Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 Føroysku fótbóltsdómararnir hava rættiliga verið í andglettinum fyrsta góða mánaðin av Formula- kappingini í ár. Við einum alsamt øktum fokus frá miðlunum á fótbóltin, kunnu sjálvt minstu mistøkini ella ivamálini gerast til stórhendingar, sum hvør í sínum lagi hava avgerandi ávirkan á dystirnar – og í seinasta enda stigatalvuna. Í ávísan mun tykist tað tó, sum verður eitt økt fokus frá miðlunum tikið hálvgum illa upp av fótbóltinum sjálvum. Heldur enn at gera sær dælt av hesum og profilera seg enn meira, sær í ávísum førum út til, at fótbólturin ynskir miðlarnar, har piparið grør, tá fokusið verður ov negativt. Fokus er bæði positivt og negativt, og verður arbeitt á rættan hátt við ymsu lutunum, eigur fótbólturin at kunna brúka hetta at kalla einvíst positivt. Sjálvandi tænir tað ikki nøkrum endamáli í sjálv­ um sær, um mistøk – sum jú altíð vilja koma fyri – ferð eftir ferð verða eksponerað. Hinvegin gevur nú góðtikna nýtslan av sjónbondum so sanniliga eisini fótbóltinum eitt sera gott amboð at arbeiða við. Ikki minst, tá ónollur av ymsum slag skulu lúkast burtur úr føroyska fótbóltsheiminum. Tá menn ferð eftir ferð sýna atburð, sum avgjørt ikki kann bólkast undir »góður ítróttasiður«, er tað upplagt, at hetta skal fáa fylgjur, og vónandi vísur FSF seg eisini sína uppgávu vaksið í so máta. Og so sanniliga eisini hinvegin, tá tað í einstøkum førum er upplagt, at spælarar verða reinsaðir fyri tað leikbann, sum ein órættvís útvísing kann bera við sær. Nú nýtitulereaði forsetin í FSF er komin almen út við áheitan um, at fótbóltsdómarum verður sýnd virðing, kunnu vit sum so bara taka undir við, at hendan skal sýnast. Men tað skal leggjast afturat, at tann virðing fæst ikki, um partar av spælinum verða friðaðar sum heilagar kýr. Allir partar – spælarar, dómarar, FSF, áskoðarar og fjølmiðlar – eiga at virka við virðing fyri hvørjum øðrum. Og er talan um atfinningar, sum kunnu brúkast konstruktivt, so eiga hesar eisini at verða tiknar við. Men tað krevur so eisini, at ósakligu atfinningarnar, sum eisini eru, verða lúkaðar burtur. Nústaðni tá kunnu vit siga, at allir partar av fótbóltsfamiljuni virka við virðing fyri hvørjum øðrum. DAGSINS MEINING Sosialurin Virðing báðar vegir VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nú Norðoyatunnilin er latin upp og koyrandi til allar tær stóru oyggjarnar við und­an­ taki av Suðuroynni, hava før­­o­y­ingar í túsundatali nýtt gott av hesum frágera góðu møguleikunum at ferðast í egnum landi. Skilagóða upp­lati­ng­ar­ gáv­an um ókeypis koyring gjøgnum tunnlarnar báðar sam­an við at landsstýrið og løgtingið góvu øllum før­oy­ ingum møguleika at ferðast ókeypis við Strandferðsluni lat upp fyri einum nýggjum møguleika hjá føroyingum, ungum sum gomlum, at ferð­ ast í egnum landi. Ongantíð munnu før­oy­ ing­ar, bæði norðoyingar og suðuroyingar, hava ferðast so nógv sum hesa ókeypis flutningsvikuna. Fólk hava kunna ferðast úr Sumba og norður til Viðareiðis, vest­ur í Vágar og annars har sum náttúra, familja og kenningar, saman við lokk­ andi handilstilboðum, hava drigið tey til. Hóast tað ikki skuldi ver­ ið neyðugt bert at ferðast í egnum landi hesa einu vik­ una