Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 11 Nú er skjótt nóg mikið av tíð og orku brúkt uppá at hyggja afturlítandi – stundin er komin at hyggja fram. Tó vil eg enda hetta kjaki við hes­um viðmerkingum. Tjóðveldisflokkurin sat í 6 ár og í allarbestu búskapartíð við ábyrgdini av at loysa høl­ is­tørvin hjá tekniskaskúla, handilsskúlanum og stud­ ent­­a­skúl­anum ­í Havn. Onki kom burturúr – eyð­sæð er nú, at hetta skyld­ast ­inn­­an­ hýsis klandri í Tjóð­­veld­is­ flokkurin um skúl­a­depilin í Marknagili. Nú er málið tikið úr hond­ um tjóðveldisflokksins og loyst. Tjóðveldisflokkurin sat við politiska valdinum í ment­amálum í 6 ár. Talan er um 6 feit búðskaparlig ár, og talan er um eina tíð, har hølisviðurskiftini hjá tekniska skúla, hand­ils­skúl­ anum og stud­ent­a­skúl­anum vóru kaotisk. Onki kom burturúr, og hølisviðurskiftini til mið­ náms­útbúgvingar í Havn eru av somu orsøk út av lagi vánalig. Avleiðingin er, at eitt stórt tal av næmingum ikki sleppa inn á skúlarnar at nema sær ætlaða út­búgv­ ing. Hetta er vónandi tað, sum nívur tjóðveldisflokkin í­dag. Tey, sum hava fylgt við skúladepilsmálinum, kunnu síggja, at orsøkin fyri at onki kom burturúr hesi 6 ár einamest skyldast inn­an­ hýsis klandur í ­Tjóð­veld­ is­flokkinum. Klandur um hvør skúli skal inn í depilin í Marknagili, hvussu skúlarnir skulu skipast, hvussu teir skulu fíggjast o.s.v. Fólkaflokkurin hevur í hvussu so er gjørt sítt, fyri at miðnámsskúlarnir skuldu fáa sín tørv nøktaðan. Nú er so málið um skúl­a­ depilin í Marknagili tikið úr hond­um Tjóðveldisfloksins og loyst. At Tjóðveldisflokkurin pol­itiskt kann liva við eini O-loysn er sjón fyri søgn. Men fólkaflokkurin hvørki kann ella vil góðtaka slíkt. Tó skal eg takka teimum 3 tjóðveldistingfólkum, sum til 3. viðgerð atkvøddu fyri skúlabyggingini í Markn­ agili. Ein lýsing og ikki eitt projekt Í eini roynd at vísa á, at ikki heilt onki kom burturúr, tá tjóðveldisflokkurin sat við ment­amálum, hevur Annita á Fríð­riksmørk fleiri ferðir víst á, at eitt fullfíggja projekt fyr­ i­lá, tá henda samgonga tók við, og alt var klárt at byrja. Eisini her fer Annita lætt um sannleikan – talan er um eitt skitsuprojekt, sum lýsir hølistørvin hjá skúlunum. Projektið var hvørki ark­ i­tektoniskt, tekniskt ella búðskaparliga gjøgn­um­ar­ beitt. Talan var og er um eina lýs­ing av skúlatørvinum hvørki meir ella minni. Fyrireikingararbeiðið er tó á ongan hátt burturspilt. Sjálvt um studentaskúlin ikki er við í fyrsta umfari, so er samtykt, at ætlanin skal taka hædd fyri,at hesin kann flyta inn í depilin í Markn­ agili seinni. Trætar við seg sjálvan Tað kennist eitt sindur løgi at tjóðveldisflokkurin, sum varðar av lógini Yrkisskúlar frá 1998, trætar við seg sjálv­ an, um lógin sum er gjørd til yrkisskúlar skal brúkast til yrkisskúlar. At ein kann gera sær so stórar trupulleikar er ófatiligt. Um vit lesa lógartekstin og viðmerkingarnar, so síggja vit, at lógin er býtt upp í 6 kapitlar. Kapitlarnir umfata : Góðkenning av yrkisskúl­um, leiðsl­­uviðurskifti, stuðul, rokn­­skapur ­og grannskoðan, yms­ar ásetingar og gild­is­ setan. Eitt væl greinað lóg­ ar­verk, sum saman við við­ merk­ingunum greitt lýsir, at júst henda lógin er gjørd til endamálið – nevnliga at fíggja sjálvsognarstovnunum sum byggja og reka yrkis­ skúlar í Marknagili. Enntá er lógin soleiðs orð­ að, at hon tekur hædd fyri, at kommunan kann luttaka í verkætlanini. Og hetta verður neyð­ugt, um byggingin skal gerast veruleiki. So meðan Tjóð­veld­is­flokk­ ur­in trætar við seg sjálvan um yrkisskúlalógin kann brúk­ast til yrkisskúlar ella ikki, byggja vit skúladepil í Marknagili. Seinasta hondgranatin Undir viðgerðini í tinginum fann tjóðveldisflokkurin eitt nýtt politiskt vápn at steðga depilsætlanini. Karsten Han­ sen hevði funnið út av, at byggingin kom at