hósdagur 11. mai 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
35
Tað er okkurt, sum bendir á,
at vit hava lyndi til at trúgva
tí, at ongin ognarskattur er
her hjá okkum. Ognarskattur
er nakað sum danir leggja á
sethús og íbúðir soleiðis at
pensionistar eru noyddir at
flyta, tí skal slíkur skattur
ikki vera her hjá okkum.
Til dømis kann man finna
hendan tekstin inni á heim
síðuni hjá Fíggjarmálaráðn
um: »Í Føroyum er heldur
eingin ognarskattur, meðan
flest øll lond á okkara leið
um hava ognarskatt. Van
ligi inntøkuskatturin ber tí
lutfalsliga stóran part av saml
aða skattinum í Føroyum«.
Á heimasíðuni hjá Hag
stovuni ber til at finna eitt
yvirlit yvir tað, sum teir
rokna til ognarskatt, tølini
eru fyri 2003.
3 Ognarskattir
53
Arvaavgjøld
5
Fíggjarognaravgjald
0
Vegskattur
48
Her er ikki samsvar millum
niðurstøðurnar hjá tveimum
almennum stovnum, men
eg vil meta at niðurstøðan
hjá Hagstovuni er tann
rætta. Umframt vegskatt
og arvaavgjøld eru onnur
gjøld, sum eisini fella undir
ognarskatt.
Ognarskattur á
fastar ognir
Ognarskattur á fastar ognir er
ikki gott latín her hjá okkum,
oftani er hann roknaður til
rama kommunismu ella okk
urt verri.
Tað løgna er, at líka so
breið semjan er millum
tingmenn og fólk um ikki
at leggja ognarskatt á fastar
ognir, líka so breið tykist
semjan at vera um at leggja
ognarskatt á leysafæ.
Sjálvandi er tað ikki alt
leysafæ, sum skal skattast,
men ávís ting, so sum radio,
TV og ikki at forgloyma
akfør, serliga persónbilar
og motorsúklur.
Ognarskattur á
radio og TV
Hesin ognarskatturin er
uppkravdur undir heitinum
lurtaragjald og hyggjaragjald,
ein sokallaður licensur.
Gjaldið er kravt uttan mun
til, um tú fært signal ella ikki,
tað sama er galdandi fyri, um
tú hyggur ella ikki. Skatturin
er lagdur á tey, sum eiga eitt
sjónvarps- ella radiotól, tí er
talan um ognarskatt.
Tað sermerkta við ognar
skattinum á sjónvarp og
ljóðvarp er, at man rindar
MVG av skattinum, 25% í
skatti av skattinum.
Skatturin er sum heild
brúktur til at stuðla Kring
varp Føroya.
Ognarskattur á akfør
Ognarskattur á akfør er
tvídeildur:
Skrásetingargjald, sum er
uppkravt, tá akfarið verður
skrásett.
Vektgjald, sum er eitt
árligt avgjald.
Skrásetingargjald
Skrásetingargjaldið er eitt
gjald í samband við skrá
seting av akførum og tí
skuldi tað helst veri eitt eins
gjald, men her er talan um ein
ognarskatt, sum serliga skal
raka vanligar persónbilar.
Ein persónbilur rindar
um 70% av virðinum fyri
at blíva skrásettur. Gjaldið
ger ikki bara bilin ógvuliga
dýran, men tað ger eisini
trygginina dýra. Vøruvognar
gjalda hinvegin bara 15% í
skrásetingargjaldi. Lastbilar
yvir 3500 kg gjalda onki
skrásetingargjald.
Hesin skattapolitikkurin
hevur viðført, at vit hava
fingið ein óneyðuga stóran
flota av stórum jeppum
og øðrum biltrøllum, tað
er hvørki gott fyri ferðslu
trygdina ella ozonlagið.
Eitt skrásetingargjald
eigur ikki at hava nakað við
virðið á bilinum at gera, tí
er talan er um gjald fyri eina
tænastu, nummarspjøldini
kosta væl tað sama fyri allar
bilar.
Sostatt er heilt greitt talan
um ein ognarskatt.
Vektgjaldið
Tann árligi ognarskatturin
á akførini gongur undir tí
stuttliga heitinum vektgjald,
hóast hetta lítið og onkið
hevur við vektina á bilinum
at gera.
Vektgjaldið svarar til at
fara inn til slaktaran og keypa
1 kg av kjøti, men rinda fyri
millum 0 og 5 kg.
Slaktarin ásetur so prísin
eftir hvussu stóra inntøku
kundin hevur hvat fyri
brennievni kundin brúkar,
td. gass, kol, torv ella el, tá
hann ger mat hvussu feitur
kundin er
Vektgjaldið er ógvuliga
fløkt. Fyri tað fyrsta er tað
endamálið við akfarinum, síð
an er hvørt slag av akførum
býtt sundur í vektklassar, hvør
vektklassi er so býttur sundur í
brennievni, diesel ella bensin.
