hósdagur 11. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
15
Heimsins
bestu síl
Umstøðurnar at
ala og góðskugóða
fóðurið hjá Havs
brún fáa æruna fyri,
at føroysku sílini
eru heimsins bestu,
heldur japanski
forstjórin í SNG,
Kioshy Kajikawa
Fiskivinnumessa
Jákup Mørk
SNG, sum stendur fyri
Shin Nihon Global, skal
í ár flyta úr Føroyum til
Japan 3.000 tons av æla
bogasílum, ið verða ald á
Kaldbaksfirði, Oyndarfirði
og í Øravík. Tá Kioshy
Kajikawa verður spurdur,
um SNG fær selt øll sílini
á japanska marknaðinum,
ivast hann ikki eina løtu.
– Føroysk síl eru tey
bestu í heiminum. Tey eru
nógv betri enn t. d. norsk
og kilensk síl. Hetta kemst
av tveimum orsøkum.
Onnur er, at fóðurið frá
Havsbrún er fyrsta floks.
Hin er, at Føroyar eru
eitt sera væl egnað pláss
at ala fisk, tí tær liggja á
opnum havi, sigur Kioshy
Kajikawa við heimasíðuna
hjá Føroya Banka.
Hann vísir á, at fóðurið,
sum aldur fiskur fær,
hevur avgerandi ávirkan
á, hvussu góðskan á fisk
inum verður. Góðskan á
fiskinum hevur so aftur
avgerandi ávirkan á, um
nakar tímir at keypa hann.
– Vit selja síl til jap
anarar, sum eta tey rá.
Ein japanari smakkar
og luktar beinanvegin,
um fiskur hevur fingið
gott ella vánaligt fóður.
Fóður, sum er sett saman
av fleiri djórasløgum og
nógvum soyabønum,
gevur fiskinum ringan
lukt og kann gera
hann sjúkan. Tá fiskur
verður sjúkur, má hann
hava heilivág, og so fer
góðskan heilt í botn.
Hesar trupulleikar hava
vit als ikki av føroyskum
sílum. Tey eru tey bestu
á heimsmarknaðinum,”
sigur Kioshy Kajikawa.
Kajikawa heldur, at
føroyingar eru bæði stavn
in og skutin framman fyri
eitt nú kilenar, tá tað snýr
seg um umstøður at ala
síl.
– Kilensk síl verða ald
langt inni í landinum, har
umhvørvið meira enn
so kann vera dálkað. Í
Føroyum verða tey ald
mitt í einum reinum
umhvørvi, sum orsakað
av skiftandi veðurlagnum
eisini syrgir fyri, at
útskiftingini í sjónum
er stór, sigur japanski
forstjórin í SNG.
Kelda: www.foroyabanki.fo
Stutt sagt
Í døgunum frá 15.
- 21. mai verður
umhvørvisvika
í Havnini. Nógv
upp lýsandi tiltøk
verða, og tað verður
eisini skipað fyri
ruddingardøgum
Tórshavnar býrað skipar í
døgunum frá 15. - 21. mai
fyri einari umhvørvisviku.
Tiltakið er ein liður í, at fáa
Havnina til at verða ein reinari
og umhvørvisvinarligan
bý. Tað verður skipað fyri
ruddingardøgum, har ið
skúlar, ítróttarfeløg, skótar
og onnur fara at luttaka. Øll
eru vælkomin at hjálpa til
at rudda.
Miðbýurin verður mið
depilin um umhvørvisvikuna.
Har verður ein umhvørv
ismarknaður, har ymiskir
básar verða. Millum annað
verða smakkiroyndir av
vistfrøðiligum matvørum,
SEV fer at greiða frá orku
sparandi tiltøkum, og okkurt
verður fyri børnini eisini.
Gongugøtan verður stongd
fyri ferðslu alla vikuna.
Plantupakkar
verða
útflýggjaðir eins og und
anfarin ár. Sunnudagin
21. mai verður skipað fyri
umhvørvisgongutúrum. Ein
serligur gongutúrur verður
fyri tey rørslutarnaðu út á
vatnverkið.
Ókeypis busskoyring
Alla vikuna verður ókeypis at
koyra við býbussunum. Hetta
er ein liður í at fáa fólk til
at nýta kollektivu ferðsluna
meira. – Fyrimunirnir við
at fólk fara at nýta bussin
meira, er at tað fer at loysa
parkeringstrupulleikarnar
í miðbýnum. Tað fer eisini
at minka munandi um dálk
ingina og harafturat verður
minni nýtsla av brennievni,
sum er dýrkað sera nógv, og
helst fer prísurin enn longur
upp, sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu.