kosta mun­ andi meira, um bygt varð eft­ ir lógini um yrkisskúlar. Víst var á, at bank­a­ráð­ gev­a­rar høvdu roknað út, at rentukostnaðurin kom at verða einar 60 – 70 mill. krón­ur størri enn neyðugt. Tjóðveldisflokkurin brúkti ein heilan seinnapart at føra henda pástand fram. Eftir tógv­­ið ­stríð eydnaðist at sann­ føra tjóðveldistingfólk um, at talan varð um ein roknifeil uppá útvið 50 mill - alt eftir hvussu nettorenturoknstykki sær út. Ein kann undra seg yvir, hví so kreativur rokniháttur skal hálast úr skuffuni – men tá vanlig argumentir ikki røkka longur - verður í neyðini so nógv nýtt. Samanumtikið kann sig­ ast, at skúladepilin í Markn­ a­gili ikki hevur styrkt um trúð­virði hjá Tjóðveldis- flokk­­inum, og eg havi ilt við at síggja, hvat endamálið hjá flokkinum er, men fakta er, at øll stig tikin av tjóðveldisflokkinum í hes­ um máli - vildu for­kom­ið skúladeplinum í Markn­a­ gili. At Sjálvstýrisflokkurin og Mið­flokkurin eisini vendu skúladeplinum í Marknagili bakið er at harmast um, men frá teimum varð ikki roknað við so stórari hjálp. “Tavshed er guld” Haldi als ikki at Finnur Helms­ dal er Havnini fíggindaliga sinn­aður – tvørturímóti. Tó koma vit ikki utt­an­ um, at Finnur – eins og floksfelagar hansara - í hesum málinum um skúl­a­ dep­ilin í Marknagili, ikki hava verið positivir. Sjálvsagt skal ein ting­mað­ ur hava eina meining um flest øll mál, men um ein ikki er nóg væl kunnaður um málið – ber til at vera meira varðin. Tað haldi eg, at Finnur skuldi hugsa um tá hann – mitt undir viðgerðini av skúl­ a­byggingini í Marknagili - valdi at stuðla Tobba í at flyta Tekniska skúla til Klaksvíkar. Kanska var betri at tagt – ella ? Hetta verða seinastu við­ merkingar mínir um skúl­a­ dep­ilin í Marknagili á hesum sinni – nú er at hyggja fram og brúka teir møguleikar, sum løgtingslógin nr 112 frá 5. mai, 2006 hevur givið okk­um. Tá ein politiskt livir við og av eini 0-loysn VIÐMERKINGAR løgtingsmaður Poul Michelsen Hesa seinasta tíðina hevur av álvara verið varpað ljós á viðurskifti og umstøður hjá teimum, sum vegna skerd­ar førleikar hava tørv á almennum fyriskipanum bæði til arbeiði og til bústað. Við ráðstevnum, fyri­ lestr­­­u­m, blaðgreinum og lýs­ingarátøkum hava fel­ ag­skap­ir gjørt eitt stórt ar­beiði til tess at vísa á, at nógv er eftir at gera fyri at tryggja øllum eitt pláss á arbeiðsmarknaðinum. Eis­ ini hevur verið víst á, at bú­staðarmøguleikarnir hjá fólki við skerdum førleikum sum heild eru ov vánaligir. Sum stjóri á Al­manna­ stovuni fegnist eg um, at hesi evni verða tikin upp, tí henda við­gerð er neyðug. Øll kunnu vit koma fyri hendingum, sum fullkomiliga broyta okk­ara umstøður og møg­u­ leikar at virka og liva sjálv­ bjargið í samfelagnum. Onn­ur eru fødd við skerdum virkisevnum likamliga og/ ella sálarliga. Arbeiði og bústaður eru sera týdningarmiklir partar av sjálvsvirði hins einstaka, og semja er um, at í Føroyum skulu øll hóast skerdar før­leikar hava møguleika fyri arbeiði, útbúgving og bústaði, sum í mest ­møg­ u­ligan mun eru tillagað í­tøkiligu umstøðunum hjá tí einstaka. Til tess at røkka hesum mál­um eru settar í verk fleiri almennar skipanir. Al­mannastovan umsitur nakr­ar teirra, eitt nú end­ur­ búgv­ingarstuðul og skipan av vardum størvum. Tá um bústaðarviðurskifti við­víkur, so umsitur Hjálp­ar­tólamiðstøðin, sum er stovnur undir Al­manna­stovuni, stuðul til bústaðarbroytingar. Tá umstøðurnar hjá teim­ um, ið hava skerdar førleikar, verða settar á dagsskránna, verður samstundis ofta funn­­ist at Almannastovuni. Tó at fleiri sólskinssøgur eru at finna, so verður ofta víst til ítøkilig dømi um per­ sónar, sum kenna seg illa við­farin av ­ almannaverki­ num. Lagt verður eisini eftir ar­beiðinum hjá starvsfólki á stovninum, ið antin ikki duga ella skilja veruligu støðuna hjá viðskiftafólkinum, sum