hósdagur 11. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11. - 14. mai 2006
Tað verður serliga
fiskavirkisvinnan í
Suðuroy, sum verður
meint rakt, um
lemmatrolararnir
verða lagdir
permanent – ella
ávísar partar av
árinum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Flestu loyvini hjá djúp-
vatnstrolarunum eru knýtt at
Suðuroynni, og tí fer tað at
hava álvarsligar fylgjur fyri
fiskavirkisvinnuna í oynni,
um hesin annars so fleksibli
floti fer fyri bakka.
Høgu – og møguliga
hækkandi – oljuprísirnir eru
nú við til at máa grundarlagið
undan hesum partinum av
flotanum.
Summi skip eru betur
fyri, onnur eru verri fyri,
men sum heild, er ógvuliga
torført hjá lemmatrolarunum
at fáa endarnar at røkka.
Felagið Lemmatrolarar
hevur vent sær til Bjørn
Kalsø, landsstýrismann, fyri
at røða um, hvat møguliga
kann gerast.
Reiðaríini, sum eiga djúp-
vatnstrolararnar, umhugsa at
leggja skipini ávísar partar
av árinum, tá ið lønsemið er
ringast – og útilokað verður
heldur ikki, at ein partur av
flotanum kann verða lagdur
permanent, um betri lønsemi
onkusvegna ikki fæst í hesa
vinnu.
Flestu lemmatrolararnir
leggja veiðina upp í Hvalba
og á Tvøroyri og fiskurin,
tey føra til lands, er
høvuðsgrundarlagið undir tí
arbeiði og teirri vinnu, sum
er á hesum virkjum.
Trupla
støðan
hjá
hesum veiðibólki kann
skjótt koma at merkjast
hjá fiskavirkisvinnuni í
Suðuroy.
Djúpvatnstrolararnir hava
alt avgerandi týdning fyri
fiskavirkisvinnuna í Suðuroy
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Hetta er ein
fleksibul veiðibólkur
við stórum rásarúmi,
bæði á havinum
og umborð. Sum
gongdin er, er ikki
óhugsandi, at skipini
verða løgd ein part av
árinum, sigur Mikkjal
Hammer, skipari á
djúpvatnstrolaranum,
Steintóri í Hvalba
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tilsamans 13 lemmatrolarar
hava
loyvi
at
veiða
undir Føroyum. Hetta
eru lutfalsliga stór skip,
sum trola eitt og eitt. Tað
merkir, at tey partrola ikki.
Fyrimunurin við partroli
hjá ísfiskatrolarunum er, at
skipini spara olju, samstundis
sum fiskiskapurin roynist
væl.
Í sínari tíð var blá-
longa, kongafiskur og
svartkalvi
álitið
hjá
djúpvatnstrolarunum, men
veiðimynstrið er brott,
soleiðis at ein stórur partur
av veiðini hjá hesum skipum
nú er upsi.
Upsaprísurin var vánaligur
ein stóran part av árinum í
fjør, men nú er prísirun á
einum líkinda støði.
Støðan trupul
Soleiðis, sum gongdin
hevur verið við hækk-
andi
oljuprísum
og
minkandi fiskiskapi eftir
djúpvatnsfiski, er raksturin
hjá fleiri djúpvatnstrolarum í
dag vorðin rættiliga tungur.
Teir, sum eiga hesi skipini,
hava verið á fundi við Bjørn
Kalsø, landsstýrismann
í fiskivinnumálum, um
ymiskar møguleikar til
tess at bøta um rakstrarliga
grundarlagið hjá hesum
skipabólki.
Mikkjal Hammer, sum er
skipari og ein av eigarunum
av Steintóri í Hvalba, sigur,
at teir, sum eiga hesi skip,
ynskja ein fund aftrat við
landsstýrismannin.
– Sjálvur var eg ikki við á
seinasta fundi, men ymiskt
er frammi um, hvat gerast
kann.
Hann sigur, at støðan
hjá djúpvatnstrolarunum er
eitt sindur ymisk í løtuni
– alt eftir, hvussu støðan
hjá feløgunum, sum eiga
hesi skip, er.
– Men tað er greitt, at
eingin kann í longdini reka
vinnu, sum ikki hongur
saman, sigur Mikkjal.
Fleksibul floti
Skiparin
vísir
á,
at
djúpvatnstrolararnir eru ein
fleksibul skipabólkur, og tí
heldur hann, at tað hevði
verið ógvuliga harmiligt, um
hesin parturin av føroyska
fiskiskipaflotanum fór fyri
bakka.
