hósdagur 11. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Eftir at heimaliðið
á Eiði hevði lagt
ágangandi fyri, var á
odda og yvirmannað,
kom KÍ aftur í
aftur, og so slapp
oddaliðið ikki frá
teimum næstbestu,
sum framvegis eru
ósigraðir
EB/STREYMUR-KÍ
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar eru boysnir.
Higartil hava átta feløg
roynt at senda teir í gólvið,
men tað hevur ikki eydnast.
Móti HB lógu teir tvær
ferðir undir, men teir komu
báðu ferðirnar upp aftur at
standa. Mikukvøldið fingu
teir beinanvegin dyggan
sendara, tá ið heimaliðið á
Mølini legði seg framum.
Tað tóktist at vera knock out
fyri KÍ, tá ið dómarin vísti
Paul Clapson ostaskorpuna,
tí hálvskaddi maðurin úti á
miðjum vølli skuldi hava
sett ælbogan í bringuna á
heimamanni.
10 móti ellivu og aftanfyri
við einum máli er vegur,
ið eigur at kennast væl
tyngri enn tvær ferðir so
brøtt brekka sum tann í
Norðoyatunnlinum. Men hjá
KÍ tykist tað í ár at vera, sum
tað er hjá velti Peturi. Hann
verður sligin í gólvið, men
tað gongur bara brøkpartur
av sekundi, so stendur hann
aftur so fattur!
Náttúrukarmurin á Mølini
er og verður soleiðis, sum
hann ikki er nakra aðra staðni
í heiminum. Áskoðarafjøldin
var stór, hýrurin á og kring
vøllin var góður alla tíðina,
hóast landsynningslotið
stóð rættuliga frískt inn úr
Flógvanum. Hetta er sum at
standa við rulluna, tók ein av
áskoðarunum til. Ta støðuna
kenna teir væl til bæði á Eiði
og í Klaksvík!
Heimaliðið omaná
EB/Streymur, sum hevði
meiri undan vind undan
steðginum,
legði
sera
bragdliga
fyri.
Piotr
Krakowski hevði lisið upp á
lektiuna, sum móti KÍ tykist
vera, at tað skal leggjast trýst
á í borðunum.
Heimamenninir høvdu
beinanvegin fleiri stórar
møguleikar, og tá ið Sorin
Anghel setti hol á, kendist
tað næstan sum um, at fleiri
heimamál fóru at koma
skjótt aftaná. KÍ átti fyrsta
hornasparkið, men Iulian
Florescu var ikki nóg neyvur
úr høgru, og uppbakkingin
aftari á vøllinum mundi ikki
vera nóg góð. EB/Streymur
fór í skjótt mótálop. Í fyrstu
atløgu megnaði KÍ at beina
burtur, men í aðru atløgu
fekk Sorin sent framvið
Meinhardti Joensen.
KÍ málverjin var sannur
brandur. Umframt Sorin
Anghel, sum eftir snilt
eitt tvey samanspæl mitt
fyri var um reppið at vera
blankur, tá ið Atli Danielsen
fekk tánna á, høvdu
Arnbjørn Hansen og Rafael
Kwiecinski beinanvegin
fínar møguleikar, men
Meinhardt Joensen, sum
man teljast millum teirra,
sum landsliðsvenjarin haldur
eyka vakið eyga við, endaði
hvørja ferð omaná í ein móti
einum støðum.
Heimatrýstið linkaði eitt
sindur eftir fyrstu løtuna.
Klaksvíkingar vóru onkra
ferðina framvið, og tað
kendist sum um, at tað serliga
var í deyðbóltsstøðunum, at
teir høvdu tyngdina, sum
skuldi til fyri at fáa mál.
Ellivu minuttir undan
steðginum tóktist alt kortini
at tala fyri heimasigri.
Paul Clapson, sum aftur
hesa ferð og meiri enn eitt
sindur darvaður av skaða var
einsamallur á KÍ toppinum,
hevndi seg inn á Marna
Djurhuus, ið var tryggur
miðverji, og so var KÍ
undirmannað.
Eftir hesa støðuna kom til
sjóndar, hví KÍ er ósigrað.
Hugburðurin og orkan eru
framúr. Fram móti steðginum
var KÍ í somu uppstilling,
sum teir høvdu verið, men
uttan álopsspælara! Og tá
var tað, at teir javnaðu og
fingu málið, sum vísti seg
at vera nóg mikið til at halda
tørn um ósigraðu støðuna.
Hjalgrím Elttør stríddi
seg til horna í høgru, Iulian
Florescu legði til nærra
stólpan, har Sinisa Jovanovic,
sum var sera tryggur miðverji
frammanfyri og viðhvørt
aftanfyri Atla Danielsen,
stakk seg fram og stýrdi
bóltinum í málið, og so var
Klaksvíksleiðin vorðin eitt
sindur slættari.
Góðir málverjar
Eftir steðgin var Hjalgrím
Elttør
einsamallur
KÍ
álopsspælari. Setningurin
hjá klaksvíkingum var at
verja tað, sum teir høvdu havt
við sær út í kuldan, og hóast
manningarligu javnstøðuna
eftir at John Heri Dam varð
vístur av vøllinum, tá ið
hann hevði fingið seinna
gula kortið fyri at steðga
bóltinum við hondini, so
tóktust klaksvíkingar ikki
at vera serliga hugaðir í
stórum tali at fara framum
miðjuna.
