hósdagur 11. mai 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
Sangfuglur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norröna: Tað er fullsett
her í Viking Club. Tað er
konsert og á palli stendur
Heine Lützen.
Sær við lið hevur hann
góðar og royndar tónleikar
ar, sum allir brenna fyri at
sangur og tónleikur skulu
ganga saman hond í hond.
Tilfarið hetta kvøldið er
bæði nýtt og gott gamalt.
– Eg veit ikki, um eri
blivin í ørviti. Men mær
dámar sera væl at syngja
gamlar sálmar.
– Eg haldi, at teir siga so
nógv. Nú fari eg at syngja
ein ordiliga gamlan – ein
frá 1681!, kunngerð Heine.
Sangurin er »Harmur
og gleði í felag tey reika«,
sum Kingo yrkti hetta árið
og sum Christian Matras
umsetti til føroyskt 240 ár
seinni. Lagið er tað, ið m.a.
varð nýtt í filminum um
Barbaru.
Hábærsliga og inniliga
syngur Heine henda sangir,
soleiðis at hann veruliga
bergtekur áhoyrarnar. Sjáld
an áður man ein sangur
sum hesin hava verið so
væl framførdur.
Sjálvt teir mest inni
ligu og vælskrivaðu
sálmarnar frá eini farnari
tíð fær hann latið í ein
slíkan búna, at sjálvt ung
nútíðarmenniskju geva
sanginum – og boðskap
inum! – gætur.
Hetta er eitt kynstur, sum
ikki øll duga og megna.
At tað er EIN sum megnar
hetta fekst fullgott prógv
fyri umborð á Norrönu um
vikuskiftið.
Trúfastur
tónleikavinur
Tað er neyvan neyðugt
at greiða nágreiniligt frá,
hvør Heine Lützen er.
Tey sum bert vita eitt
sindur um tónleik munnu
kennast við mannin – og
kanska serliga eyðkendu
rødd hansara.
Hann hevur verið at
hoyrt í samband við tiltøk í
kristiligum samkomum, og
við tiltøkum sum ymiskar
samkomur hava skipað fyri.
Heine hevur verið nógv
at hoyrt við vakra sangi
sínum á teimum trimum
útvarpsrásunum, og hans
ara fløgur munnu vera at
finna í rættiliga nógvum
føroyskum heimum.
Hansara eyðkendu og
vøkru rødd fingu eisini
ferðafólkini við Norrönu
møguleika at hoyra nú um
vikuskiftið, tá Smyril Line
skipaði fyri serstøkum
gospel-túri.
Við fleiri av tiltøkunum
umborð sang Heine,
annaðhvørt afturvið tón
leikabólki ella trúfasta tón
leikavini sínum, Jónsvein
Heinesen á guittara.
Lívssæla vissa
Aftur til konsertina. Heine
hevur júst sungið kenda
sangin »Vit vóru orsøk«,
sum kann eins væl nýtast í
samband við jól ella páskir.
Hann syngur nakrar
sangir aftrat, men ger nú
greitt, at ætlan hansara er
at skifta stíl – ikki bara eitt
sindur, men fullkomuliga.
– Eg fari nú at syngja
ein kendan sang – í blues!,
kunngerð hann fyri spentu
áhoyrarafjøldini í Viking
Club.
Hetta eru helst nýggir
tónar frá honum, og tú sært
fólk rætta seg upp í stólin:
Heine syngja blues?!
Hoyrdu vit rætt?!
– Hetta er ein sangur,
sum nógv av tykkum kenna
innihaldið í. Men kanska
ikki í blues-útgávu, sigur
Heine.
– Sangurin er Lívssæla
vissa, sigur Heine, og setur
tónleikararnar í gongd.
Lívssæla vissa, Sælasta
vissa ella Blessed Assur
ance – kendur sangur,
sum er farin víða, og sum
verður sungin á alskyns
tungumálum kring allan
heimin. Og nú altso í blues-
útgávu umborð á Norrönu!
Sangurin varð sum
heild sera væl móttikin
av teimum yngru, – men
treyðugt so: Onkur helt
ikki, at hetta var mátin at
syngja ein slíkan góðan
sang uppá.
Hinvegin, so kom boð
skapurin týðiliga og greitt
fram. Og tað var helst
endamálið hjá Heina.
Ófatandi
Komið er nú miðskeiðis í
konsertina, og Heine hevur
rættiliga sungið seg heitan
her í Viking Club.
Ein blues’ari kemur aftrat,
áðrenn nýggir tónar skulu út
til spentu áhoyrarafjøldina.
– Eg veit ikki, hvussu
nógv av tykkum lurta eftir
Lindini. Men har er ein
sending, sum hevur eitt ser
stakt eyðkennislag.
– Tað er sendingin hjá
Jenisi av Rana, har hann
spælir hetta lagið. Á
føroyskum kallast tað “Kær
leiki ófatandi”, og tað fari eg
nú at syngja, sigur Heine.
Hetta er ikki ein nýggjur
sangur, tí Charles Wesley
yrkti hann á sinni. Og tá ein
sigur “á sinni” so er tað í
øllum førum áðrenn 1788, tí
tá andaðist yrkjarin.
Heine letur nú henda
sangin í ein nýggjan
búna, og afturvið góðum
munnharpu-spæli frá
sangaranum sjálvum fer
hesin sangurin eisini upp í
hæddirnar.
Ein avgamal sálmur
til nútíðar ungdóm
Røddin hjá Heina Lützen er søgd at
vera tann besta í Føroyum.
At tað veruliga er so, fingu ferðafólkini
umborð á Norrönu at sanna í farnu
viku, tá hann framførdi nakrar
av hjartasangum sínum á árliga
gospeltúrinum