hósdagur 11. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 91 - 11. mai 2006 ]
Við knívinum á
barkanum eydnaðist
fuglfirðingum
at vinna sær trý
ómetaliga týðandi
stig, tá B68 var á
vitjan mikukvøldið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við ongum stigi fyri fyrstu
sjey dystirnar stóð heilt nógv
á hjá ÍF, tá teir mikukvøldið
dystaðust við B68. At
toftamenn undan dystinum
vóru triði niðastir, gjørdi
ikki trýstið minni, tí snøgt
sagt, so vildi ÍF verið liðugt,
um dysturin ikki kastaði trý
stig av sær.
Funnu stríðsviljan
Og tað eydnaðist eisini hjá
ÍF at vinna tey trý stigini.
Við einum stríðsvilja, sum
sjáldan hevur verið sjónligur
í ár, vóru teir liðið, sum mest
av øllum vildi vinna dystin.
Og tað mundi eisini hjálpa
í so máta, at vertirnir løgdu
seg á odda eftir bara trimum
minuttum. Hanus Eliasen,
sum var sera sjónligur
gjøgnum allan dystin, dróg
seg leysan í høgru, og tá
hann sendi innfyri, tveitti
Bartal seg fram og stútaði
í kassan.
Eftir hetta vóru tað kanska
gestirnir, sum høvdu bóltin
meira. Teir royndu fleiri
ferðir at spæla seg niðaneftir,
men tað var tó sjáldan, at
teir hóttu ÍF-málið, har
Karstin Joensen fyribils
hevur játtað at geva eina
hjálpandi hond. Og tá teir ta
einu ferðina komu heilt nær,
eydnaðist fuglfirðingunum
kortini at rudda á sjálvari
málstrikuni.
Og eftir steðgin punkteraðu
gestirnir mest sum heilt.
Innan seks minuttir stóð 3-
0 á talvuni, og so var eingin
vegur aftur hjá B68.
Fyrra málið stóðu Hanus
Eliasen og Frank Poulsen
aftanfyri, tá teir spældu seg
ígjøgnum, áðrenn Frank
sendi bóltin innfyri. Í fyrstu
atløgu fingu toftamenn
stútað útfrá, men bólturin
kom ikki longur enn til
Høgna Zachariassen, sum
við einum fløtum skoti sendi
bóltin í kassan. Og Hanus
var bæði ígongdsetari og
skarprættari, tá seinasti
seymurin varð settur í.
Hann fangaði bóltin á
miðvøllinum, sendi Bartal
Eliasen avstað. Og tá hesin
so legði flatt útfrá, var
Hanus eisini maðurin, sum
smekkaði bóltin í kassan til
3-0.
ÍF-B68 3-0 (1-0)
1-0: Bartal Eliasen, 3.
2-0: Høgni Zachariassen, 48.
3-0: Hanus Eliasen, 51.
Soltnu úrslitini,
sum NSÍ var plágað
av fyrstu umførini,
eru nú at finna
á Skála, har teir
tríggja tær seinastu
ferðirnar hava tapt
oyggjauppgerðir
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Venjarin skal avsigast, og
spælararnir duga einki.
Sovorðið prutlaði undir
lokinum í Runavík, tá ið
NSÍ eftir fýra tey fyrstu
umførini bara hevði fingið
fýra stig. Nú er vent í holini.
NSÍ hevur spælt fýra ferðir
afturat. Tríggjar ferðir hava
teir fingið fulla úrtøku, í
Gøtu fingu teir eitt stig,
og eftir kommunusigurin
móti Skála á heimavølli
mikukvøldið eru teir stutt
frá at vera orduliga við í
kappingini um plássið, sum
teir undan kappingarbyrjan
søgdu, at teir áttu at spæla
við um.
Skálamenn fóru við ongum
úr Runavík. Teir taptu 2-1,
og teir hava fingið tvey
stig burturúr fimm teimum
seinastu royndunum. Tað
kundi líkst kreppu á Skála,
men teir siga seg framvegis
hava mót um, at tað skal bera
til at venda gongdini.
– Vit trýstu fyri at fáa
javnleik móti NSÍ, men tað
miseydnaðist. Í 1. hálvleiki
vóru teir omaná, men eftir
steðgin megnaðu vit at spæla
upp ímóti teimum. Næstu
ferð skulu vit spæla móti ÍF
á heimavølli, og tá vóna vit,
at fyritreytirnar fara at verða
betri, sigur Pauli Poulsen,
hjálparvenjari á Skála.
Tá ið hann tosar um
fyritreytirnar, so hugsar
hann um manningina. Í
fjør var Skála flúgvandi.
Tá nýttu teir í átta teimum
fyrstu umførunum tólv
spælarar. Í ár er eingin
endi á skaðalistanum.
Mikukvøldið vóru Jónhard
Frederiksberg, Alexandur
Johansen
og
Borgar
Kristiansen uttanfyri við
skaða. Pætur Dam Jacobsen
var bæði leikbannaður
og skaddur. Stutt undan
steðginum noyddust bæði
Bjarni Jørgensen og Teitur
R. Joensen av vøllinum, tí
teir vóru skaddir!
- Vit vóna, at tað nú fer at
venda. Pauli G. Hansen var
vongverji í 1. hálvleiki. Eftir
steðgin var hann á vanliga
miðvallarplássinum, og tað
vísti seg, at hann er komin
fyri seg aftur. Tað hevur
stóran týdning, sigur Pauli
Poulsen.
NSÍ bragdligt
NSÍ legði optimistiskt og
ágangandi fyri. Ofta vóru
sendingarnar langar. Tær
vóru ikki altíð so neyvar,
men viðhvørt eydnaðist
konseptið. Annar parturin
var at nýta dýpdina og stinga
fram ímillum til Christian
Høgna Jacobsen og Sonna L.
