Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 9. mai 2006 21 Nr. 91 • vikuskiftið • 11-14. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Nógvu avboðini hava við sær, at landsliðsvenjarin fer at geva spælarum, sum ikki hava verið so nógv á landsliðnum, týdningarmiklar leiklutir, tá ið hann fær sín elddóp í Póllandi LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Við fyrsta flogfarinum í morgin fer landsliðið til Póllands. Jógvan Martin Olsen fer sunnudagin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina, og tað er vorðið sum uppgáva móti Póllandi, sum fyrireikar seg til HM endaspælið. Venjarin hevur fingið avboð frá so mikið nógvum, at tað næstan hevði verið nóg mikið at manna eitt lið við. Eitt nú Rógvi Jacobsen og Símun Samuelsen, sum í vikuskiftinum skulu spæla í fyrsta umfarinum í íslendsku landskappingini, og so eru tað t. d. Ingi Højsted, Jón Rói Jacobsen, Claus Bech Jørgensen og Andrew av Fløtum og heimligu skaddu spælararnir við Jónhardi Frederiksberg á odda. – Tá ið vit vóru í USA á venjingarlegu vístu eitt nú Jónhard Frederiksberg, Hanus Thorleifsson og Pauli G. Hansen, at tað avgjørt skuldi roknast við teimum, men nú eru teir ikki tøkir, og harvið broytist perspektivið við avbjðóðingini í Póllandi, sigur Jógvan Martin Olsen, sum samstundis staðfestir, at soleiðis eru treytirnar. Venjarin sigur, at nýggja støðan leggur upp til, at spælarar, ið higartil ikki hava verið sjálvskrivað val, fara at fáa sentralar leiklutir sunnudagin. Hann dugir ikki at siga, um talan verður um nógvar útskiftingar undir dystinum. – Vit arbeiða við at finna fram til teir fyrstu ellivu, og so mugu vit taka tað har frá. Venjarin vil ikki siga, hvussu liðið fer at verða mannað frá fyrsta bríksli, men tað er neyvan nakað at ivast í, at eitt nú Janus M. Joensen, Kári Nielsen og Hans Pauli Samuelsen hava góðar møguleikar at vísa, um tað skal roknast við teimum í altjóða høpi. Jens Martin Kundsen og Jákup Mikkelsen fara at verja málið hvør sín hálvleik. Einki er at ivast í, at Atli Danielsen og Óli Johannesen fara at verða miðverjar. Í høgra verjuborði verður tað Jann Ingi Petersen ella kanska Mortan úr Hørg. Í hinum borðinum verður tað ivaleyst Janus M. Joensen. Á sentrala miðvøllinum fer Súni Olsen at fáa møguleikan við síðuna av Fróða Benjaminsen, og so er tað upplagt, at Kári Nielsen verður verjukendur miðvallari. Jákup á Borg og Christian Høgni Jacobsen eru sjálvskrivaðir til tvey av trimum teimum fremstu plássunum. Triði maðurin kann gerast Hans Pauli Samuelsen, og Hjalgrím Elttør er annar møguleiki Allar kanónirnar Pólland tapti í síðstu viku 1-0 móti Litava. Jógvan Martin Olsen sá ta uppgerðina, og hann var serliga ovfarin av Litava, sum Føroyar eru í EM undankappingarbólki við. – Litava sýndi sera gott og hugflogsríkt spæl, sigur venjarin, sum hevur tosað nógv við Krzystof Popczynski, pólverksa HB venjaran, undan fráferðini til Póllands. – Eg havi skilt tað soleiðis, at Pólland hevur alt fólkið tókt. Spælarar, sum ikki eru tøkir móti okkum, fáa ikki møguleikan at umboða Pólland í HM endaspælinum í Týsklandi, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur verið knýttur at a-landsliðnum síðani 1996, og sum seinnapartin sunnudagin fer at fáa sín elddóp sum høvuðsábyrgdarmaður fyri landsliðnum. Stutt sagt Bárður visti av ongum Bárður Olsen varð bæði bilsin og errin, tá hann í morgun fekk at vita, at hann skal við fótbólts- landsliðnum fyri skadda Hanus Thorleifsson Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bárður sigur, at hann sum so als ikki visti av, at hann var í myndini til landsliðshópin yvirhøvur. – Eg eri so ongan tíð kunnaður um, at eg var millum spælararnar, sum venjararnir hava eyguni eftir, so í so máta gjørdist eg rættiliga bilsin í morgun. Hinvegin munnu tað vera nógv kring landið, sum hava mett Bárð sum ein av monnunum, sum hevur møguleikan at koma í landsliðshópin. Tey bæði seinnu árini hevur hann sýnt støðuga framgongd, og hann hevur eisini verið ein sera týðandi partur av stóru framstigunum, sum EB/Streymur áhaldandi hevur gjørt. – Tað má eg so bara takka venjaranum fyri. Hann hevur gjørt eitt fínt arbeiði her norðuri, og sjálvur havi eg alla tíðina fingið álit frá honum, og tað er kanska týdningarmesta orsøkin til mína menning, heldur Bárður. Nú er so bara at biða um frí frá arbeiðsplássinum, soleiðis at hetta ikki verður órógvað av landsliðsferðini, og tann frídagin sigur Bárður seg longu hava fingið játtaðan. Tað var ein bæði errin og fegin Bárður Olsen, sum Sosialurin hevði orðið á hósmorgunin Nýggir spælarar í lyklastøðum Tað tykist vera lítil ivi um, at Súni Olsen hesa ferð sleppur at royna seg sum spælskiparin mitt á føroyska landsliðsmiðvøllinum