tí metir seg ikki fáa tað neyð­ ugu hjálpina. Almannastovan er ikki lýtaleys, treyðugt so, men eg haldi, at atfinningarnar móti starvsfólkunum ikki al­tíð eru rím­i­ligar. Almanna­ stov­an kann sum aðalregla ikki gera viðmerkingar til í­tøkilig persónsmál alment, og avleiðingin av hesum er, at tá ið mál verða tikin fram í fjølmiðlunum, so verður bara onnur síðan av søguni lýst. Hetta fær tó ikki verið stórt øðrvísi. Fyri 5-6 árum síðan fór Al­mannastovan undir eina miðvísa ætlan at menna all­ ar tættir í umsitingini. Saml­ aða tænastustøðið skuldi hækkast, og sum liður í hes­ um vórðu umfevnandi bygn­ að­ar­broytingar framdar á stovn­i­num til tess at koma nærri borgarunum. Skipað varð fyri førleikamenning av starvsfólki, og manna­gongd­ ir­nar vórðu endurskoðaðar. Har­umframt eru fleiri fram­ tøk gjørd til tess at veita viðskiftafólki og al­menn­ ingi fjøltáttaða vegleiðing og kunning um rættindi til almannaveitingar bæði um heimasíðuna, við kunn­ing­­a­ rriti og persónligu veg­leið­ ingini. Eg kann nú staðfesta, at Almannastovan innan givnu fíggjarligu karmar er komin langt, og at umsitingin og tænastan eru munandi ment farnu árini. Hetta er ikki minst starvsfólkunum fyri at takka. Tey stremba hvønn dag eftir at veita øllum við­ skiftafólkum eina so góða, viðkomandi og rætta tænastu sum gjørligt. Tá funnist verður at Almannastovuni ser­liga í sambandi við ar­beið­ið við rúmliga a­r­beiðs­markn­ aðinum og ­bú­stað­ar­broy­ting­ um, sum dømi hevur verið um herfyri, so eru hetta øki, ið Almannastovan annars hev­ur raðfest høgt og lagt nógva orku í at styrkja. Sum heild kann eg eisini staðfesta, at úrslitini av mið­ vísa arbeiðinum á hesum økj­um hava verið góð. Hesi seinnu árini er t.d. talið av fólki í endurbúgving í støð­u­ gum vøkstri eins og talið av vardum størvum er vaksandi um alt landið. Eisini viðvíkjandi stuðli til innrætting og til­­lag­ing av bústaði eru fleiri um­­sit­ing­ arligir batar framdir – mann­a­ gongd­irnar eru gjørdar mun­ andi smidligari serliga við atliti at teimum ynskjum, sum viðskiftafólkini hava til bústaðin, har Hjálp­ar­tól­a­ miðstøðin ­í samráði við við­ skiftafólkið arbeiða fyri at finna bestu loysnirnar. Vit arbeiða tó altíð við at gera tingini betri, tí sannroynd er, at vit ong­an­ tíð koma á mál, men alla tíð­ina mega seta okkum nýggj mál. Í sambandi við rúm­liga arbeiðsmarknaðin hev­ur Almannastovan tí sett út í kortið ymsar menn­ing­ arætlanir, og sum eisini eru í samsvari við yvirskipaðu politisku ætlanirnar í Visjón 2015. Hesar ætlanir miða eftir, at Almannastovan í nógv størri mun enn nú leitar upp almennar sovæl sum priv­atar ar­beiðs­gev­ar­ar bæði at kunna um og seta í gongd vard størv ella aðrar tíð­­­ara­vmarkaðar roynd­ar­ verk­­ætlanir í samstarvi við arbeiðsmarknaðin. Ein annar sera týðandi tátt­ ur í ætlanunum er at skipa fyri ítøkiligum innsatsi við tí endamáli at fasthalda fólki í ar­beiðinum, tey hava, tá ið tey fáa skerdan arbeiðsførleika. Við ítøkiliga at ráðgeva og vegleiða bæði lønmóttakaran og arbeiðsgevaran um møg­ u­leikar fyri tillagingum eitt nú av arbeiðsuppgávum, inn­rætt­ing av arbeiðsplássi, um­skúling ­ v.m. kann Al­mann­a­stovan á henda hátt vera við til at tryggja løn­móttakaranum ei­na fram­ haldandi tilveru á ar­beiðs­ marknaðinum. At fremja hesar ætlanir krev­ur eyðsæð eyka starvs­ fólkaorku til stovnin, tó at viljin ikki trýtur. Men tað er mín vón, at umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum áhaldandi verða hildin í fok­ us, so at myndugleikar og sam­felagið annars kunnu fáa nýggja vitan og íblástur til at taka tey tøk, ið kunnu vera við til at lyfta alt økið upp. Luturin hjá Al­mann­a­stov­ uni fer ikki at liggja eftir. Tórshavn, 10. mai 2006 Almannastovan og rúmligi arbeiðsmarknaðurin stjóri á Almannastovuni Petra Johns­ dóttir Joensen