu. Niðri í Stovu verður somu­ leiðis ein lítil kaffistova, har tey vitjandi fáa minst tvey góð njótilsi: At fáa ein góðan og heitan drekka­ munn, og at kenna, hvussu væl heimabakaðar kakur smakka, tá tær verða borð­ reiddar uttandura. – Onkur hevur sagt, at 2/3 av øllum fremmandum ferðafólkum koma higar til Gjáar. Hesi skulu nú fáa eina góða uppliving, tá tey koma. – Men vit ynskja eisini at føroyingar skulu koma higar. Fyri tey verður handilin ein serstakur møguleiki at keypa føroyska framleiðslu á einum og sama staði, sigur ein bjartskygd Anita. Aftur til handils Í meiri enn 100 ár - rættari sagt 110 – var møguleiki hjá gjáarfólki at fara til hand­ils hjá keypmanninum í heimbygdini, sum byrjaði virksemið sítt so langt afturi sum í 1883. Hesin møguleiki hvarv fyri eini 15 árum síðani, tá avgjørt varð at lata handilin aftur. Hetta hendi um tað mundið, tá mvg’ið varð sett í verk. Síðani tá hevur bygdar­ fólkið verið noytt at fara av bygdini til handils, um tey ætlaðu keypa sær tær vør­ur­ nar, sum natúrliga hoyra til eitt húsarhald. Tað verða tey framvegis noydd at gera. Men í Deb­ esar-handli fær nú bygdar­ fólkið, vitjandi føroyingar og útlendingar eitt gott høvið at síggja og ikki minst ogna sær føroyskt framleiddar vørur av alskyns slagi. Anita og hennara fólk hava nevniliga lagt dent á, at fólk skulu kunnu keypa føroyskar vørur – og bert føroyskar vørur! – í handlinum. Tey vitjandi fáa her møgu­ leika at keypa vørur, ið fevna um ull, keramikk, ís, vatn, fløgur, list og enntá føroyskt framleidda sápu. Hetta er bara fyri at nevna nakað av úrvalinum. – Vit vilja fegin vísa á alt tað, sum er føroyskt og tað í einum gomlum umhvørvi, sigur Anita. Tey fara tí at hava tey gomlu amboðini standandi frammi, sum m.a. vórðu brúkt at viga við eins og tær gomlu skuffurnar. Fyrr goymdu hesar skuffur mjøl, sukur og annað tílíkt. Í dag eru tær fyltar við nú­ tíð­ar klæðum og vøkrum prýð­islutum, sum fólk hava møguleika at keypa. Stólpar og vatnglas Hetta við sjálvum Debesar- handlinum er tó bert ein partur av nýggju og spennandi ætlanini við Gjógv. Ætlanin er nærri lýst á heimasíðuni gjogvadventure.fo. Ætlanin er somuleiðis at geva fólki møguleika at síggja og uppliva ta føroysku náttúruna og føroyskan sjógv og fjørð. Á skránni í summar verða túrar bæði til fjals og til havs. Tá talan er um gongu­túr­ arnar so verða hesir ikki gjørdir saman við ferða­ leiðara. Fólk kunnu ístaðin keypa sær eitt ferðakort í Debesar-handli, har rásin tey skulu ganga eftir er merkt. Á henda hátt kunnu fólk ganga túrin, soleiðis sum tey sjálvi ynskja tað. Í hesum sambandi hava tey sett upp stólpar ymsastaðni við ymiskum áhugaverdum upplýsingum um staðið sjálvt ella tað, tey kunnu eygleiða hagani. Her kann t.d. verða greitt frá fuglalívi, sagnum og staðarnøvnum. Ein av hesum stólpunum stendur Uppi á Hálsi, tey nevna. Á hesum staði er frálíkt útsýni, men har finst kortini eitt annað sermerki - ein kelda við frískum vatni. Henda keldan hevur frá gamlari tíð verið eitt hvíldarstað hjá fjallmonnum. Skipanin var hon, at tann yngsti av monnunum bjóðaði hinum eldru ein leskandi vatnsopa við einum glasi, sum lá í kelduni, - og liggur har enn. Henda møguleikan skulu ferðafólkini somuleiðis fáa, tó við einum glasi sum tey fáa við sær til ferðina. Ein slíkur gongurtúrur verður tí eitt serstakt høvi hjá fólki at ganga og upp­ liva føroysku náttúruna, sam­ stundis ein partur av søgu okkara verður sagdur. Vís veiða Tá vit vitjaðu við Gjógv fyrra­partin í gjár var, sum longu nevnt, mikil stákan í túni. Samstundis við hetta vóru menn til arbeiðis í Kollafirði við at rigga tann bátin til, sum skal gera tær mongu út­ferðirnar. Ætlanin er at gera bæði útferðir og túrar fyri tey, sum hava áhuga at royna fiski­ eydnuna. Báturin kemur at liggja í gjónni við Gjógv. Nærhendis bygdini finnast nógv vøkur støð, sum taka seg sera væl út “from the seaside”. Millum hesi støðini eru Búgvin, norðanvert bygd­ ina og ikki at gloyma Risan og Kellingina. Hinvegin finst eitt rætti­ liga góð hýsumið beint út frá bygdini. Hagar er ætl­ an­in at leita við teimum, sum hava áhuga fyri tí, og sum haraftrat kunnu vera rættiliga vís í at koma aftur við veiðu. – Vit høvdu hug at royna okkurt nýtt. Og hví ikki bjóða ferðafólkunum nakrar góðar upplivingar, meðan tey eru her í bygdini?!, sigur Anita. Og tað hevur so sanniliga rætt í! Lív skal aftur í tann gamla handilin Her í hugnaliga túninum Niðri í Stovu verður kaffistovan hjá Anitu. Við borðini fáa eini 20 fólk sitið samstundis og notið ein drekkamunn. Verður ov kalt kann ein terassuhitari setast til, ella fólk kunnu fáa teppir útflýggjað! Inni í tí 120 ára gamla handlinum verður nú eitt breitt úrval av føroyskt framleiddum vørum at fáa - alt frá list, ull, fløgum og til taskur, jakkar og mangt annað