Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 11. - 14. mai 2006 19 Summar Festivalurin boðar í dag frá, at Lena Andersen fer at spæla á festivalinum í august. Lena hevur seinnu árini givið tónleik út í útlandinum, og nú arbeiðir hon við tónleikinum til eina nýggja fløgu Summarfestivalur Tíðindaskriv Tað var mest sum av tilvild, at Lena gjørdist songkvinna í Føroyum. Ein norskur trummuspælari í Havn hoyrdi hana syngja á eini café í høvuðsstaðnum, og tað gjørdist byrjanin til bólkin Next Step, har Lena var sangari. Síðani tað er bæði eitt og annað hjá Lenu. Hon hevur givið tónleik út, sum hon hevur skrivað saman við manninum Niclasi Johannesen, og tey hava spælt nógv í útlandinum. Í 2000 spældu hon og Niclas inn nakrar sangir saman við framleiðaranum Óla Poulsen, og I Still Love You gjørdist eitt risahitt í Føroyum. Hetta hevði seinni við sær, at tey góvu eina heila fløgu út. Can’t Erase It kallast fløgan, sum kom út í 2004. Hetta var fyrstafloks popptónleikur, sum bæði ljóðaði og fangaði væl. Seinni er hendan fløgan eisini givin út í Danmark, har Lena hevur verið sera virkin seinasta árið. Sangirnir I Still Love You og Step On The Gas hava verið spældir nógv í donskum útvarpi, og Lena hevur framført til nógvar konsertir – millum annað saman við Roxy Music. Lena arbeiðir nú við einari nýggjari útgávu, og ætlanin er, at partur av hesum arbeiðnum verður gjørdur í tiltikna Abbey Road upptøkuhølinum í London. Men hóast spennandi uppgávur uttanlands, leitar Lena heim til Summar Festivalin, har hon fer at syngja sínar kendu sangir og onkrar nýggjar. Týska skipasmiðjan Blohm & Voss megnar ikki at halda avtaluna um, nær Norrøna skal í dokk. Hetta rakar bæði reiðarí og ferðafólk, og tí er endurgjaldskrav nú reist móti fyritøkuni Ferðavinna Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Støðan er sera óheppin, serliga fyri kundar, ið verða raktir, men tíverri er tað uttan fyri okkara makt at broyta støðuna. Soleiðis sigur Thomas Magnussen, stjóri á Smyril Line, nú tað er greitt, at týska skipasmiðjan Blohm & Voss hevur brotið ein sáttmála við føroyska reiðaríið um at fáa Norrønu í dokk nakrar ávísar og avtalaðar dagar. Eftir sáttmálanum skuldi Norrøna í dokk til umvæling í tíðarskeiðinum 14.-16. mai, og Smyril Line hevði sjálvandi tikið hædd fyri hesum. Blohm & Voss sigur seg ikki kunna liva upp til sáttmálan, og tí noyðist skipið í staðin í dokk tíð tíðarskeiðinum 16.–19. mai. Tað merkir at Norrøna er aftur í rutusigling frá Hanstholm leygardagin 20. mai. – Hóast seinkingin á pappírinum bert er tveir dagar, kemur hetta sera illa við hjá kundum, ið hava keypt ferðaseðil og lagt sær ferðina til rættis. Vit royna tí saman við kundunum at finna aðrar útvegir, soleiðis at teir verða nervaðir sum minst, sigur Thomas Magnussen, stjóri, ið harmast støðuna almikið. Saman við einum 17 ára gomlum unglinga er fyrrverandi stjórin á Team85 skuldsettur fyri at vilja stjala edv-upplýsingar frá lýsingarfyritøkuni EDV-stuldur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var um vikuskiftið, at Team85 meldaði unga arbeiðsmannin fyri at vilja stjala edv-upplýsingar. Starvsfólk vóru komin eftir, at ein harðdiskur var íbundin høvuðstelduni hjá felagnum, og at