hósdagur 11. mai 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
33
ein sovorðin ljósasløkkjari.
Eg gloymdi at siga, at vit
sigldu bæði niður til Dan
markar og uppaftur við Tjaldr
inum, sum endaði sínar dagar
í Chile. Soleiðis var skilið tá!
Eli í Epania í 1974
Í 1974 vóru hesir vøkru
unglingarnir í Costa Del
Sol. Um tit skuldu verið
í iva, hvørjir teir eru, so
eru tað Jákup Simonsen
úr Fuglafirði, Jóannes
Hansen úr Klaksvík og
eg. Eftir at hava steðgað
í Keypmannahavn í tveir
dagar, flugu vit spentir
og lívsglaðir til Spania.
Nú skuldu vit rættiliga
njóta tað. Komu til
Toromolinos, sum er ein
gamal fiskarabýur, men
sum so nógvir aðrir býir
í Andalusia, so sóu tey
her sær størri vinning í
ferðavinnuni.
Vit búðu á týskum hotelli,
sum lá nakað niðan frá
strondini, eitt gott hotell
við svimjuhyli, kafé og
øllum hentleikum. Tá vit
ikki sólaðu okkum, vóru vit
og handlaðu ella í barruni.
Minnist ein guitarspælari,
sum setti sín dám á, vit
høvdu fortalt honum um
Føroyar, og um at Føroyar
var ein fiskuvinnutjóð. So
tá vit komu í kaféina næstu
ferð, stóð hann frammanfyri
okkum og við guitarinum
næstan uppi undir nøsini
improviseraði hann ein sang
um Føroyar, “Faroe tralla de
Bacalao”.
Í kaféini var ein skotsk
genta, sum dugdi væl at
tekna andlitsmyndir, og vit
tríggir lokkaðu hana at tekna
okkum, og har sótu vit sum
model.
Størsta hendingin á ferðini
var tað, tá ið vit á hotellinum
fingu vitjan av tveimum fót
bóltspælarum á týska lands
liðinum, sum bara nakrar
vikur frammanundan var
vorðið heimsmeitari í fótbólti
á heimavølli. Teir vóru Berti
Vogts og Rainar Bohnhof,
sum báðir vóru frá Borussia
Mönchengladbach, sum tá
var eitt tað kendasta felagið
í Vesturtýsklandi. Allan
Simonsen spældi eisini í tí
felagnum tá.
Fólkið flokkaðist sjálvandi
um hesar hetjurnar, og vit
smæddu okkum heldur ikki
burtur. Tað eydnaðist at fáa
autograf og mynd avtikna av
okkum saman við teimum,
og tit kunnu ætla at vit vóru
stoltir av tí.
Eli í Spania í 1978
Meðan eg sigldi við
danska nótabátinum
Strømegg, vóru ein skips
felagi, Oddur Jensen úr
Skopun, og eg eina viku
á Ibiza. Flestu føroyingar
kennast við Ibizasaltið,
sum saltkongurin
Hans Pauli Johannesen
umboðaði. Ibiza er ein
av Balearoyggjarnar
oyggjunum. Kendast av
teimum er Mallorca, sum
er væl størri enn Ibiza.
Ibiza er kent frítíðarstað,
sum hevur verið nógv vitjað
síðani eina ferð í trýssun
um. Her slappaðu vit báðir
ungkarlarnir okkum og
slappaðu av eftir tríggjar
strævnar mánaðir á sjónum.
Vit leigaðu bil og koyrdu
alla oynna runt og kannaðu
vakra landslagið. Serliga
vakurt var har norðuri at
síggja mandul, oliven og
figutraðsplantagurnar, og
eisini tey skógarklæddu
fjøllini. Minnist ein regndag
tá ið vit koyrdu uppi í fjøll
unum eftir smølum grús
vegum, og tá ið vit at enda
komu oman móti havinum til
lítla og óspilta bygd. Vit fóru
inn í tað lokalu matstovuna
at fáa okkum ein bita. Eg
minnist, hvussu hugnaligt tað
var at sita og eta í primitivu
matstovuni, meðan regnið
oysti niður á takið. Onkur
av teimum lokalu vóru á
matstovuni. Tey hugdu at
okkum. Tað var eyðsýnt, at
tey vóru ikki von við at hava
fremmanda fólk.
Ofta eru tað sovorðnar øðr
vísi hendingar, sum tú minn
ist aftur á.
– Ja her var eg ungur og penur,
Nú eri eg bara penur...
Eli Smith og Rainar Bohnhof í Spania í 1974
Meðan eg sigldi við danska nótabátinum Strømegg, vóru
ein skipsfelagi, Oddur Jensen úr Skopun, og eg eina viku
á Ibiza. Flestu føroyingar kennast við Ibizasaltið, sum
saltkongurin Hans Pauli Johannesen umboðaði. Ibiza er
ein av Balearoyggjarnar oyggjunum. Kendast av teimum er
Mallorca, sum er væl størri enn Ibiza
Tarvafektan er eitt »must« í Spania