Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 Føroyska megin­landið er nú vorðið nógv størri. Tað røkkur heilt úr Kirkju­bønesi í suðri, Gásadali í vestri til Viðareiðis í norði. Undan upplatingini av Norðoyatunlinum hevur Sosialurin havt fleiri síður við áhugaverdum søgum og frásagnum, sum á ymiskan hátt hava til­knýti til hetta sam­ ferðsluliga fram­brot. Sjálvan dagin, tá ið tunn ilin læt upp, skip­ aðu vit fyri útferð, sum byrjaði í Vágsbotni og endaði á Viðareiði Útferð Orð & myndir: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað tykist ikki vera langt síð­an, at Anfinn Kallsberg, táverandi løgmaður, alment skjeyt fyrsta skotið í Leirvík til undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði. Í samrøðu við Sosialin segði hann, at verkætlanin við Vága­tunl­ inum hevur verið ein ”dundr­ andi succes”, sum hann tók til. Samstundis segði løg­maður seg vóna – og eis­ini vænta, at byggingin av Norðoyatunlinum fór at gangast væl í hond. Tað var hann líkasum onga løtu í iva um, læt hann okkum skilja. Lagið var gott á klett­ inum í Leirvík hend­an dag­in, tá ið hol varð sett á Føroya størsta sam­ferðslu­ liga frambrot nakrantíð. Nakað seinni, tá ið tunnilin nærkaðist sjóvar­ málanum leirvíkarmegin, tosaðu vit eisini við Niclas Fold­bo, verkfrøðing, sum hev­ur verið við í flestu tunnils­bygg­ingum í Føroyum í nýggj­ari tíð. Hann var eisini rætti­liga optimistiskur, og vænt­ andi, at henda verk­ætlan saktans fór at lata seg fremja í verki. Niclas vísti á, at kanningarnar av hav­ botninum vóru góðar, og at líkt var til, at viðurskiftini undir Leirvíksfirði sum heild vóru minst líka góð – um ikki betur, enn undir Vestmannasundi. Vit kunnu siga, at bjart­ skygni ráddi frá fyrsta degi til tann seinasta. Næstsíðsta leygardag kom so løtan, sum so mong hava bíðað í spenningi eftir. Norðoyatunnilin var liðugur og skuldi latast upp fyri almennari ferðslu – og enntá út við hálvt ár fyri upprunaligu tíðina. Nógv hevur verið gjørt burtur úr hesi størstu hending í okkara samferðslusøgu, bæði í útvarpi, sjónvarpi og bløðum. Meginøkið er vorðið nógv størri – við nógv fleiri møguleikum, ikki minst á vinnuliga økinum. Aftrat nýggju møguleikunum við Vágatunlinum og Norð­oyatunlinum, hev­ur Suðuroyggin eis­ini fingið stóra og nú­tíðarhóskandi ferju, sum er sambindingarlið millum stóra meginøkið og perluna, sum Suðuroyggin er. Tunnilsekspressin Vit á Sosialinum valdu eisini at »markera« hesa stórhending, har Føroyar hava fingið eitt nógv størri meginland, sum røkkur heilt úr Kirkjubønesi í suðri, Gásadali í vestri til Viðareiðis í norði. Und­an upplatingini av Norðoyatunlinum høvdu vit fleiri áhugaverdar søg­ur og frásagnir, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til hetta samferðsluliga frambrot. Og sjálvan dagin, tá ið tunnilin læt upp, leygar­ dagin, 29. apríl, skipaðu vit fyri útferð, sum byrjaði í Vágsbotni um 10-tíðina hendan morgunin. Við ”Tunnilsekspress­ ini”, sum var prýdd við før­ oyskum fløggum og onkrari plakat, sum segði, hvaðani vit komu, løgdu vit leiðina vestur til Gásadals. Í bussinum vantaði hvørki matur ella drekka. Gott smyrjibreyð, bakstur av ymiskum slagi og okk­ urt leskandi. Lagið var gott, og sjálvur ábyrgdar­ blaðstjórin gekk runt í bussinum í hatti og beyð øllum vælkomnum á hesa søguligu ferð. Veðrið var av tí fagrasta, tá ið bussurin steðgaði í lítlu og sjarmerandi bygd­ ini, Gása­dali. Blái stólurin, sum vit høvdu við í bussinum, varð settur út um, og vit av­myndaðu ymiskar per­ sónar í stólinum – við Miðlahúsið á ferð við »T Seinasta hondin verður løgd á ”Tunnilsekspressina”, meðan eldri menn, sum eisini eru í Vágsbotni hendan morgunin, tosa um størsta frambrot í føroyskari samferðslusøgu Børn í hópatali dansa føroyskan dans í Gásadali, nú dansistevna er í Vágum Ábyrgdarblaðstjórin í ”Bláa stólinum” í Gásadali Bibi var eisini í Gásadali í góðveðrinum