Vit fara at kanna, um tað
ger nakran mun at hava
ókeypis busskoyring, og
um undirtøkan verður góð,
fara vit at arbeiða víðari við
at betra um busskoyringina,
sigur Elin Lindenskov.
Á umhvørvisvikuni verður
serligur dentur lagdur á at
fáa eina hugburðsbroyting
millum fólk. – Vit ynskja
ikki, at fólk einans skulu
rudda hesa vikuna og síðani
fara aftur at kasta rusk í
náttúruna. Tað má gerast eitt
hjartamál hjá okkum øllum,
at vit vara um náttúruna.
Náttúran skal verða í hásæti,
og vit ynskja at geva ein
reinan og vakran bý víðari
til okkara børn og abbabørn,
sigur Heðin Mortensen.
Vissiónin hjá býráðnum
er, at allar vágir og áir skulu
verða reinar. Vit ætla at gera
íløgur fyri 100 milliónir
tilsamans. - Tá skal tað verða
gjørligt at svimja millum
bátarnar í Vágsbotni, sigur
Elin Lindenskov við einum
smíli.
Skráin fyri umhvørvis
vikuni kann síggjast á www.
torshavn.fo
Umhvørvisdagar í høvuðsstaðnum
- Tað er óskiljandi,
at politikarar geva
sær sjálvum eina
stóra eftirløn, men
lata vanliga fólki
sita eftir, heldur
formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
Eftirløn til
landsstýrismenn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er fallið Hans Joensen,
formanni í Havnar arbeiðs
mannafelag, fyri bróstið,
at politikararnir nú hava
samtykt eina munandi
hækking í eftirlønunum hjá
landsstýrismonnum.
Hann sigur, at tað øsir
fólk upp, tí tað undarligt,
at politikarar samtykkja at
hækka sína egnu eftirløn
og at teir gera tað við aftur
virkandi kraft.
– Heilt nógv fólk hava
ringt til mín sum formann í
Havnar Arbeiðsmannafelag
og hava átalað politikararnar
fyri hetta, teir hava gjørt.
Hans Joensen leggur dent á,
at øll, eisini landsstýrismenn,
skulu sjálvandi hava eina
hampiliga eftirløn.
– Men tað virkar so
ógvusligt at lóggeva sær
sjálvum eina góða eftirløn,
samstundis sum eftirlønin
hjá øllum øðrum liggur á
láni so tað munar.
Sjálvur heldur formaðurin
í Havnar Arbeiðsmannafelag,
at tað einasta rætta er at
styrkja samhaldsfasta eftir
lønargrunnin, so at hann
verður førir fyri at veita øllum
eina hampiliga pensjón,
eisini landsstýrismonnum
og eisini so, at mannamunur
ikki verður gjørdur, men at
øll fáa líka.
Hann heldur eisini, at
tey, sum forvinna nógv í
arbeiðslívinum, hava eisini
møguleika at leggja nakað
til síðis til síni egnu eftir
lønarár, men tað hava vanlig
verkafólk ikki.
– Tað, sum nú er hent,
er ein provokatión og slíkt
kemur oftani afturum aftur,
tá ið sáttmálasamráðingar
vera, tí tá minnast fólk,
at politikararnir hava sett
sína egnu løn og sína egnu
eftirløn munandi upp.
Hann vil ikki siga, at hetta
fer at ávirka samráðingarnar,
men slíkt sum hetta mugu
fakfelagsfólk ofta hoyra fyri,
tá ið samráðingar eru og tað
ger tað avgjørt ikki lættari.
Hans Joensen heldur ser
liga lítið um, at eftirlønan
hjá landsstýrismonnum skal
roknast frá 1998 og sostatt
við afturvirkandi kraft.
– Tað er væl keyp og søla,
har onkur politikari, sum
kanska annars ikki hevði
komið uppí, atkvøðir fyri,
so at viðkomandi sjálvur
sleppur upp í og fáa eina
góða eftirløn.
Hann setir tó ongi nøvn á,
men hann heldur, at tað er
væl eisini ein spurningur um,
hvussu gegnigir politikarar
eru at viðgera sína egnu
eftirløn.
Hetta øsir fólk upp
- Tað, sum er hent nú, er ikki nakað, sum vanlig fólk skilja, sigur Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag
Ríðiskeið
Í døgunum 17. til 20. mai 2006, verður ríðiskeið fyri
børnum/ungum (aldursmark 8 ár).
Neyðugt er at hava ross við sjálvi!
Kostnaður:Limir kr. 300,- ikki limir kr. 400,-
Tilmelding á tlf. 223333, 261459 ella t-post
nbrockie@post.olivant.fo áðrenn 16. mai 2006.
Føroya Ríðingarfelag