hósdagur 11. mai 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
2. september í ár verða tað
50 ár síðani Tórshavnar
Kommunuskúli varð liðugur
og tikin í nýtslu. Tá Skúlin
varð tikin í nýtslu í 1956, var
hann ein nútímans skúli við
øllum teim hentleikum, sum
tørvur var á
Upp í TK hoyrdi eisini skúlin
á Frúutrøð. Næmingarnir hava
tí verið nógvir, okkurt árið fór
samlaða næmingatalið upp
um 1100, men tá var eisini
hvørt skot nýtt til undirvísing,
og harafturat vóru fleiri
flytiflokkar. Í gomlu sethús
unum “Húsunum hjá frk.
Cohr” vóru tvær stovur á
miðhæddini og á loftinum
vóru nøkur smá hølir til ser
undirvísing. Í barakkini vóru
tvær skúlastovur, og í Gamla
Realskúlanum vóru 7 hølir.
Ikki vóru flokkarnir minni
enn nú, heldur tvørturímóti,
so har var sera trongligt.
Um Gamla Realskúlan
skal haraftrat sigast, at hann
eisini er komin upp í árini,
heili 90 ár.
Kommunuskúlin hevur ikki
bert verið nýttur til undirvísing
av fólkaskúlanæmingum.
Føroya
Læraraskúli
brúkti nakrar serstovur t.d.
alis/evnafrøðisstovuna,
smíðstovuna og aðra fim
leikarhøllina fram til 1968,
tá flutt varð í nýggj hølir á
Frælsinum.
Føroya Handilsskúli, sum í
nógv ár var kvøldskúli, nýtti
eisini Kommunuskúlan, til
skúlin við Marknagil varð
tikin í nýtslu.
Kvøldskúlin og seinni
Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli hevur eisini
hildið til her, og ger tað fyri
ein part enn.
Harafturat vóru hølirskúlans
nýtt til m.a. tónleikavenjingar,
framførslur, fundir, val, og
tílík almenn tiltøk.
Skúlin hevur havt ein
sera stóran týdning fyri
mentanina í høvuðsstaðnum,
og vit kunnu fegnast um, at
tilík hølir eru mitt í býnum.
Sjálvt um skúlin er gamal
og slitin,ella kanska akkurát
tí, eru allarflestu okkara góð
við Kommunuskúlan.
Tí ætla vit at hátíðarhalda
dagin við ymsum tiltøkum
bæði fyri stór og smá.
Okkurt tiltakið megna vit
ikki einsamøll. Vit heita tí á
fólk, ið liggja inni við einum
hvørjum, sum hevur tilknýtið
til TK, at hjálpa okkum. Ja, í
roynd og veru, eru vit takksom
fyri alt, sum kann gera
jubileumsárið væleydnað.
– Tey, sum hava okkurt
at lata/læna okkum, kunnu
skriva, ringja ella maila
til skúlan. Eisini eru tit
vælkomin at støkka inn á
gólvið, sigur Páll Poulsen
vegna jubileumsnevndina
í Tórshavnar Kommunu
skúla.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kommunuskúlin í Havn fimmti
Tíðindaskriv
Í samband við at 30 ár eru
liðin síðan postverkið varð
yvirtikið og postfelagið varð
stovnað, er ein áhugaverd
framsýning við nógvum
gomlum lutum og umleið
400 myndum sett upp
hjá Postverki Føroya á
Óðinshædd í Havn.
Framsýningin
verður
opin í komandi viku (viku
19), mánadag-fríggjadag frá
kl. 13-16. Áhugaði kunnu
venda sær til avgreiðsluna
á Óðindhædd.
Postverk Føroya 30 ár:
Áhugaverd framsýning á Óðinshædd
Komandi viku verður ein áhugaverd framsýning við nógvum gomlum lutum og umleið 400 myndum hjá Postverki Føroya á Óðinshædd í Havn
Myndir: Jens Kristian Vang
Teimum tørvar t. d.
Myndir, filmir, ljóðupptøkur
Klæðir frá teim seinastu fimti árunum
TK-pennar frá fyrsta skúladegi
TK- fimleikabúnar
Sangir, vísur
Søgur- bæði skemtiligar og álvarsligar
Gamlar skúlabøkur, rokni-og
skriviheftir
Karakterbøkur
Gomul skúlaborð.
Adressur og nummur: Tórsgøta 25 FO
-100 Tórshavn
Tlf.: 302580 Fax.: 302581 E-postur:
KOM@skulin.fo
Eisini ber til at ringja: 51 83 64 ella
senda e-post til: Páll.Poulsen@skulin.
fo
Páll Poulsen ¤ Tjarnarlág 15 ¤ FO 100
¤ Tórshavn ¤ Tlf 318364 / 518364¤
E-post:pallpo@kallnet.fo, pall.
poulsen@skulin.fo