hósdagur 11. mai 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
39
Tunnilsekspressini«
vøkru náttúruni í Gásadali í
baksýni.
Fyrstur at vera avmynd
aður var ábyrgdarblaðstjórin
sjálvur – og hin seinasti var
Páll á Reynatúgvu!
Vit fara ikki at avdúka
her, hvørji svarini til spurn
ingarnar hjá okkum vóru,
men tey munnu fara at
koma í Sosialin so við og
við...
Nógv fólk var í Gásadali
hesa løtu. Ein hópur av
børnum, sum vóru komin í
Vágar á dansistevnu, dans
aðu føroyskan dans, meðan
vit steðgaðu.
Okkara blaðmaður í far
loyvi, Edvard í Skorini,
sum nú er kunningarleiðari
í Vágum, var mitt í øllum í
rokanum.
Á ferðini norðuryvir steðg
aði ”Tunnilsekspressin” í
túninum hjá Ann og mann
inum, Sámali Christiansen,
í Hósvík. Ann hevur sitið á
skrivstovuni hjá Sosialinum
ein hálvan mansaldur, og her
situr hon framvegis.
Hjúnini hugnaðu sær í
túninum omanfyri húsini,
nú sólin var komin upp á
luftina, og rættiliga lýtt var
í veðrinum.
Í túninum høvdu tey
havaborð og stólar – og
grillin var tendrað til ein
góðan bita.
Ann og Sámal vóru blíð,
og fólk fingu tað, tey vildu
hava. Eingin var svangur,
men kanska var onkur
eitt sindur tystur... oman
á góða smyrjibreyðið, vit
høvdu etið í Gásadali.
Úr Hósvík bar leiðin norð
uryvir, og næsta »stopp«
hjá non-stopp ekspressini,
var uppi við bygdarhúsið í
Leirvík, har hópur av fólki
var samankomið, meðan
bíðað varð eftir, at Norð
oyatunnilin skuldi lata upp
alment.
Ellisakfør við prominent
um persónum og øðrum
og motorsúklur í hópatali
settu sín serstaka dám á
hesa løtu.
Leirvíkingar vóru blíðir
og bjóðaðu góða og væl
smakkandi fiskasuppu í
bygdarhúsinum.
Lagið var gott, bæði á
meirilutanum og minnilut
anum í Leirvíkar bygdaráð,
og eingin tosaði um togan
og ósemjur – hvørki
innanhýsis í Leirvík ella
við landsins myndugleikar.
Vit, sum vóru við í »Tunn
ilsekspressini«, fingu at vita
frá ábyrgdarblaðstjóranum,
at vit fóru at teljast millum
fyrstu bilarnar, sum sluppu
ígjøgnum Norðoyatunnilin,
tá ið tann løtan kom.
Blaðstjórin er kendur sum
optimistur, og tað er – sum
oftast – ein góður eginleiki
at hava sum blaðstjóri.
Tá ið samanum kom, end
aði »Tunnilsekspressin«
– non stop - í eini langari
bilrøð heilt úti á Vík í Leir
vík, har vit bíðaðu í ein
tíma ella meira, áðrenn vit
sluppu heimeftir aftur og
niður í dýpið undir Leir
víksfirði.
Eingin keddi seg, meðan
vit bíðaðu...
Endaðu á Viðareiði
Tað var eitt stórt upplivilsi
fyrstu ferð at koyra gjøgn
um Norðoyatunnilin, og
ferðin undir havbotninum
gekk bæði skjótt og væl.
Ferðin hjá ”Tunnilseks
pressini” endaði fyribils
hendan hátíðardag á Við
areiði, har vit fingu góðan
døgurða á Hotel Norð.
Kanska var døgurðin
eitt sindur kólnaður, tá ið
vit komu norður, men tað
gjørdi minni, tí veðrið var
so gott...
Nú høvdu vit koyrt ígjøgn
um tilsamans átta tunlar
og hvørja ferð, vit stóðu
við ein tunnilsmunna, var
ábyrgdarblaðstjórin úti á
vegnum við myndatólinum.
Vit steðgaðu á Viðareiði
í nakar tímar, har vit prát
aðu og hugnaðu okkum
saman.
Hetta var ein deilig og
avslappandi løta.
Um 23-tíðina bar leiðin
aftur til Klaksvíkar, har vit
at enda steðgaðu, meðan
fýrverk um midnáttarleitið
lýsti alla Klaksvíkina upp.
Neyvan nakrantíð
áður man so nógv fólk
hava verið úti á gøtuni
í miðbýnum í Klaksvík
samstundis.
Tá ið hendan løtan var
liðug, var okkara frálíka
ferð úr Vágsbotni, vestur
í Vágar og norður til
Viðareiðis, eisini liðug á
hesum sinni.
Á veg norðureftir vitjaðu vit
hjá Ann og Sámali í Hósvík
Saman við Álvi vitjaðu nøkur av okkum blíð fólk í
Klaksvík, áðrenn leiðin bar norður til Viðareiðis
.. og so fara vit inn á Hotel Norð at fáa okkum ein góðan bita
Nógv fólk, motorsúklur og bilar vóru við bygdarhúsið í Leirvík. Fólk vóru spent, og lagið var gott