hósdagur 11. mai 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
Við Eli í Espania í 1961
Sum seks ára gamal
minnist eg meg liggja
og grátt í hospitalssong
í Keypmannahavn. Eg
hoyrdi dunið av propel
flúgvarum, sum fóru
framvið. Eg hugsaði, at nú
fóru tey avstað til, ja eg
visti ikki um nakað annað
land enn Føroyar. Men
landið var Spania, og eg
helt, at tey fóru hagar uttan
meg: mamma,babba, Jens
og Johan. Eg kendi meg so
fremmandan her.
Eg skilti ikki tað, sum
tey søgdu, og longsulfulli
gráturin helt á. Eg var
ótroystiligur og bara græt og
græt, inntil eg hoyrdi málið á
kvinnu, sum tosaði føroykst.
Hon var sjúkrasystir og
megnaði at steðga grátinum.
Hon hevði kærleiksfulla
og mjúka móðurrødd,
og hon segði mær, at tey
fóru ongan veg uttan meg.
Hon fortaldi mær, at tey í
flúgvarum, sum vit hoyrdu,
vóru onnur enn familjan
hjá mær. Samstundis rætti
hon mær skál við frukt. Eg
minnist, hvussu forkunnugt
og spennandi tað var at eta
víndrúur og perur. Hetta
uggaði meg, og eg var aftur
glaður.
At eg var innlagdur
komst av, at vit tríggir
beiggjarnir vóru farnir
yvir á eitt spælipláss á
Sundbyvesterplads úti á
Amager, har abbi mín,
Hillebert Andreassen,
búði. Tit kunnu ætla, at
hetta spæliplássið var
ein dreymur hjá okkum
havnardreingjum. Ótarnaðir
fingu vit loyvi at royna
allar møguleikar. Har vóru
dandir, karosellir, klatristativ
og sandkassar. Tað, sum
hugtók okkum mest, var
rutsibanin. Av honum fingu
vit summarfuglar í búkin,
og vit skiftust um at royna
hann: Jens og Johan og so
eg. Niður komnir, so beina
leið til leytaran og upp, ein
rutsjutúr afturat, og vit hildu
bara fram at skreiða, og tað
gekk bara villari og villari
fyri seg.
Tá var tað, at ólukkan
hendi. Eg klatraði á banan
um, og tá ið eg var komin
næstan heilt upp, kom Johan
bróðir skreiðandi og rendi
á meg. “Bum” og eg bleiv
sendur eftir høvdinum niður í
harða asfaltið. Meiri mintist
eg ikki, fyrrenn eg vaknaði
aftur á sjúkrahúsinum. Tey
søgdu, at eg hevði fingið
heilaskjálvta.
Eg mundi ikki vera so
leingi á sjúkrahúsinum. Tá
ið eg var útskrivaður, var
familian Smith aftur samlað.
Tað næsta, sum eg minnist,
er, at vit vóru á einari heitari
strond í Spaniu í býnum
“Palma” á oynni Mallorca.
Sum myndin av familjuni
boðar frá, so er hetta ein
góð løta. Mamma og babba
í besta blóma og vit tríggir í
einari røð.
At ferðast í Spania var
ikki vanligt tá á døgum.
Foreldur míni vóru kreativ
og arbeiðssom, og tað var
orsøkin til, at tað bar til at
fíggja sovorna familiuferð.
Minnist at eg dúkkaði við
svimjubrillum. At síggja alt
lívið undir vatnskorpuni var
so grípandi, at eg næstan
gloymdi at fara upp at anda.
Eg sá fiskar millum tara og
steinar. Onkuntíð bleiv eg eitt
sindur bangin, tá ið onkur
størri fiskur kom til sjóndar.
Àðrenn eg visti av tí, dugdi
eg at svimja. Fegin var eg,
og skundaði mær at siga
mammu og pápa frá hesum.
Men svimjingin hevði sín
prís! Ryggurin skáldaðist
av sólini, so eg mátti fáa
okkurt gott at smyrja uppá
frá mammu, og so var eg
noyddur at halda meg í
skugganum, inntil svárasta
pínan var av.
Pápi mín var eisini gripin
av at dúkka. Við snorklinum
váðaði hann sær út á djúpari
vatn og var burtur eina
góða løtu. Mamma gjørdist
bangin um hann og reistist
fyri at vita, hvar hann var,
fekk sær sólbrillurnar uppá
fyri at skymast her pg so
har og spurdi so eitt sindur
fjálturstungin, um vit høvdu
sæð babba. Tað gekk ein løta,
jú so sá hon hann svimja har
úti. Og so vendi hon sær á og
fór aftur í stólin at fáa nakrar
sólstrálir afturat.
Stóribeiggi, Jens, minnist,
at Johan bróðir var farin út at
svimja. Meðan Jens tókst við
okkurt á sandinum, hoyrdi
hann snjøllu røddina á Johan
rópa um hjálp. Jens, sum
var góður svimjari, og hevði
fingið øll heiðursmerkini í tí
tá nevndu SAJ svimjingini,
helt á blámann og svam
út til Johan bróðir, sum
ræðslusligin royndi at halda
sær uppi. Jens fekk fatur á
honum og bjarga honum.
Vit ferðaðust við Spies og
búðu fyrst á einum hotelli,
sum æt Hotel Isel. Skjótt var
neyðugt at evakuera okku
frá nógvu tvístertunum og
øðrum smákyktum. Danski
ferðaleiðarin fekk skjótt
annað hotell.
Ein av útferðunum var at
vitja eina dryppsteinsholu.
Hetta var sera romantiskt.
Jens sigur seg minnast, at
meðan vit skoðaðu undr
unarverdu steinarnar kom
lítil bátur siglandi inn hag
ar, sum vit vóru. Hann var
mannaður við lítlum orkestri,
sum hjartanemandi spældi
annan sats av Sigøjnar
valsinum.
Øll arenan kókaði, og har
var rómur og róp hvørja ferð
óði tarvurin fekk lítið spjót
í seg. Johan bróðir sigur,
at tað lógu 9 tarvar eftir á,
tá ið dysturin var av. Eitt,
sum vit minnast eisini frá tí
túrinum, var tann eina dagin,
meðan vit sólaðu okkum, at
nøkur av starvsfólkunum á
hotellinum trivu í at syngja
tann vælkenda sangin “Ave
Maria”, meðan tey vaskaðu
upp, og tað ljóðaði bara so
vakurt at hoyra hesu glaðu
fólk syngja. Vit sótu við
andakt og lýddu á, meðan
tey hjartanemandi sungu
fleiræddað. Hesin sangur
fekk ein bráðan enda, tá ið
yvirtænarin kom óður innar
og bað tey tiga í stundini. Ja
Við Eli Smith í Spania
Listarmaðurin Eli Smith er í Spania.
Hann ferðast í húsbili. Ferðin verður
gjørd fyri at fáa íblástur til listarligt
arbeiði og til at fáa frið og umstøður at
avgreiða listarligan setning, sum hann
hevði við sær úr Føroyum. Eli hevur sent
Sosialinum hugleiðingar, sum hann á sín
sermerkta hátt hevur skrivað á ferðini.
Hetta er fyrsti partur, og hetta snýr seg
um tríggjar ferðir, sum Eli áður hevur
verið í Spania
Sum myndin av familjuni boðar frá, so er hetta ein góð løta. Mamma og babba í besta blóma og
vit tríggir í einari røð
Í 1974 var eg í Spania saman við ungdómsvinunum, Jákup Simonesen og Jóannesi Hansen