Petersen, sum hesa ferð var
annar av álopsmonnunum í
4-4-2 uppstilling.
Hin parturin var at toga
spælið sundur og royna
við diagonalbóltum. Tað
eydnaðist viðhvørt, serliga
tá ið Brynjolvur Nielsen
royndi at finna Andy Olsen
í hinum borðinum.
– Tað er altíð neyðugt at
fokusera á næstu uppgávuna.
Sjálvandi er tað lættari at
venja, tá ið tað gongur,
sum tað hevur gjørt tær
seinastu ferðirnar heldur
enn, tá ið tað gongur, sum
tað gekk fyrstu umførini.
Eg visti, at vit áttu at megna
meiri. Nú hava vit funnið
fasta uppstilling, og tað er
kapping um plássini. Hesa
ferð vóru Dánial Hansen og
Óli Hansena burturstaddir,
men tað gekk kortini væl,
staðfestir væl nøgdi Trygvi
Mortensen, sum í løtuni
neyvan er plágaður av tosi
og tutli um, at hann skal
leggja kongin.
NSÍ megnaðí at spæla
seg til málmøguleikar, men
Sonni
Sonni L. Petersen og
Christian Høgni Jacobsen
høvdu møguleikar í opnum
spæli. Sonni setti hol á við
stútara eftir horna.
Eftir steðgin legði Skála
fyri sum óløgi. Debus
Danielsen hevði beinanvegin
gyltan møguleika at javna,
men Jens Martin Knudsen
bjargaði meistarliga við
nærra stólpan. Fyri Skála var
tað sum pøs av køldum vatni,
tá ið Bogi Løkin fimm metrar
uttanvert brotsteigarmarkið
smekkaði returbólt í málið til
2-0. NSÍ spælararnir høvdu
tó ikki fingið armarnar niður
aftur, tá ið spenningur kom
í aftur. Bogi Gregersen
sneiddi framvið trimum
og eftir innlegg var Borgar
Kristiansen, sum stutt undan
steðginum var noyddur at
fara á vøllin, fyrstur á. Hetta
var fyrsta málið yvirhøvur
hjá Borgari í bestu deildini.
Skála royndi eftir eina
stiginum. NSÍ helt tætt,
krepputosið í Runavík er
burtur, og á Skála hava teir
ikki mist mótið. Eftir tap í
trimum oyggjauppgerðum á
rað siga seg síggja fram móti
ljósari tíðum. Tá ið ÍF kemur
á Skála um stóra viku skal
skútan vendast!
NSÍ-Skála 2-1 (1-0)
1-0: Sonni L. Petersen 26.
2-0: Bogi Løkin 55.
2-1: Borgar Kristiansen 56.
AB og KÍ vunnu
Mikukvøldið vóru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar. Á
Argjum spældu AB og B36, og her eydnaðist heimaliðnum at vinna 3-1. AB var á odda
3-0, áðrenn B36 fekk eitt týdningarmikið útivallarmál til 3-1. Í Klaksvík var tað bara
heimaliðið, sum skoraði. Men sigurin hjá KÍ gjørdist ikki so stórur, sum tá liðini hittust
í landskappingini. KÍ fekk tvey mál, og ta leiðsluns skal liðið verja í seinna dystinum í
Gøtu. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 28. mai. Finalan verður í Havn 1. juli.
Christian hevur kós móti uppflyting
Tað er møguleiki fyri, at tað verður uppaftur meiri føroyskt íslett í donsku
superliguni næsta kappingarár, enn tað hevur verið í hesum kappingarárinum.
Í gjárkvøld vann Lyngby 4-0 á heimavølli móti Herfølge í útsettari uppgerð í næstbestu deildini.
Sigurin ber við sær, at Lyngby nú er næstfremst og harvið á uppflytingarplássi.
Christian Lamhauge Holst, sum hevur verið á føroyska landsliðnum, skoraði fyrsta
málið fyri Lyngby. Síðani gjørdi toppskjúttin í næstbestu deildini, 19 ára gamli Morten
Nordstrand, øll hini trý málini. Hann hevur higartil skorað 21 mál. Christian Lamhauge
Holst, sum var skaddur eitt langt skifti, hevur nú gjørt ellivu mál.
ÍF-GÍ 3-0 (1-0):
ÍF fangaði lívlínuna
NSÍ-Skála 2-1 (1-0):
Kreppan hevur skift bústað
Eftir dystin fingu vit
orð á Hanus Eliasen,
og hann duldi ikki fyri,
at fótbóltstilveran í
Fuglafirði nú sær nakað
væl ljósari út.
– Vit høvdu sjálvandi
knívin á barkanum undan
dystinum, men eg haldi, at
sigurin var fult uppiborin.
Skjóta málið ger sjálvandi
eisini, at vit fara at trúgva
upp á møguleikan, og
fram til 3-0 haldi eg, at
vit sita á øllum. Tá fáa teir
sjálvandi bóltin meira,
men sigurin var mest sum
vísur tá, kortini.
– Men mest av øllum,
so spældu vit sum eitt lið
hesaferð. Vit runnu allir
fyri hvørjum øðrum, og
tað er kanska tað, sum
hevur manglað hinar
dysitrnar.
Og við trimum stigum
hava tit nú eisini fingið
samband við restina av
feltinum?
– Ja. Tú sært, hvussu
væl tveir sigrar munaðu
hjá VB. Komandi umfarið
spæla vit móti Skála, og
klára vit at vinna tann
dystin, eru vit møguliga
farnir upp um strikuna,
so tað kann ganga skjótt,
um byrðurin er við, helt
Hanus Eliasen.
-mørk
Trúðu uppá tað