Yvirhøvur er tað soleiðis, at
meira akfarið vigar, minni
skal tað gjalda í vektgjaldi
innanfyri flokkin. Til dømis
er galdandi fyri vøruvognar,
at bilar við eini eginvekt undir
1600 kg rinda meira enn með
al fyri bólkin, meðan teir sum
viga meira enn 1600 kg gjalda
minni enn meðal. Teir lættastu
vøruvognarnir rinda um 5 kr
fyri kg, meðan teir tyngstu
rinda um 2 kr fyri kg.
Lastvognar gjalda í meðal
92 oyru fyri hvørt kg, tó
soleiðis at teir tyngstu gjalda
minst. Leguvognar, hetta eru
teir tungu trailararnir (meðal
vekt 8200 kg), rinda 23 oyru
fyri hvørt kg, meðan vanligir
viðfestisvognar (meðalvekt
294 kg) rinda 151 oyru fyri
hvørt kg.
Persónbilar við diesel rinda
336 oyru fyri hvørt kg, tað
sama gera hýruvognar, sum
brúka diesel. Bensindrivnir
persónbilar rinda 237 oyru
fyri hvørt kilo, meðan hýru
vognar av sama slag gjalda
178 oyru fyri hvørt kilo.
Hýruvognar við diesle eru
eftir øllum at døma ikki
serliga vinnuligir.
Sum landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum sigur, so er
endamálið við vektgjaldinum
einans at fáa pengar í lands
kassan, tá gjaldið serliga er
lagt á persónbilar, kann ikki
vera talan um annað enn ognar
skatt.
Sí talvu
Talvan sýnir, hvat teir
ymsu bólkarnir rinda í
vektgjaldi og hvat vektin er
á bólkinum.
Lastvognarnir rinda einans
7,42% av vektgjaldinum, hó
ast teir eiga 18,07% av vektini.
Persónbilar við diesel rinda
27,79% av vektgjaldinum,
men hava einans 18,68% av
vektini. Hetta merkir, at last
bilarnir, sum hava eina saml
aða eginvekt upp á um 6000
ton einans gjalda 5,8 mió. kr í
vektgjaldi, meðan persónbilar
við diesel, sum eisini viga um
6000 ton, gjalda 21,8 mió. kr.
Skip og fiskivinna
Meira vit nærkast vinnuni
minni er karvið til ognarskatt
á leysafæ.
Persónbilar, sum eru typu
góðkendir og tí ikki krevja
serligt arbeiði í samband við
skráseting rinda eitt hægri
skrásetingargjald enn skip,
sum ikki eru typugóðkend.
Virksemi hjá skipaeftirlitinum
er tí nógv torførari enn arbeiði
hjá bileftirlitinum, kortini
gjlada skipini nærmast onki
skrásetingargjald.
Skipini fáa víttfevnandi
tænastur frá bæði vakt
artænastu, fiskiveiðueftirliti,
MRCC, bjarginartyrlu osv.,
men rinda onki árligt gjald
fyri at vera í flotanum.
Fiskiloyvini krevja nógva
umsiting og eftirlit, men
tað er onki gjald fyri at
hava eitt fiskiloyvi. Fólk
skulu rinda fyri koyrikort
og pass, hóast hesi ikki eru
umsetilig. Fiskiloyvini, sum
eru umsetilig, eru útflýggjað
uttan k ostnað.
Reiðarar í fiskivinnuni
fáa sostatt socialhjálp bæði
beinleiðis og óbeinleiðis.
Beinleiðis socialhjálp er
minstaløn og skattalætti, með
an óbeinleiðis socialhjálp er
ognarskattafrælsi gjøgnum
umsitingina av fiskivinnuni,
verja av fiskirættindum, út
vegan av fiskirættindum osv.
Tá tað ber so væl til at
skatta bilar, má eisini at
bera til at skatta fiskidagar,
dagarnir eru skrásettir fyri
hvørt skip eftir stødd. Eitt
slíkt gjald hevði havt við
sær at ongin hevði lagt seg á
óneyuga nógvar fiskidagar.
Gjøgnumskygni og
diskriminatión
Man kann undrast á hvat
endamálið við teimum
ymsu formunum fyri ognar
skatt er. Sum tað ljóðar á
fíggjarmálaráðharranum, so
er endamálið einans at fáa
pengar í landskassan. Um
so er, er ikki neyðugt við
serliga fløktum skipanum.
Fyri akførini sær tað út
sum um endamálið serliga
er at raka persónvognar við
diesel og ein kann freistast
til at trúgva at endamálið er
at minka um brúki av diesel
olju. Yvirlitið hjá Akstovuni
vísir tó, at allir vøruvognar
og lastbilar brúka diesel,
so endamálið er neyvan
at minka um nýtsluna av
dieselolju.
Uppgerðin vísir at lastvognar
og leguvognar rinda minni
enn onnur akfør, tí kann ikki
sigast annað enn at talan er um
fjaldan stuðul til vinnulívið.
Tað sama er galdandi fyri
skrásetingargjaldið. Ein slík
ur stuðul til lastbilar kann
ikki virka annað enn kapp
ingaravlagandi, tí lastbilaflotin
gerst alt ov stórur og tað við
førir eina vánaliga nýtslu av
bilunum.
