Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Er okkara samfelag moralskt og fíggjarliga til reiðar at tryggja rættindini hjá teimum menningartarnaðu? Hvussu kunnu vit góðskumeta sosialt arbeiðið? Hetta eru evni í fyrilestrarøð við Mogens Seider, sosialpedagogi, í komandi viku Fyrilestrar Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Komandi viku fær Føroya Pedagogfelag vitjan av kenda fyrilestrahaldaranum Mogens Seider, fyrr- verandi næstformanni í Socialpædagogernes Landsforbund. Á vitjanini í Føroyum fer Mogens Seider at halda tríggjar almennar fyrilestrar umframt ein evnisdag fyri leiðarum. Fyrsti fundurin við Mogens Seider verður mánakvøldið, har Seider ferð at tosa um, hvørjar møguleikar vit hava fyri at skapa eitt gott lív fyri fólki við menningartarni. Eru pedagogar og mynduleikar, ið varða av økinum, nóg tilvitað um og til reiðar at virða rættindini hjá okkara menningartarnaðu medborgararum? Stóri spurningurin vit mugu seta okkum framyvir er, um vit sum samfelag eru fíggjarliga og moralskt til reiðar at raðfesta umstøður og tilboð á ein hátt, har aðaltátturin er virðingin fyri rættindunum hjá fólki við menningartarni, og har tey sjálvi virkin taka lut í avgerðum um, hvussu teirra lív skal livast. Hesin fundurin verður mánakvøldið 15. mei kl. 19 á Verkstaðnum Vón á Argjum. Føroya Pedagogafelag og Javni skipa fyri. Góðskumeting av sosialum arbeiði Evnið á hinum báðum fundunum verður “Góðska og dokumentatión í pedagogiskum arbeiði – til gagn fyri hvønn?” Her fer Mogens Seider millum annað at tosa um, at sosiala arbeiðið nú í størri mun skal mátast og góðskutryggjast. Politikararnir seta størri fokus á øktu útreiðslurnar á sosiala økinum – og vilja teir samstundis eisini vita, hvat samfelagið fær fyri pengarnar. Hetta setur onnur og nýgg krøv til tey, sum starvast innan sosiala økið. Tey skulu nú vera til reiðar at seta orð á tað, tey gera – nakað ið ikki hevur verið kravt av teimum í eins stóran mun fyrr. Fyrri fundurin um hetta evnið verður í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík mikukvøldið 17. mei kl. 19. Seinni fundurin verður í Miðlahúsinum hóskvøldið 19. mei kl. 19. Báðir fundirnir verða skipaðir sum almenn kvøldaseta við spurningum, kjaki og tónleiki. Í Atlantis verða tað Karl Martin Samuelsen, Arnfríð Lutzen og Hans Hjalti Skaale, sum standa fyri tónleikaliga íkastinum, meðan Martin Joensen og vinmenn fara at spæla nakrar sangir á kvøldsetuni í Miðlahúsinum. Nýggjasta myndabókin Tvey forlipt eftir heimsgitna svenska listamannin Rolf Lidberg er júst útgivin á føroyskum og svenskum samstundis Myndabók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Forlagið Nýlendi gevur nú út myndabókina Tvey forlipt, samstundis sum svenska frumútgávan kemur út. Tað er rithøvundurin Robert Alsterblad, ið hevur skriva søguna til tekningarnar hjá Rolf Lidberg. Jákup í Skemmuni hevur týtt til føroyskt. Trøllaforelskilsi Tvey forlipt er søgan um trølladrongin Gestur og trøllagentuna Gyðju, sum gerast so forlipt, at tey fáa ikki eyguni av hvørjum øðrum. Skjótt fara øll í Trølladali at stákast til brúdleypið hjá teimum báðum. Tað verður eitt minniligt brúdleyp, har bestu spælimenninir á leiðini eru við, og áðrenn langt um líður sæst, at búkurin hjá Gyðju veksur fyri hvønn dag, tí eitt lítið trøllabarn er á veg. Øll í Trølladali eru so sera spent, og ikki minst Sýra, Viól og Lítla-Sól spæla dúgliga við dukkur og venja seg til at kunna bjóða seg fram sum barnapíkur hjá tí lítla hjá Gyðju og Gesti. Nýggi trølladrongurin veksur skjótt og sleppur m.a. á flot við trøllapápanum... Víðagitnar tekningar Tekningar hjá Rolf Lidberg av svenskari náttúru eru viðgitnar og verða m.a. seldar í túsundatali sum postkort, serliga í Svøríki og Norra. Evnið í myndabókum hansara eru serliga vættrar, meinaleys trøll, blómur og dýr, sum liva av natúrini og í samljóði saman við henni. Sum ein reyður tráður gongur ígjøgnum allar myndirnar ein markleys virðing fyri øllum livandi. Fyrru bøkurnar hjá Lidberg á føroyskum eru Huldubókin, Trølla-Fía sigur frá, Trøllabørnini fáa summarfrí og Trølladalur. Myndabókin Tvey forlipt er innbundin við stívari permu við heilsíðumynd á aðru hvørjari síðu og tilsvarandi teksti á aðru hvørjari síðu. Bókin er samprentað á svenskum og føroyskum í Belgia og sett hjá Cre8 í Klaksvík. Stutt sagt Rodmundur gevst sum formaður Á stýrisfundi týsdagin boðaði Rodmunur Nielsen frá, at hann gevst sum formaður í Kommunuskipan Føroya Kommunur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi verður sagt, at persónligar orsøkir eru orsøkin til, at Rodmundur Nielsen hevur tikið hetta stigið. – Tað er nú einaferð soleiðis, at arbeiðsorkan er avmarkað. Eg eri borgarstjóri í eini kommunu, sum telur 14 bygdir, og sum er úrslit av fýra samanleggingum. Og at fáa hetta at fungera, krevur meira enn fulla arbeiðstíð. Vinnuliga havi eg eisini verið við til at gjørt nakrar stórar íløgur, og hóast eg sjálvur ikki arbeiði so aktivt í hesum, so er tað sjálvandi eisini nakað, sum krevur nakað av tí. – Samstundis eru bæði stórar og týðandi uppgávur hjá Kom- munuskamskipanini, og tí havi eg mett tað vera betri, um nýggjur formaður við betri umstøðum at røkja hesar tekur við, sigur Rodmund Nielsen sjálvur. Hann hevur tí gjørt av, at kallað verður til nýggjan stýrisfund tann 29. mai, og á hesum skal nýggjur formaður veljast. Børn og ung framføra leikir Fríggja-, leygar- og sunnudagin veður leikurin » L oy n i k l u b b u r i n « spældur á Dramaverk- staðnum. Leikurin er um 5 børn sum hava áhuga fyri at loysa ymisk brotsmál, í hesum umfari snýr tað seg um ein brennivarg, sum ger um seg í teirra umhvørvi. Tað eru 12 til 15 ára gomlu ið framføra. Leikurin er ca 30 min. langur og er ætlaður børnum 6 til 12 ár. Bólkurin sum framførur er samansettur av royndum sum óroyndum næmingum, sum síðani í fjør heyst hava spælt við í Leikaløtuni á Drakmaverkstaðnum. Tað er Hjørdis Johansen sum hevur umsett leikin, sum hon eisini leikstjórnar. Nýggjar pedagogiskar avbjóðingar Mogens Seider Nýggj bók á føroyskum og svenskum samstundis Trøllaromantikkurin blómar í nýggju bókini Tvey forlipt, sum í hesum døgum kemur út á føroyskum og svenskum samstundis Nr. 91 - 11. mai 2006