Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 »Kórið hjá Jóhan« av Skálafjørðinum var í páskafrítíðini á sangferð í Prag. Ferðalagið taldi 50 fólk. Av teimum vóru 34 sangarar Farið varð av Havnini við Norrønu hósdagin 6. apríl. Ferðalagið hevði ein góðan túr niður við Norrønu. Veðr­ið var av tí besta, og fríggjadagin var sangløta í »Viking Club« umborð. Kórið sang sjey sangir, og síðani varð harmonikan tikin fram og felagssangir sungnir. Føroyingum dámar ser­ stakliga væl at syngja sam­ an, og meðan bíðað var í geing­ini at sleppa í land í Hanstholm leygar­morgunin, tók Jóhan harmonikuna fram. Skjótt tyrptist fólk saman, og felagssangurin mundi runga í næstan ein heilan tíma, áðrenn farið varð í land. Tá ið komið var í land í Hanstholm, stóð danskur bussur fyri ferðalagnum á havnalagnum. Klokkan 13:00 varð kósin sett móti Esbjerg, har kórið skuldi vera gestur hjá Før­oy­ inga­felagnum í Esbjerg. Vitjanin var løgd soleiðis til rættis, at fyrst skuldi konsert vera í hølunum hjá Frelsunarherinum, og síðani skuldi ferðalagið til døgurða í hølunum hjá føroyingafelagnum. Alt ferðalagið merkti ein ómetaligan blíðskap frá fyrireikarunum – frá tí vit komu úr bussinum, til vit aftur vóru til reiðar at halda leiðina fram til Prag. Rættiliga fitt av fólki var komið saman í hølunum hjá frelsunarherinum. Tá døgurðin var etin, varð har­monikan tikin úr kuff­ ertinum, og felags­sangurin rungaði um allar geilar. Nakað eftir klokkan sjey um kvøldið vóru fólk komin aftur í bussin at sita, og so varð kósin sett móti Prag. Onkuntíð varð steðgað á í Týsklandi, so fólk kundu strekkja bein­ ini og kanska fáa sær ein drekkamunn. Um hálvgum átta tíðina sunnu­morgunin varð steðgað á mat­stovu nakað innan fyri kekkiska markið, so troyttu før­oy­ ing­arnir kundu fáa sær ein morgunmatarbita. Síðani varð hildið fram móti “Ther­esienstadt”, sum nas­istarnir brúktu sum fanga­legu undir øðr­um veraldarbardaga. Ferða­ leiðari vísti runt og greiddi frá teimum ræðuleikum, ið her gingu fyri seg. Aftur eitt dømi um tann óndskap, sum býr í menniskjunum. Nakað aftan á døgurða sunnudagin var ferðalagið komið á mál. Hotellið “Vit­ kova” skuldi vera okkara bú­staður, meðan vit vitjaðu kekkiska høvuðsstaðin. Kór­nevndin hevði lagt ferð­ina væl og virðiliga til rættis: Rundferðir í býnum vórðu gjørdar og siglt varð á Moldau ánni. Und­ir siglitúrinum, har før­oyingarnir kundu fáa sær okkurt til matna av sjálv­­tøkuborðinum, kom kekkiski ferðaleiðarin og bað kórið syngja onkrar før­oyskar sangir. Alt ferða­ lagið var eisini og fekk sær ein døgurðabita saman ein­­ar tvær-tríggjar ferðir, vitjað varð í leikhúsinum “Laterna Magika”, nøkur vóru til opera, føroyingarnir upplivdu framúrskarandi vatnshow við ljósi og tón­ leiki, og sjálvandi varð eisini farið til handils og marknað bæði her og har. Ferðalagið ferðaðist nógv við metroini ella und­ ir­grundstokinum. Onkur minningarrík løta var á metrostøðini, tá føroy­ing­ ar­nir vóru á veg til hús um kvøldið. Veitrandi við føroyskum fløggum trivu allir 50 føroyingarnir í at syngja. Fyrst flaggsangin, síðani tjóðsangin, og með­ an farið varð upp gjøgn­ um tær óendaligu rullu­ trappurnar, rungaði “Flóvin Bænadiktson” undir metro­ hválvinum. Kekkar stóðu púra býttir og lýddu á. Mánakvøldið 10. apríl skuldi fyrsta konsertin vera - í býnum Brandýs nad Labem einar 25 km uttan fyri Prag – saman við einum kóri har. Kór­leið­ ararnir báðir høvdu í langa tíð frammanundan