– Jú, hetta er ein fleksibul
veiðibólkur við stórum
rásarúmi, bæði á havinum og
umborð. Men sum gongdin
er, er ikki óhugsandi, at
skipini verða løgd ein part
av árinum.
Mikkjal vísir á, at
árstíðirnar eru ymiskar, men
hesi viðurskifti eru eisini
skiftandi. Árini eru ikki altíð
eins í so máta.
– Vanliga plaga vit at
siga, at várið og heystið er
hampilig fiskitíð. Veturin er
mangan harðbalin, men tá
eru prísirnir oftast hampiliga
góðir. Um summarið kann
eisini vera væl at fáa, men tá
plaga fiskaprísirnir at fella.
Soleiðis er torført at siga,
hvør árstíð roynist best – og
hvør roynist ringast.
Skiparin heldur, at tað
hevði verið ein stórur
missur
fyri
føroyska
fiskivinnusamfelagið, um
lemmatrolararnir fóru fyri
bakka.
– Vit kunnu fiska á djúpum
vatni, har partrolaraflotin
hevur
nógv
minni
møguleikar at fáa fatur á
djúpvatnsfiski, og vit kunnu
fiska á fjarleiðum, um tann
møguleikin býðst.
Mikkjal vísir á, at
djúpvatnstrolarar enntá
hava verið á ísfiski í
Barentshavinum, og tað bar
væl til, sum hann tekur til.
– Henda veiða varð førd
heim til virkingar í Føroyum,
leggur hann aftrat.
Ymiskir møguleikar
– Umboð fyri lemma-
trolararnar hava tosað við
landsstýrismannin
um
ymiskar møguleikar, og í
hesum sambandi hevur eisini
verið tosað um møguleikan
við partroli, sum hevði
spart okkum fyri ein part av
oljuútreiðslunum.
Hann dugir ikki at
síggja, at nakað í lógini
um vinnuligan fiskiskap
forðar lemmatrolarunum í
at partrola.
– Landsstýrismaðurin
hevur víst á, at verður
loyvi givið til partrol
við
lemmatrolarum,
fer
veiðimynstrið
at
líkjast mynstrinum hjá
partrolarunum
annars.
Landssstýrismaðurin hevur
eisini víst á, at lemma-
trolararnir ikki eru við í
skipanini við fiskidøgum.
Men vit halda ikki, at
hesi viðurskifti eru nøkur
forðing, um reiðaríir vildu
gjørt royndir við partroli.
Mikkjal vísir á, at
djúpvatnstrolarin í Hvalba,
Sjagaklettur, í eina tíð
hevur partrolað saman við
Baki, nú Stelkur hevur ligið
á Skála Skipasmiðju síðan
eldsbrunan.
–
Fiskiskapurin
hjá
partrolarunum yvirhøvur
hevur verið lakari í seinastuni,
og tí hevur henda tíðin ikki
givið fullgóða mynd av, um
tað kanska hevði loyst seg
at lagt um til partrol hjá
djúpvatnstrolarunum.
Hann sigur, at reiðaríið
hjá Sjagakletti enn ikki
hevur eftirmett hesa tíðina,
síðan teir fóru at partrola við
Baki.
– Vit eru í hvussu er
greiðir yvir, at soleiðis sum
gongdin er, verður neyðugt
at fáa meira fyri hvønn
litur av olju, vit brúka. Jú,
dýrari oljan verður, tess
verri gerast útlitini fyri
hesa vinnu, um eingi stig
verða tikin til bata. Sum er,
er tað ómetaliga strævið hjá
okkum at fáa raksturin at
hanga saman, sigur Mikkjal
Hammer, sum heldur tað
ikki vera óhugsandi, at
lemmatrolararnir koma at
liggja meira í framtíðini.
– Umboð fyri lemmatrolararnar hava tosað við landsstýrismannin um ymiskar møguleikar, og
í hesum sambandi hevur eisini verið tosað um møguleikan við partroli, sum hevði spart okkum
fyri ein part av oljuútreiðslunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Høgu oljuprísirnir
hótta lemmatrolarar
Mikkjal Hammer, skipari á
Steintóri, heldur, at tað hevði
verið ein stórur missur fyri
føroyska fiskivinnusamfelagið,
um lemmatrolararnir fóru
fyri bakka
Mynd: Áki Bertholdsen
Suðuroyggin knýtt at djúpvatnsvinnuni