hósdagur 11. mai 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
37
”
Sjálvt teir mest inniligu og vælskrivaðu
sálmarnar frá eini farnari tíð fær hann
latið í ein slíkan búna, at sjálvt ung
nútíðarmenniskju geva sanginum – og
boðskapinum! – gætur.
Eg livi
Seinasti sangurin í hesum
umfarinum er eisini ein úr
gamla sangskattinum. Ein
kendur hjá A.P. Berggren.
– Er tað nakar sum veit,
nær hann er føddur? Eingin
... Hetta er sum ein spurnar
kapping.
– Eg minnist tað heldur
ikki beint nú. Sama ger.
Her kemur so »Eg livi og
veit«, sigur Heine.
Hann hevur fingið at
vita, at hann hevur bert
tveir minuttir eftir. Tað ger
einki, tí sangurin gongur í
skjótum tempo.
Heine er liðugur við sín
part av konsertini. Nú skal
skiftast til næsta tónleika
bólkin – teir ungu menn
inar í Proclaim.
Hóast teirra sangur er
harðari og tað nógva er á
enskum máli, so er eisini
teirra ynski at bera anda
ligan sang fram í nýggjum
búna!
Hetta er onnur greinin
frá ársins gospeltúri.
Fyrsta greinin stóð í
Sosialinum nr. 88. Fleiri
koma seinni!
”
Harmur og gleði í felag tey reika,
eydna, óeydna tær ganga á rað.
Viðrák og mótrák tey skiftandi leika,
sólskin og skýggj ferðast saman í lag!
Jarðgull sum hold
er føgur mold,
himinin eina er sælunnar fold.
1. ørindi. Kingo yrkti í 1681. Chr. Matras týddi í 1921)