um árið, so haldi eg at øll tiltøkini og áhugin bæði norðanfjørðs og sun­n­an­ fjørðs fyri soleiðis at ferðast í egnum landi, eigur at gerast ein fastur táttur árliga. Samstundis sum norðaru oyggj­arnar hava fingið so gott vegasamband, síggi eg fyri mær stórar ferð­a­vinn­u­ møguleikar fyri tær oyggj- arnar sum siglandi er til. Ser­ stakliga hugsi um teir møg­ u­leikar sum Suðuroyggin hevur fyri at selja seg sum ferð­a­vinnu­oyggj, og har bestu møguleikar eru fyri at halda internatskeið av øllum hugsandi slag. Um Suðuroyggin ikki hev­ ur allar neyðugar umstøður til hetta í løtuni, so kann við einum miðvísum arbeiði gjøgn­um kommunur, kunn­ing­ar­stovur og fólki ann­ars skjótt setast í verk tiltøk fyri at bøta um hetta. Við einari oyggjasemju kann Suðuroyggin, við sín­um frálíka sambandi til meginlandið, gera sær dælt av at verða oygg­in, har ferðafólk ella skeið­lut­ tak­arar kunnu fáa bæði nátt­ úr­uupplivingar og annars hava bestu umstøður til sítt virksemi. Ferðast í egnum landi Jákup danielsen 9. mai 2006­ Í aftursvari til skriv frá Mask­­­in­meist­ara­fel­ ag­­­n­um mán­a­dagin nevnir Men­­­t­­a­mál­­­a­rá­ð­ið, “at nakr­ir fáir l­­æ­r­­­­­­ara­r, ið undirvísa á ­maskinmeistaraútbúgvingin i, eru ó­nøgd­ir við tað, sum er farið fram í sam­bandi við flytingina...” Á aðalfundi í okk­ara fak­ felag 28. mars 2006, Fel­ag­ið mask­­in­meist­ar­a­lær­ar­ar, varð yvirlýsingin einmælt sam­ tykt. Eis­ini teir lærarar, sum ikki høvdu høvi at vera á að­ a­l­fundinum, taka fult undir yv­­ir­lýsingini. Sostatt er ­umd­ ir­­­tøkan 100 %. Tað undrar okk­um, at Mentamálaráðið fer í fjølmiðlarnar við slíkari útsøgn, uttan fyrst at venda sær til okkara felag. Yvirlýsingin var so­ljóð­ andi: Aðalfundurin heitir á leiðslu skúl­ans og Menta­mál­ a­ráð­ið at flyta und­ir­vís­ingina til maskinmeistaraprógv nið­ an aftur í bygningin undir Krákugjógv innan 1. august 2006. Vit halda ikki at ­um­støð­ur­ nar hjá teim­um lesandi eru nóg góðar í Nóatúni í mun til tær frálíku umstøður, sum vit høvdu áðrenn flytingina í august 2005. Vit heita eisini á ­lands­stýr­ is­mannin í mentamálum at svara okkum upp á teir fýra spurningarnar í opna bræv­ i­num, dagf. 23. februar 2006. Enn er onki svar komið frá lands­­stýr­is­­manninum. Vit eru altíð til reiðar at koma á fund við Mentamálaráðið um hetta álvarsmál, møg­u­ liga saman við Mask­in­meist­ ar­a­felagnum. Full undirtøka fyri yvirlýsing Felagið Mask­in­meist­ar­ alærarar Søgan um at menna eina før­oyska flogvinnu, sum varð í blaðnum í gjár, fekk av misgávum eina mis­­vísandi yvirskrift á for­ síð­­uni. Talan er ikki um at útbúgva flogskiparar í Føroyum, sum les­ar­in kundi fáa fatan av við fyrsta eygnakast men at fáa útbúgvið før­oying­ a­r til flogskiparar sum heild í framtíðini, har møg­uleikar eru til tess, so­leiðis at hesir kunnu vera grundarlagið undir menning av flogvinnuni. Blaðstj. Misvísandi yvirskrift Ársaðalfundur felagsins varð hildin tann 23. apríl. Nevnd­­in hevur skipað seg soleiðis: Sigrún Mohr, for­mað­ur, Sofus Joensen, næst­for­ mað­ur, Randi Absalonsen, kass­a­meistari, Siborg Arge, skriv­ari og Erna Háberg, nevnd­arlimur. Tiltakslimir eru: Unna Næss Petersen og Joan Ár­ting. Alzheimerfelagið havt aðalfund