hósdagur 11. mai 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
31
Hetta varð gjørt við gleði,
og hátíðarlig var løtan, tá
endað varð við føroyska
tjóðsanginum. Aftan á drúgt
og hendingaríkt kvøld, varð
tikið í hondina á kekkum,
takkað varð so hjartaliga
fyri, og føroyska ferðalagið
setti kós móti Prag. Við
sær í hotellíbúðirnar høvdu
føroyingarnir nakrar papp
eskjur við køkum, sum blíðu
kekkarnir endiliga vildu
sleppa at geva okkum.
»Kórið hjá Jóhan« hevði
tvær konsertir í Kekkia.
Hin seinna konsertin var
mikukvøldið 12. apríl í
kirkjuni “Sankta Mortan
í Múrinum” saman við
einum øðrum kekkiskum
kóri. Kirkjan, sum er
avgomul – fyrsti parturin
bygdur longu í 1100-tal
inum – liggur inni í mið
býnum í Prag. Spennandi
var at vita, um nakrir
áhoyrarar mundu fara at
koma. Í Prag er ørgrynni
av konsertum av øllum
sløgum, so torført kann
vera at fáa áhoyrarar til tær
allar. Væl vísti seg tó at
bera til. Kirkjan var so at
siga fullsett við áhoyrarum,
ið fagnaðu føroyingunum
óført. Kanska hjálpti tað
væl, at danska sendistovan
í Prag hevði tíðindini um
konsertirnar inni á heima
síðu síni. Eisini hetta kórið
fekk gávu frá føroyska
kórinum, og føroyski
kórleiðarin bar aftur fram
røðu á kekkiskum.
Síðsta kvøldið í Prag fekk
alt føroyska ferðalagið sær
døgurða á sera stásiligari
kekkiskari matstovu. Mat
stovan er í bygninginum
“Obecni dum”, har kekkiska
tjóðveldið varð kunngjørt
í 1911. Framúr góður
døgurði í áhugaverdum
søguligum umhvørvi. Beint
eftir døgurðan fekk Petur
Jákupsson nápað sær eina
harmoniku frá einum spæli
manni á matstovuni, og
skjótt trivu føroyingarnir í
Niklas hjá Pena.
Hóast føroyskt veðurlag
niðri í Prag settu føroy
ingarnir seg væl nøgdir
innaftur í bussin seinnapartin
fríggjadagin. Nú var steðg
urin í Kekkia av, og kós sett
móti Danmark. Koyrt varð
alla náttina og út á morgunin.
Um níggju tíðina kom
ferðalagið til Hanstholm.
Hjá teimum flestu mundi
svøvnurin hava verið lítil, og
tí var tað lívgandi at seta seg
til borðs á sjómansheiminum
og fáa sær ein góðan morgun
matarbita.
Veðrið var heldur rusk
ut heim við Norrønu,
men kortini møttu allir
kórsangararnir til páska
sangløtuna í “Viking Club”
seinnapartin páskadag.
Páskaevangeliið varð lisið,
kórið sang eina stutta skrá,
og síðani var felagssangur
– sálmar og sangir. Jórun
hevði klaverfylgispælið.
Árla mánamorgunin
komu troyttu, men kortini
væl nøgdu, føroyingarnir
aftur heim á klettarnar.