Í løtum fingu Ronnie
Samuelsen og Bárður Olsen
heimaspælið at hanga saman,
og Sorin Anghel, Hans
Pauli Samuelsen og Rafael
Kwiecinski høvdu góðar
royndir móti KÍ málinum,
men teir megnaðu ikki at
senda framvið Meinhardti
Joensen, sum setti krúnuna á
fínt avrik, tá ið hann bjargaði
meistarliga í ein móti einum
støðu.
Sum 2. hálvleikur leið
hevði KÍ vandamikil álop.
Bestu royndirnar vóru úti frá.
Heðin á Lakjuni og Iulian
Florescu sendu báðir úr
vinstru og upp móti handaru
samankomingini, men René
Tórgarð, sum ivaleyst eigur
at vera komin í lummabókina
hjá landsliðsvenjaranum,
vardi meistarliga fyri.
EB/Streymur-KÍ 1-1 (1-1)
0-1: Sorin Anghel 5.
1-1: Sinisa Jovanovic 41.
Start skoraði 10 mál
Norska felagði Start vann heili 10-1 í norsku steypakappingini í gjárkvøldið.
Start spældi ímóti 3. deildarliðnum Arendal, og stórur munur var á liðunum.
Todi Jónsson varð spardur til dystin, og hann sat á beinkinum allar 90
minuttirnar. Dysturin varð spældur í Arendal, og har fegnaðust tey um, at
óvanliga nógvir áskoðarar vóru til dystin. Heimaliðið formáddi sær tó lítið
ímóti sterka Start-liðnum, men eitt mál kláraði Arendal tó at skora.
Jesper Olsen fekk heilabløðing
Jesper Olsen, sum var ein av spælarunum á tiltikna dynamit-liðnum hjá
dønum í 80’unum, var í vikuni lagdur inn á sjúkrahús í Melbourne í Australia
við einari heilabløðingi. Skanningar hava síðani víst, at heilabløðingin fer
at laga seg av sær sjálvum. Tí verður Jesper Olsen væntandi skrivaður út
av sjúkrahúsinum í morgin. Jesper Olsen hevur í fleiri ár starvast fyri eitt
felag, sum keypir og selir spælarar, og í løtuni er hann leiðari á einum
fótbóltsskúla í Australia.
Stutt sagt
Moralurin
er í toppi
Klaksvíkingar fóru væl
nøgdir av Mølini og
gjøgnum tríggjar tunlar,
áðrenn teir aftur vóru á
Borðoyavík.Tony Paris
hevur megnað at blása
vilja og dirvi í liðið, ið
– sum so manga aðra
staðni – seinastu árini so
ofta hevur verið flongt
móti EB/Streymi.
Einki er at ivast í, at
málverjin, Meinhardt
Joensen, hesa ferð var
dagsins maður.
– Vit hava trupulleikar
við at koma í gongd.
Teir skora, og tað er ikki
fyrrenn vit hava mist ein
mann, at vit orduliga koma
fyri okkum. Tá vísa vit, at
moralurin og konditiónin
eru í toppi.
Títt egna avrik?
– Eg átti seinna málið
móti HB. Tíbetur bjargaði
eg brotssparkinum, og hesa
ferð haldi eg, at tað gekk
væl. Eg havi fantastiska
verju frammanfyri meg.
Teir hava nógvar royndir,
og teir eru allir fínir
bóltspælarar. Tað hevur
stóran týdning fyri meg,
sigur Meinhardt Joensen,
sum tóktist eitt sindur
darvaður av skaða.
– Eg kom skeivt niður
eftir luftbólt og hevði
pínu, men eg haldi ikki,
at hetta er nakað, sum
framvegis fer at darva, tí
vit skulu ikki spæla aftur
fyrrenn annað vikuskifti.
Ikki ráð til
sovorðið
EB/Streymur var oddalið
undan 8. umfari, og
felagsliðið verður eisini
á toppinum undan 9.
umfari. Leikliga avrikið
á heimavølli móti teimum
næstbestu kundu teir vera
nøgdir við, men venjarin
var ikki nøgdur við
úrtøkuna:
– Hetta var besta leik-
liga avrikið hjá okkum í
ár. Men glansurin fer av
hesi staðfestingini, tá ið
vit ikki megna at fáa fulla
úrtøku á heimavølli, sigur
EB/Streyma venjarin Piotr
Krakowski.
– Vit áttu beinanvegin
at fingið málini, sum áttu
at havt verið nóg mikið
til tryggan sigur. Tað
megnaðu vit ikki, og tað
var ikki nóg gott, at teir, tá
ið teir eru undirmannaðir
og stutt undan steðginum
fáa mál, sigur EB/Streyma
venjarin sum ásannar, at
tað eftir steðgin var meiri
javnt.
–Vit eru oddalið. Um vit
skulu hava møguleika at
halda tørn um ta støðuna,
so er tað neyðugt, at vit fáa
fulla úrtøku á heimavølli.
Tað fingu vit ikki hesa
ferð. Sovornar kiksarar
hava vit ikki ráð til. -jh
EB/Streymur-KÍ 1-1 (1-1):
KÍ fæst ikki í gólvið
Fyri tað nógva trýsti heimamenninir KÍ í botn, men aktuella viðrákið hjá klaksvíkingum ber við sær, at teir ongan tíð fella í fátt
Mynd: Sofus D. Johannesen
[ Nr. 91 - 11. mai 2006 ]