hósdagur 11. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
12. mai. Pancratius, deyður í umleið 300. 13 ára gamal drongur, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
13. mai. Ingenuus. Rómverskur kristin hermaður, sum keisarin Decius læt drepa.
14. mai. Kristjan. Teir vita einki um at nakað halgimenni við hesum navni. Navnið er latínskt, gjørt eftir grikska
navninum Kristos, sum aftur er ein týðing av tí hebráiska messiah, ið merkir salvaður.
15. mai. Halvarðsøka, fyrr í tíðini eisini rópt halvarðsmessa. Verður hildin til minnis um Hallvarð, systkinabarn Ólavs
hin Heilaga. Halgisøgan sigur, at tá ið hann skuldi hjálpa einari konu móti yvirgangskroppum, varð hann sjálvur dripin
og søktur í Drammensfjørðin við einum myllusteini um hálsin. Men líkið flotnaði og varð kórsett í dómkirkjuni í Oslo.
Hann doyði ár 1042 og er verndarhalgimenni hjá býnum Oslo. Navnið er norrønt og merkir hella og verja.
Týsmorgunin 9. mai andaðist Petur
Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri
í Havn, 82 ára gamal. Hann doyði á
Lágargarði, har hann hevði verið í
fleiri ár.
Petur var havnarmaður, føddur 28.
juli 1923. Foreldrini vóru Katrina,
f. Petersen, og Viggo Christiansen.
Petur var álitismaður í øllum hann
tókst við, vinskipiligur og ágrýtin í
øllum, hann var partur av.
Eftir millumskúlaprógvið á Føroya
Millum- & Realskúla í 1938 fór Petur
í smiðjlæru hjá mammubeiggjanum
Wenzeli Petesen. Hann leyk motor-
og maskinpassararoyndina í 1944 og
maskinstprógvið í 1945 á Færøernes
Navigationsskole (nú Føroya
Sjómansskúli). Handverkararoyndina
tók hann á Teknologisk Institut í 1947
og víðkaða maskinmeistararoyndina
í 1950 og elektroinstallatørroyndina
fyri maskinistar í 1953 á Københavns
Maskinmesterskole.
Eitt skifti sigldi Petur sum meistari
við Smirli og við trolarunum Torfinni
og Tór 2.
Í 1953 fór hann í lærarastarv á
Føroya Sjómansskúla, og seinni var
hann lærari og fyribilssettur stjóri á
Føroya Maskinskúla 1965-70.
Petur var fólkafloksmaður, og
í seksti og sjeyti árunum var hann
valdur bæði í býráðið og í tingið.
Hann varð valdur í býráðið í 1960,
og hann sat út í eitt, inntil hann á
býráðsvalinum í 1980 ikki bjóðaði
seg fram aftur. Tá hevði hann í
níggju ár verið borgarstjóri, sum
ivaleyst er tað, hann er best kendur
fyri. Havnin vaks eisini nógv í
hesum tíðarskeiðnum, og Petur
stóð á odda, tá ið týdningarmiklar
útbyggingar vóru gjørdar sum eitt
nú R. C. Effersøesgøta, handils
miðdepulin
á
Trapputrønni,
útstykkingin á Kommansmýru og
havnarútbyggingar.
Petur var valdur í Løgtingið í
1966 og sat fram til 1970. Hann var
stýrislimur í SEV 1960-64 og 1965-
73. Varð riddari av Dannebrog í
1973.
Longu tá Petur fór frá sum
borgarstjóri, var hann merktur av
parkinsonsjúkuni, sum tók sera hart
upp á hann. Í 1987 flutti hann inn á
Lágargarð, og var hann eitt av fyrstu
búfólkunum har.
Í ungu árunum var hann sera
virkin í Losjuni. Hann var formaður
í Ungmannadeildini, sum tá mundi
vera ídnasta ungmannafelag í
Havn. Hann var felagsformaður, tá
ungmannadeildin í 1946 hevði stóra
lutaseðlasølu, hetta hevur helst
verið fyrstu ferð, at ein bilur hevur
verið burturlutaður, talan var um
ein Ford Prefekt, eisini vórðu ein
motorsúkkla og ein vanlig súkkla
burturlutað. Tiltakið var til frama
fyri summarhús, sum felagið skuldi
byggja oman fyri Oyggjarvegin.
Í hansara formanstíð hevði felagið
t.d framførslu í Sjónleikarhúsinum.
Tað var sangleikurin “Eydnusælar
løtur”, sum Petur Michelsen
skrivaði.
Petur Christiansen giftist í 1949
við Onnu, ættað av Strondum, dótt
ur Janu og Johan M. Fr. Poulsen,
tingmaður fyri Sambandsflokkin í
hálva øld, frá 1920-70.
Anna og Petur búsettust við Grøn
landsvegin í Havn, og tey eiga
tríggjar dreingir, sum allir búgva í
høvuðsstaðnum – Viggo, Johan og
Jan, sum varð borgarstjóri í Havn frá
2001-2005 og hevur sitið í býráðnum
síðan 1984.
Jarðarferðin verður úr Vestur
kirkjuni Dýra biðidag klokkan 14.
Petur Christiansen farin
Føðingar
16. apríl fingu Mia og Steen Sørensen, Trongisvágur,
ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2612 gr.
30. apríl fingu Halldis á Grønastøð og Árni Skaale,
Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði
3825 gr.
1. mai fingu Birita Thomsen og Petur Olaf í Lágabø,
Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði
3860 gr.
3. mai fingu Eva og Heri Jacobsen, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr.
5. mai fingu Jórun Heinesen og Sjúrður L. Petersen,
Leirvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði
3050 gr.
6. mai fingu Jona Dahl og Magnus Bjarnason, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3600 gr.
7. mai fingu Guðrun Vang og Jón Højsted, Hoyvík, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3500 gr.
7. mai fingu Renáta og Thorben Gaardbo, Toftir, eina
dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3000 gr.
7 mai fingu KAtrin Leo og Fredrik Sjögren, Ljubljana,
Slovenia, eina dóttir. Hon var 52 cm long og vigaði
3300 gr.
8. mai fingu Birgit og Heðin Krett, Tórshavn, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr.
Prógv
Klæmint Isaksen fysioterapeutur hevur, tann 6. mai 2006,
tikið Credential próvtøku í Mechanical Diagnostic and
Therapy (McKenzie approach) við altjóða McKenzie
Institutti.
Hjørleif Niclasen fysioterapeutur hevur, tann 6. mai
2006, tikið Credential próvtøku í Mechanical Diagnostic
and Therapy (McKenzie approach) við altjóða McKenzie
Institutti.
Brúdleyp
Leygardagin 13. mai kl. 12.00 giftast í Betesda í Klaks
vík, Elin Østerø, Nuuk, Grønland og Sámal Sørensen,
Mikladal. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Norð
á Viðareiði.
Leygardagin 13. mai kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju
Maibritt Trondesen og Hjalmar Ingebrigtsen, Válur.
Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00.
Leygardagin 13. mai kl. 16.00 giftast í Christianskirkjuni
Karina Joensen, Klaksvík og Mikkjal Pauli Lamhauge,
Tórshavn. Veitslan verður hildin í Skálanum fyri
innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Tann 9. mai høvdu Anna og Justinus Poulsen, Hvanna
sund, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima 12.
mai Dýra biðidag frá kl. 15.00.