hesin var settur at avrita upplýsingar av telduni. Eitt net-kamera varð sett upp, soleiðis at staðfestast kundi, hvør hevði sett hendan upp, og soleiðis varð funnið fram til, at unglingin var tann, sum stóð aftan fyri hendingina. – Tá hesin so varð tikin, viðgekk hann, at hetta var gjørt undir ávirkan frá einum fyrrverandi stjóra á fyritøkuni, sigur Hjalgrim Samuelsen, sum í dag er stjóri á Team85. Hjalgrim fæst ikki at siga annað enn, at talan var um ein fyrrverandi stjóra, men eftir øllum at døma er talan um Johnny Gaard, sum fram til í fjør heyst stjórnaðið fyritøkuni. Og saman við tí 17 ára gamla er hesin nú skuldsettur fyri brot á grein 263 í revsilógini. Tað er lógargreinin, sum snýr seg um stuldur av teldutøkum upplýsingum. Ikki viðkvæmir upplýsingar Hvussu kravið um revsing frá ákæranum verður, ber ikki til at siga enn. Revsiramman er upp í fýra ára fongsul, og tá talan er um vinnuligan stuldur, kann talan verða um hert revsikrav. Hinvegin, so staðfestir Hjalgrim Samuelsen, at talan var ikki um við- kvæmar upplýsingar so sum bókhaldsskjøl og líknandi. Talan var hinvegin um arbeiðsmappur hjá starvsfólkum, har lýsingar, búmerki v.m. var goymt. Fólk við innliti í vinnuøkið siga, at slíkt tilfar at kalla bert hevur virði, um tú hevur ætlanir um at byrja nýtt virki. Hetta tí tær tá ikki nýtist at brúka tíð ella arbeiði til at útvega ein slíkan databasa av nýggjum. Stutt sagt Lena leitar á Summar Festivalin Lena Anderssen hevur seinnu árini gjørt nógv við royndina at koma á altjóða pallin. Í august mánaði fáa føroyingar høvi at hoyra hana á Summarfestivalinum Oljurisi trýr upp á føroysku oljuna Hóast ENI boraði turran brunn í fyrstu royndini við Føroyar, so hevur oljurisin gjørt av, at teir eisini vilja gera nýtslu av 9- ára loyvinum, sum felagið hevur Oljuleiting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hesum hevur Vinnu- málaráðið boðað frá. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at tey hava játtað at leingja arbeiðsskránna fyri loyvi 005,, sum ENI og Føroya Kolvetni eiga í lutfallinum 75/25. Loyvið er treytað av, at nýggjur brunnur verður boraður á loyvisøkinum. – Við hesi av- talu hava vit tryggjað framhaldandi leiti- virksemi á føroyska landgrunninum. Tað sær út til, at vit koma at hava borivirksemi næstu 2-3 árini á føroyskum øki, sum vónandi eisini verður til gagns fyri føroyskt vinnulív. Tað er eisini áhugavert, at leitibrunnar verða boraðir á øllum 9- ára loyvunum, sum vórðu veitt í fyrsta útbjóðingarumfari. Hetta vísir, at tað var ein skilagóð avgerð at hava øki við, sum tá vórðu mett at vera trupul. – Umframt at tað er gleðiligt, at vit fáa fleiri brunnar á okkara øki, so er tað eisini við spenningi, at vit síggja ein øktan áhuga fyri Atlantsmótinum yvirhøvur, bæði á føroyska og bretska landgrunninum ENI er eitt av heimsins størstu leitingarfeløgum, og tað hevur tí stóran týdnin fyri áhugan í føroysku undirgrundini, at nýggja loyvið verður latið. Og hóast fyrsti brunnurin, sum felagið boraði, var turrur, so bendir nýggja loyvið á, at felagið framhaldandi roknar við, at tað skal bera til at finna olju í rakstrarverdum nøgdum á Føroyaøkinum. Sáttmálabrot rakar Smyril-Line Fyrrverandi stjóri vildi stjala edv-upplýsingar