havt dúgligt telduposta­samskifti, og avtalað var, at kekkiski kórleiðarin skuldi koma á hotellið hjá føroyska ferða­ lagnum og syrgja fyri, at bussurin kom beina leið til konsertstaðið. Sum sagt, so gjørt. Klokk­an 16:00 varð farið við buss­inum, og um fimm tíðina sótu øll til borðs í matstovuni á slottinum í Brandýs nad Labem. Før­ oyska kórið hevði bjóðað kekkiska kórleiðaranum at eta saman við sær. Hugna­ ligt var at sita í kongaligum um­hvørvi og njóta ein góðan bita, meðan eldurin brann so lystiliga í opnu kaminuni. Eftir ein megnar døg­ urða varð farið inn í slotts­ kirkjuna, har konsertin skuldi vera klokkan 19:30. Kekkiska kórið hitaði upp í einum øðrum rúmi, men tá føroyska kórið kom framvið, varð tað fagnað við miklum lógvabrestum. Síðani hitaði føroyska kórið upp og sang ymiskt ígjøgnum. Kekkiski kórleiðarin segði seg ikki vænta stórvegis av fólki. Ikki plagdi nógv fólk vanliga at koma til kon­sertir og uppaftur minni, tá veðrið var sum henda dag­in – heldur illfýsið. Men ikki gongur altíð, sum prestur prædikar. Tá klokkan nærkaðist hálvgum átta, var kirkjan fullsett við áhoyrarum, so tað var sera hugaligt at byrja konsertina í tí stásiligu slottskirkjuni við tí góða akustikkinum. Tað gjørdi tað ikki minni spennandi, at sjónvarpsfólk og myndatøkufólk vóru kom­in á staðið. Sum avtalað sang kekkiska kórið fyrst einar tríggjar- fýra sangir á kekkiskum. Væl framført og hugaligt hjá okkum føroyingum at lýða á. Síðani átti “Kórið hjá Jóhan” tørn. Skráin hjá kórinum varð send kekkum langt frammanundan, so allir áhoyrararnir fingu kekkiska konsertskrá upp í hondina, har greitt varð frá føroyska kórinum og sangunum, tað framførdi. Skráin var rætti­ liga fjølbroytt, og ser­liga dámdi kekkum væl rót­før­ oysku løgini. Ungi klav­er­ snillingurin, Jórun Hansen av Skipanesi, varð boðin við kórinum sum pianistur. Hon spældi fylgispælið til nakrar av sangunum hjá kórinum, men fekk eftir steðgin eis­ ini høvi at vísa, hvat hon dug­ir sum klaverspælari. Fólk sótu við virðing og and­akt og lurtaðu, meðan Jórun á Steinway og Son flygl­ið spældi triðja sats úr “Pathetique” av Beethoven. Áhoyrararnir settu prís upp á hennara frálíka spæl og fagnaðu henni við rungandi lógvabrestum. Eftir hetta steig føroyski kórleiðarin fram fyri áhoyr­ arafjøldina og helt røðu á kekkiskum máli. Fólk vóru púrasta tikin á bóli, og fagnaðurin var ovurstórur. Kórleiðarin handaði eisini vegna kórið kekkiska kórinum eina gávu úr før­ oyskum gróti Síðani varð konsertskráin sungin at enda – fólk klappaðu dúg­liga, og sjálvandi mátti kórið syngja okkurt eykalag. Til allarsíðst sungu bæði kór­ini saman “Ave verum corpus” av Mozart – Jórun spældi fylgispælið, og Jóhan stjórnaði. Eftir eina sera væl eydn­aða konsert fingu før­oyingarnir ovurstóra blíð­skapin hjá kekk­um at kenna. Vit vórðu boðin inn í stóra høll á slottinum, har borðreitt var við øllum góðum – tað var sum at vera í brúdleypi. Kekk­ar vitstu ikki alt tað góða, teir skuldu gera fyri okkum. Ein ógloymandi hugnaløta. Føroyingar og kekkar skift­ust um at syngja fyri hvørj­um øðrum, og endin var, at allir føroyingarnir fóru upp á gólv at vísa kekkum føroyska dansin. Eisini var áhugavert at heilsa upp á kórformannin í kekkiska kórinum, sum hevði roynt umstøðurnar í Theresienstadt upp á sín egna kropp. Eftir hugnaligu samveruna varð føroyska kórið biðið um at fara inn aftur í slottskirkjuna at syngja fyri kekkum. Ógloymandi sangferð til Prag