Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 13 Lilian Petersen, fødd Andreasen, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Ballerup, andaðist miku­ dagin 10. mai, 78 ára gomul. Hans Kristiansen, fyrr­verandi lærari við Gjógv, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum miku­dagin 10. mai, 81 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkra­hús­kap­ ellin­um leygardagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju sunnudagin kl. 14.0.0. Tey, ið vilja minnast, Hans kunnu lata Gjáar kirkju eina gávu; konta í peningastovninum. Petur Christiansen, fyrr­ verandi borgarstjóri í Tórshavn, andaðist á Lágargarði týsmorgunin 9. mai, 82 ára gamal. Farið verður av Lágar­ garði hóskvøldið kl. 18 í Vesturkirkjuna. Jarð­arferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggja­ dagin, Dýra biðidag, kl. 14. Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata eina gávu til Lágargarð. Kistan við Jytte Hansen fer úr Landssjúkrahús­ kapellinum hósdagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr Betesta í Klaksvík Dýra biðidag kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Jytte, kunnu lata eina gávu til Landsfelagið fyri fólk við autismu, konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Tykkum mongu, ið sýndu okkum samkenslu og á ymiskan hátt mintust okkum, tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Dánjal P. Nielsen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri troystarrík orð og tøkk fyri vakurt spæl við jarðarferðina. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Ein serstøk tøkk til tykkum í Niðristovu og til tykkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið vóru um hann ta seinastu tíðina. Familjunnar vegna Anna, Jona, Kristianna, Bergfríð og Victor Eftir langan vetur sprettur lívið av nýggjum og smálombini tita um teig. Men hon, ið meir enn flest, livdi við í náttúruni og hesa tíðina frøddi seg um hvørt lambið, ið legðist afturat seyðafylginum, er farin hiðani frá. Tað kom okkum øllum ógvuliga dátt vid at hoyra at Signhild, ella fastur, sum vit í Trøðum kallað hana, so brádliga varð tikin úr lívsins leiki. Tað er so torført at skilja, at hon ikki er ímillum okkum longur, at rødd hennara er tagnað. Tað er sum at lívið steðgar eina løtu, og vit skulu menna okkum fyri at koma víðari. Lívið, tann dýrmætasta gávan vit hava fingið, kann so brádliga broytast fullkomiliga. Hvørki skil ella kenslur kunnu fylgja við, tá ið vit missa eitt menniskja, vit eru góð við, sjálvt um hetta at missa nú einaferð er ein partur av lívskorunum. Ein venur seg ikki til deyðan, og tað skulu vit væl heldur ikki, tí so kann tað verða líkamikið, at vit hava hvør annan. Fastur hevur altíð havt eitt serstakt pláss í hjørtum okkara og nú hon er farin, er eisini ein partur í okkara lívi farin. Teigar uttan fastur, Fámjin uttan fastur. Tað verður ikki tað sama. Eitt tað fyrsta ein kemur at hugsa um í sambandi við fastur, var hennara góða hjartalag og stóru umsorgan fyri øll­um sínum. Hon hevði ta stóru gleði at síggja familjuna økjast frá fimm børnum, til fimmtan ommubørn og seks langommubørn. Fyri hana var tað eydnan at hava børnini og ommubørnini rundan um seg, at síggja tey mennast og trívast, at gleða tey. Hon var altíð har, tá ið brúk var fyri henni. Hennara umsorgan fevndi nógv longur enn bara til síni egnu. Nógv eru tey, ið hava notið gott av hennara gestablídni, bæði føroyingar og útlendingar. Eingin kom á gátt hjá henni og fór út aftur svangur. Hon var líka við øll, bæði høg og lág, og hon var góð við øll, ið hon kom at kenna. Húsini í Trøðum og á Teigum hava altíð verið tætt knýtt og verið góð saman. Tá vit vóru børn og Fámjin var allur heimurin, var dagliga upp­ livilsið hjá okkum at renna út á Teigar til fastur og ommu, sum eisini búði á garðinum. Hagani eiga vit so nógv góð minni. Sá fastur okkum, sum børn spæla í túninum, var hon skjót at rópa okkum inn at fáa bróstsukur ella okkurt annað gott. Við sínum kærleika og frískliga lyndi setti fastur ljós á okkara tilveru. Árini eru runnin og vit eru farin í allar ættir, men altíð var hon líka trúføst móti okkum øllum. Mintust til okkara við gávum og heilsanum. Vitjaði okkum dúgliga. Og vit gleddu okkum eisini, hvørja ferð vit komu til Fámjins, til at síggja hana aftur. Tað var ein fjálgandi kensla at koma inn til fastur; hóast hon altíð hevði nógv jørn í eldinum, kundi ein ongan­ tíð merkja, at hon ikki hevði tíð. Ein drekkamuður var á borðinum beinanvegin við onkrum góðum afturvið. Maður er mans gaman, sigur orða­takið. Fastur dámdi best at vera millum nógv menniskju, var við í pensionistafelagnum og luttók fegin í øllum tiltøkum í bygdini, har hon setti ein serligan dám á við sínum skemt­ingarsama sinni og síni hjálp­ andi hond. Hennara lutur hevur ikki ligið eftir, hvørki tá ið hugsað verður um húsligt arbeiði ella um útiarbeiði, sterk og arbeiðssom sum fáur. At árini høvdu sett síni spor og orkan farin at minka, var ikki altíð so lætt hjá henni at fata, tí sinnið var ungt og hon vildi jú meiri. Ja, líka til tað síðsta, fór hon trúliga hvønn morgun at geva seyðinum, sum henni dámdi so væl at fáast við. Við henni er ein bygdamynd farin. Góðu Edward, Erlind, Sanna Elina, Andrew og Jastrid! Hjá tykkum eins og hjá mammu, pabba, Lindu fastur og Torkil, er saknurin tungur. Tað er so nógv, ið bara er farið, nú tit hava mist mammu. Hesi fáu orð rúma ikki øllum tí, ið kundi verðið sagt um hana og hennara týdning fyri tykkum. Alt er umbroytt til minni, sum tit og vit kunnu liva víðari uppá og fara eftir sum ljósið, ið skínur í myrkrinum. Jesus veri hjá tykkum øllum í sorgini. Fastur andaðist annan páskadag. Páskirnar minna okkum á, at lívsins Harri sigraði á deyðanum. Tí liva vit í vónini um, at gjøgnum deyðans myrkur skal uppreisnarsólin einaferð skína eisini fyri henni. Við hesi vón í sinni siga vit okkara kæru fastur farvæl og takk fyri alt. Lat meg bara fara um náttmyrk høv, lat meg bara stevna at míni grøv, lívsins Gud meg verjir á mínum veg, og úr deydans hondum hann frelsir meg. Sí, tá rísur sólin úr havi brátt, maktast myrkurs megi og deyðans nátt, sigursljómur ljóðar um høv og lond, stilt nú ljósið stendur á lívsins strond. Magnus, Anita, Hervør, Miriam og Jóna Minningarorð um Signhild Magnussen úr Fámjin f. 28. august 1927 - d. 17. apríl 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Lesið Sosialin - so eru tit við Lesið -so eru tit við!