Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 B36 og gøtumenn eru enn ájavnir á bronsuplássinum. Mikukvøldið høvdu liðini fullkomna yvirvág trý korter hvør, men mál spurdust eingi burturúr Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 0-3 og 3-0. Soleiðis má støðumetið verða, tá tosast skal um, hvussu bóltarnir fyri dystin í Gundadali skulu latast. Fyrri og seinni hálvleikur vóru nevnliga sum dagur og nátt hjá liðunum báðum. Vandamiklir gøtumenn B36 var aftur hesa ferð noytt at umskipa liðið nakað. Mikkjal Thomassen var leikbannaður, meðan Obi dregist við skaða, og tí vóru teir báðir ikki tøkir. Tað var burturstaddi Kenneth Jacobsen heldur ikki, og í teirra stað skuldi nýtt fólk setast. Fróði Benjaminsen og Alex Jose dos Santos vóru hinvegin tøkir eftir leikbann, og teir vóru at kalla sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu. Og hartil gav Sigfríður Clementsen hesa ferð debut til Rúnar í Lon Jacobsen, sum yvirtók plássið á høgra bakki. Um tað var kraftiga umskipanin, sum hevði sína ávirkan, skal vera ósagt. Men undir øllum umstøðum, so mest sum ótu gøtumenn mótstøðuna fyrra hálvleik. B36 mundi tilsamans eiga á leið hálvt-annað brotsspark, tá ávíkavist John Hansen og Sylla fóru um koll í brotsteiginum. Men umframt tað, so gekk alt fyri seg í hinum endanum. Støðuga trýstið førdi fleiri hálvar møguleikar við sær, og seinasta korterið gjørdist talan um veruligar vandastøður. Tvær ferðir sníkti bólturin seg tó akkurát út um handara stólpan, og ta einu ferðina mátti Jákup Mikkelsen stórbjarga, tá Hanus Jacobsen smekkaði til úr hampuliga spískum vinkli. Alt skifti Ivaleyst mundu gøtumenn iðra seg um, at nakar hálvleikur yvir høvur skuldi haldast. Í øllum førum vóru liðini sum hamskift, tá byrjað varð upp á seinna hálvleik. Vertirinir, sum fyri tað nógva spældu við óskipaðum langum bóltum fyri steðgin, fingu brádliga alt at hanga saman. Og hjá GÍ var støðan júst tann øvugta. Heldur enn at nýta bæði breidd og djúpd á vøllinum, fóru teir nú at spæla langt, og so var tað brádliga B36, sum settist á alt. Jákup Mikkelsen gjørdist líka arbeiðsleysur, sum Geza var tað fyri steðgin, meðan álopini skolaðu hinvegin. At nýggi gøtumálverjin er somikið stinnur í luftrúminum gjørdi tó, at mongu innleggini hjá B36 sjáldan gjørdust vandamikil. Hinvegin gjørdist talan um einstakar vandamiklar skotroyndir frá ikki minst Santos. Fyrst royndi snildi kanturin seg við frekum kippi úr 40 metrum, sum málverjin akkurát fekk jústað uppum. Og í aðrari roynd støkk bólturin á samankomingina, meðan Símin Hansen hevði skot á stólpan. Tá alt kom til alt, so taldu hesar royndirnar tó ikki so nógv, og so kundu báðir partar bæði iðra seg og kortini vera so hampuliga nøgdir. Veruleikin var, at tey hvør í sínum lagi høvdu møguleikar at avgera dystin. Men tá hetta ikki hendi, so var tað kanska ikki so galið, at mótparturin heldur ikki megnaði at avgera. Avboð til landsliðsferðina Tað var dyggur smeitur hjá B36, tá Hanus Thorleifsson eftir bara 37 minuttum noyddist av vøllinum í kvøld. Orsøkin var ein vøddaskaði í tjúkkanum, og tí er neyvan hugsingur um, at hann verður við í landsliðsferðalagnum, sum fríggjamorgunin leggur leiðina til Pólands. Og tað er einki at ivast í, at hetta eisini er dyggur smeitur hjá Skála-manninum. Hanus var fyrstu ferð í landsliðshópinum, tá venjingarlega var í Florida, og sum skilst stóð hann sera væl á hesi. Somikið væl, at landsliðsvenjarin ikki var í iva um hansara pláss, tá hópurin til Pólands-ferðina varð úttikin. -mørk Sevilla vann UEFA-Cup´in Dreymurin hjá Steve McLaren um at siga farvæl við einum steypi gjørdist av ongum, tá Sevilla móti dystarenda sýndi kontra-bólt í heimsflokki Sevilla tók lítla europeiska steypið, tá teir á Philipsstadion í Eindhoven vunnu stórsigur á Middlesbrough. Støddin á sigrinum staðfestir tó ikki, at talan var um nakra einvegis ferðslu, tí hóast Sevilla kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, so var Middlesbrough væl við. Móti dystarenda royndu bretarnir tó at trýsta frameftir, og so kundi kviku spaniólarnir kontra Middlesbrough niður og norð. Málini skutu Clemente Luis Fabiano, Enzo Maresca (2) og so Frederic Kanoute. -mørk Stutt sagt 4-4-2 hjálpti Klæmint Matras, B36- liðskipari, var ikki nøgdur um úrslitið av dystinum í Gundadali. – 0-0 á heimavølli er ikki nóg gott. Eg veit ikki hví, men fyri steðgin fáa vit tó ongan tíð glið á spælið, og tað er sjálvandi okkara egna skuld. Eftir steðgin skifta vit til 4-4-2, og tað hjálpir. Vit skapa eisini nakrar fínar møguleikar, men vit megna tó ikki at umseta hesar til mál, og tað kann kosta í seinasta enda, helt hann. Gloymdu spælið Hjá gøtumonnum helt liðskiparin, at úrslitið í størri mun var til at liva við. Men dugdi illa at skilja, hví spælið hjá gøtumonnum datt so nógv saman, sum tað í veruleikanum gjørdi. – Vit byrja knappliga at spæla alt for nógv við longum bóltum, og tá koma vit at renna alt ov nógv. Sjálvur haldi eg ikki, at orkan gekk undan, men vit sleppa altso øllum tí, sum vit gjørdu gott fyri steðgin. – Tann parturin er kanska ikki so góður, men hinvegin haldi eg, at vit allir sum ein arbeiða væl, og ein javnleikur í Gundadali er ikki nakað vánaligt úrslit, helt Sámal Joensen. B36-GÍ 0-0: Býttu alt millum sín Til tíðir var talan um hampuliga intensa uppgerð, men mál komu tó eingi, tá GÍ var á vitjan hjá B36 Mynd: Álvur Haraldsen Gí B36 [ Nr. 91 - 11. mai 2006 ]