Vektgjaldið er soleiðis ein
stuðul frá persónbilaeigarum
og vøruvognseigarum til
lastbilaeigarar upp á ein
ar 15 mió. kr um árið,
roknað út eftir prísinum á
persónvognum við diesel.
Skattingin av persónbilum
fær eisini eitt heldur óhuga
ligt perspektiv, um ætlanin
er at leggja kostnaðin av
undirsjóvartunnlunum og
ferjum yvir á bilarnar, tí tá
verða tað bara teir løttu bil
arnir, sum koma at gjalda.
Meðaprísurin fyri hvørt
kg av akfari er 2,26 kr og tað
hevði verið ógvuliga rímuligt
at goldið ein eins kg prís fyri
øll akfør. Hvørt einasta akfar
er skrásett við eini eintýðugari
eginvekt hjá Akstovuni og tí er
ongin grund til at halda fast
í vektklassunum. Tað sama
eigur at vera galdandi fyri
skrásetingargjaldið.
Brúkarin eigur at keypa
sítt akfar eftir tørvi og ikki
eftir hvørji avgjøld eru løgd
á tað.
Fyri útvarp og sjóvarp
eru vit í tí løgnu støðu, at
statsliga monopolið er brotið,
men er kortini varðveitt í
tólgjaldinum. Hetta er ein
rættuliga grov diskriminering
ímóti øðrum sum varpa út. Er
talan um ein licens, ber í dag
til at keypa signal og rindar
man ikki, so missir man
signalið. Sjónvarpsgjaldið er
heilt burturvið, tí her er bara
talan um endurvarp av DR1
og DR2 og støðin kundi tí
støddfrøðilig gingi undir
heitinum: DR1 + DR2 =
DR(1+2) = DR3.
Um endamálið er at reka
eitt lands kringvarp, so
eigur tað at vera fíggjað yvir
fíggjarlógina.
Hóast
gjøgnumskygni
hevur verið gandaorðið síð
an vit fingu nýggju stýris
skipanarlógina, tykist breið
semja at vera millum flokk
arnar um at gera og varðveita
fløktar skipanir, har tað ber
til at diskriminera. Uppskotið
hjá Miðflokkinum um at veita
serligan bilstuðul til familjur
við fleiri enn 4 børnum, fellur
væl inn í hendan politikkin.
Tá vanlig fólk skulu hava
socialhjálp, er kravið, at tey
skulu prógva, at tey hava
tørv. Og tey skulu altíð søkja
um hjálpina, t.d. rentustuðul
ella koyriendurgjald. Tað
sama kann ikki sigast at vera
galdandi fyri partar av okkara
vinnulívið. Ávísir partar av
vinnulívinum hava eftir øllum
at døma altíð tørv á socialhjálp,
tí er tað nærmast siðvenja at
byggja socialhjálpina inn í
lóggávuna. Slíkar innbygdar
skipanir skapa ikki gjøgnum
skygni og eru uttan iva kapp
ingaravlagandi.
Ognarskattur á leysafæ
Talva yvir vekt og vektgjald
Vekt kg
Vektgjald
Vektgjald/Kg
% av vekt % av vektgjaldi
PERSÓNBILUR Bensin
13.844.835
32.870.620
2,37
39,70%
41,76%
PERSÓNBILUR Diesel
6.513.760
21.873.580
3,36
18,68%
27,79%
VØRUVOGNUR
4.719.600
14.413.480
3,05
13,53%
18,31%
LASTVOGNUR
6.300.805
5.840.470
0,93
18,07%
7,42%
VIÐFESTIVOGNUR
479.919
726.840
1,51
1,38%
0,92%
MOTORSÚKKLA
87.903
614.880
6,99
0,25%
0,78%
BUSSUR
789.810
594.104
0,75
2,27%
0,75%
SMÁBUSSUR
246.625
558.136
2,26
0,71%
0,71%
TANGABILUR
440.675
419.140
0,95
1,26%
0,53%
LEGUVOGNUR
1.178.825
270.360
0,23
3,38%
0,34%
HÝRUVOGNUR Diesel
75.875
255.610
3,37
0,22%
0,32%
HÝRUVOGNUR Bensin
64.350
114.920
1,79
0,18%
0,15%
45 KM MOTORSÚKKLA
5.137
80.640
15,70
0,01%
0,10%
CAMPINGVOGNUR
62.155
41.810
0,67
0,18%
0,05%
SLEIPIBILUR
17.775
16.940
0,95
0,05%
0,02%
SÓPIMASKINA
17.600
16.940
0,96
0,05%
0,02%
VIÐFESTIAMBOÐ
13.575
8.460
0,62
0,04%
0,01%
BLOKVOGNUR
9.700
2.010
0,21
0,03%
0,00%
TJALDVOGNUR
675
1.260
1,87
0,00%
0,00%
FAST ROYNDARSPJALDUR
250
840
3,36
0,00%
0,00%
Total
34.869.849
78.721.040
2,26
100,00%
100,00%
Heimild: Akstovan
Jens
Dalsgaard