hósdagur 11. mai 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
Í farnu viku vóru
vitjandi úr Norra og
Danmark í Føroyum,
her ørindi teirra
vóru at kunna seg og
skriva um seyðahald í
Føroyum
Orð: Jónheðin H. Tróndheim
Myndir: Thomas Bech
Tað er eitt samstarv millum
heimasíðuna www.sheep-
isle.dk og norska blaðið
Norsk Sau og Geit www.
nsg.no sum hevur ført
Veroniku Seim Bech og
mann hennara Thomas
Bech til Føroyar í fýra
dagar. Tey skuldu ferðast
kring landið og seta seg inn
føroyskt seyðahald.
Kjeld Malthe-Bruun,
sum er ein av eigarunum
av donsku oynni Hjelm
og er seyðamaður, hevur
heimasíðuna www.sheep-
isle.dk.
Á heimasíðuni kunnar
hann um seyðahaldið á
oynni Hjelm og um seyða
hald kring allan knøttin.
Kjeld er ein eldsál, sum
hevur 1000 ting í gongd
í senn, og so nøkur eyka
áhugamál mestsum fyri at
fylla tíðina út. Tað er hann,
sum hevur fingið ferðina
til Føroyar í lag í samstarvi
við norska blaðið Norsk
Sau og Geit. Meiningin
við ferðini var, at Veronika
Seim Bech og maðurin
Thomas Bech skuldi skriva
og taka myndir av seyði,
røktingarmønnum og
øðrum til www.sheep-isle.
dk og Norsk Sau og Geit.
Veronika er útbúgvin
landbúnaðarfrøðingur á
Noregs Landbrukshøgskule
við sergrein í ekstensivum
seyðahaldi í fjarskotnum
økjum, og maðurin Thom
as Bech lesur til arkitekt í
Aarhus.
Hóskar til
útbúgvingina
Seyðahaldið í felagshøg
unum í Føroyum er júst
tað, sum Veronika hevur
sergrein innan frá Land
búnaðarháskúlanum, og
tí lá tað henni á hjarta at
sleppa hendan veg, eftir
at hon fyri tveimum árum
síðan hitti føroyingar á
einum skeiði í Førde í
Sogn og fjordane.
Hon tosaði við teir um
seyðahaldið og fann út av,
at hetta var júst tað, sum
hon hevði lisið, hóast hon
skrivaði sína serritgerð
um líknandi seyðahald í
hálendinum í Pakistan, har
hon var í eina tíð fyri at
seta seg inn í viðurskiftini.
Vøkur oyggj
Á ferðini í Føroyum var
vitjað í Kolturi, Tjørnuvík
og á Trøllanesi. Eisini vóru
tey á vitjan á gørðunum
í meginøkinum eitt nú í
Norðadali og í Syðradali.
Orsøkin til at tey vóru í
júst hesum økjum var, at
tey fingið sæð so ymiskt
seyðahald sum til bar.
Vistfrøðiligt seyðahald
í Kolturi, ekstensivt
seyðahald í Tjørnuvík og
intensivt í Trøllanesi.
Fríggjadagin tann 21 apríl
var vitjað í Kolturi. Á stuttu
vitjanini í Kolturi greiddi
Bjørn Patursson frá, hvussu
oyggin var skipað.
Seyðahaldið í Kolturi er
rættiliga sermerkt, tí seyð
urin klárar seg fullkomiliga
sjálvur, og av tí at oyggin
er vistfrøðiligt øki, so fær
seyðurin bert medisin, sum
tað er neyðugt ella um
djóralæknin mælir til at
geva medisin. Hóast hetta er
úrtøkan av seyðahaldinum í
Kolturi rættiliga nógv betri,
um sammet verður við m.
a. ognarhagar, sum eru í
kenning.
Felin áhugaverdur
Um kvøldi var farið til
Tjørnuvíkar, har tey hittu
Jógvan Magnusen, sum er
ein av røktingarmonnunum
í Sjeyndunum.
Hann greiddi frá, hvussu
Sjeyndirnar vóru skipaðar
og hvussu teir gjørdu, fyri
at fáa sum mest burtur úr
Sjeyndunum. Í Tjørnuvík
er alt feli, og tað merkir
eisini felagslívið í bygdini.
Hetta er eitt rættiliga ókent
fyribrigdi aðrastaðni, og als
ikki vanligt eitt nú í Norra.
Tríggjar tímar av
samrøðu fekk Veronika á
upptakaran. Hetta skal so
umsetast til orð á pappíri
og skal í eitt av bløðunum
hjá Sau og Geit í heyst.
Veronika Seim Bech
slapp eisini at síggja tølini
fyri tøkuna í Sjeyndunum.
Hesi tøl eru gull verd, tí tey
eru frá ár 1900 og til dagin
í dag. Øll skipanin og øll
tøkan í fleiri enn 100 ár er
til skjals.
Tað letur seg gera
Leygardagin 22 apríl var
vitjað í Trøllanesi hjá
Bárði og Maud Østerø.
Tað sermerkta við seyða
haldinum í Trøllanesi
er, at úrtøkan er góð og
lambatalið er sera høgt,
um sammett verður við
seyðahaldið aðrastaðni í
landinum. Hetta er ikki
av tí at tey hava betri bøð
ella betri lendi, men tí at
hugburðurin er øðrvísi enn
aðrastaðni.
Í staðin fyri at drepa
annað lambið hjá tvílemb
unum, so hava tey í staðin
skipanina lægri og geva tví
lembunum eyka.
Úrslitið sæst, og av
somu orsøk er tað júst á
Trøllanesi tú skalt leita fyri
at síggja, hvussu tað ber
til at fáa nógv burtur úr
seyðahaldinum.
Tey vitjandi hildu tað
vera sera áhugavert at
síggja, hvussu tað ber til at
fáa so nógv burtur úr, hóast
seyðurin fær sera lítið at
eta, um sammet verður við
norskt seyðahald.
Góður túrur
Umboðini fyri www.sheep-
isle.dk og Norsk Sau og
Geit eru sera væl nøgd við
úrslitini. Samstarvið millum
www.sheep-isle.dk og Norsk
Sau og Geit fer at vísa seg
á tann hátt, at temaið á
heimasíðuni www.sheep-
isle.dk í 2006 er Føroyar.
Eisini verður Føroyar í
miðdeplinum í Sau og Geit
restina av árinum.
Seyðurin
hevur
áhugan