hósdagur 11. mai 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
29
Nr. 91 • hósdagur • 11. - 14. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Herfyri kom fram
at Katólska Kirkjan
í mánaðir hevur
roynt at fáa Sony til
at skriva á filmin um
The da Vinci Code,
at hann er fiktión
og ikki veruleiki. Nú
hevur Ron Howard,
ið er ein av teimum
stóru mainstream
leikstjórunum og
tungu dreingjunum
í Hollywood, fingið
nóg mikið. Hann
heldur ikki, at filmar
nir hjá honum skulu
noyðast, at prenta
sum tekst, um teir
byggja á veruleikan
ella ikki
DaVinci Code
Kim Simonsen
Tað er katólski felags
skapurin Opus Dei, ið
hevur roynt at sett trýst á
framleiðarnar av filminum.
Opus Dei er veruliga í
andglettinum í bókini
um da Vinci gátuna, har
felagsskapurin við øllum
midlum berjist ímóti
sannleikanum, sum leitað
verður eftir.
Seinast vit sóu Ron
Howard var í filminum
”Cinderella Man” ið er
søgan um ein boksara og
sterka kærleikan millum
konuna Mae og James, og
hvussu tey lærdu at halda
enn meiri saman tá tíðirnar
eru ringar. Áðrenn hetta
eisini filmin ”A Beautifull
Mind”.
Ron Howard hevur sakt
við Los Angeles Times, at
hansara filmar eru fiktión,
um fólk, ið eru ávirkað av
samansvørjingartonkum
og ástøði. Hetta er ikki
gudfrøði ella søga, men ein
spenningsfilmur.
Søgan er blasfemisk
Vatikanið hevur leingið
kalla søguna hjá Dan
Brown blasfemiska. Serliga
felagsskapurin Opus Dei,
verður lagdur undir mis
tanka í bókini.
The da Vinci Code fær
heimspremieru á film
stevnuni í Cannes 17. mai
og kring allan heimin 19.
mai., men ikki í Havnar
Bio, tí eigarin er samdur
við Pávanum um at søgan
er blasfemisk.
Australska
kirkjan rasandi
Eisini í Australia eru kirkju
fólk óð inn á The da Vinci
Code filmin. Hesi hava
gjørt eina 20 sekund langa
video, ið skal vísa øllum,
at Dan Brown bert lýgur,
Millum annað um at Jesus
hevði eftirkomarar. Við at
brúka somu midlar sum
filmídnaðurin vónar Enska
Kirkjan í Australia, at hon
kann loypa á tað sum Dan
Brown hevur sakt.
Da Vinci leikstórin í mótvindi:
– Ron Howard vil ikki
boyggja seg fyri kirkjuni
Søgan byrjar við at professarin Robert Langdon (Tom Hanks) verður
biðin um at koma til
Louvre í Paris, har eitt av starvsfólkunum er myrt, eftir eru nógv
ymisk spor og symbol.
Langdon, og kotubrótarin Sophie Neveu (Audrey Tautou), finna
so við og við, eina røð av ótrúligum loyndarmálum í verkunum
hjá multiflogvitinum Leonardo da Vinci, ið aftur vísa aftur til eitt
loyndarmál, ið hevur verið dult í 2000 ár. Ferðin gongur gjøgnum
Paris, London og Skotland, har tey finna spor og royna at bróta
kotuna, ið skal geva okkum eina vitan um grundarlagið undir okkara
mentan, trúgv og søgu.
FAKTA
Dan Brown hevur selt 25 millionir eintøk av bókini The Da Vinci Code, og er hon týdd til 44 mál
kring allan heimin