Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 Við síni fyrstu skald­ søgu, Messias II fortelur Elias Askham eina ógvusliga og myrka søgu um Ikaros Ð., ið berjist vid Sannleikan – sannleikan um Guð, syndina, seg sjálvan, og eina ræðuliga ætlan. Ein stórlátin og alternativ søga um Syndafallið, ið er merkt av at vera ein debut-skaldsøga, men sum tó hevur nógv at bjóða Ummæli: Pætur M. Dahl pmd_81@hotmail.com Messias II – Synd drepur Guð. Elias Askham, 356 síður. Føroyaprent, 2005 Elias Askham byrjar skald­søgu sína við at staðfesta, at hann sjálvur ikki er upphav til frásøgnina og bert er útgevari. Frásøgnina eigur Ikaros Ð., og tað er hansara dagbók, lesarin sleppur at hugna sær við. Men hugni er ikki júst orðið, ið best lýsir hesa søgu. Frá byrjan valdar ein myrkur, dapur og harðligur tóni, ið aldrin støðgar at dragsa lesaran ígjøgnum óteljandi líðingar og psykosur hjá høvuðspersóninum. Marrukend ringrás Ikaros Ð. býr einsamallur í einari skitnaðari íbúð ovast í einum íbúðarblokki, beint uttanfyri miðbýin. Júst hvar og nær søgan fer fram, er ikki nærri ásett, men tíð og stað líkist nógv okkara nútíðar samfelag. Høvuðspersónurin Ikaros Ð. er fangaður í eini ónd­ ari ringrás av marrum og svøvnloysi. Í einum meldri av mytologiskum frásagnum, bíbilskum hend­ingum og sitatum frá heimskendum rithøv­ undum, roynir Ikaros Ð. at forkoma síní líðing, ið stavar frá hansara fortíð, har millum annað tvíburasystir hansara hevur tikið sítt egna lív. Men Ikaros Ð. hevur eina ræðandi ætlan! – eina ætlan, ið (sum hann sjálvur tekur til) “skal skaka hvørt mansbarn, ið her livir”. Søgan verður fortald út frá sjónarhorninum hjá Ikaros og uttan at avdúka ov nógv, er øll frásøgnin eitt langt fyri­dømi um ein persón, ið líður av álvarsligum sálar­ ligum meini og átrúnaligari ørkymlan. Ella ger hann tað? Eksistentielt vaml Messias II er ein krimisøga, har ein ikki skal gita hvør drápsmaðurin er, men hvat drápsmaðurin fer at gera. Tað er nevniliga klárt frá byrjan, hvør tann óndi í bókini er. Ikaros stríðist við allar heimsins og himmalsins spurningar og gátur fyri at vissa sær, at ætlan hansara er tann rætta. Spurningurin um rættvísi er samstundis eitt spennandi og afturvendandi evni í bókini. Ikaros kemur við nógvum hugleiðingum og raðfestingum um rættvísi. Hesar hugleiðingar stava frá ymiskum sjónarhornum, men sterkasti íblásturin kem­ ur tó frá kristindóminum, har bíblian og Guð eru uppi at venda uttan íhald – (og rithøvundurin leggur ikki fingrarnar ímillum!). Umframt alt hetta hevur rithøvundurin kryddað søgu sína við hugvekjandi, stuttligum og ørvísi hug­ leið­ingum um siðbundnar frá­sagnir og eisini við al­skyns millumtekstleikum. Umvegis tankameldrið hjá Ikaros fær lesarin høvi til at gera sær sínar egnu tankar um tey ymisku gudfrøðiligu og etisku evnini, bókin trívur í, og er hetta samstundis ein av høvuðsdygdunum í bókini. Við sínum ráa og kyniska framferðarhátti noyðir rit­ høvundurin lesaran til at fella sín egna dóm. Ikaros roynir sítt ítasta at mana fram eitt eksistentielt vaml í lesaranum. Hetta er ein øðr­vísi og effektivur háttur at halda lesaran fangaðan, men mørk eru fyri, hvussu væl tað riggar í longdini. Ov nógv av “tí góða” Sera beisku og bersøgnu hug­leiðingarnar hjá Ikaros Ð. um óndskap, trúgvandi fólk, bókmentir og annað eru sera undirhaldandi í byrjannini av bókini. Men sum við næstan øllum øðrum dygdum við hesi skaldsøgu, verður tað bara ov nógv “av tí góða”, sum frá líður. Ein blívur troytt­ur av at hoyra um, hvussu ringt Ikaros Ð. hevur tað, og hvussu ónd hansara ætlan er. Onkrar kapittlar í bókini kann ein næstan leypa um, tí teir bert innihalda endur­tøkur. Sjálvsagt kunnu endurtøkur spæla ein týðandi leiklut í eini frásøgn fyri at fáa boðskapin ella annað fram. Men í hesum føri gera endurtøkurnar bert, at ein missir hugin til at skilja høvuðspersónin og trupulleikar hansara, og at sjálv søgugongdin gerst ov trek og kringlut. Gaman í, er tað dagbókin hjá einum sera ørkymlaðum og stórlætnum persóni, vit skulu eitast at lesa, men tað er ongin um­bering. Í meldrinum av veraldarspurningum missir søgugongdin og huglagið í bókini sítt fótafesti og klár­ ar ikki reiðiliga at fanga tað aftur. Eisini gerast tær óteljandi myndberingarnar nakað slitnar sum frá líður, tí tær einki nýtt hava at bera og bert tarna søgugongdini. Og tá ið endabresturin í bókini hevur lagt seg, stendur ein eftir við einari heldur tómari kenslu. Kanska er tað meiningin – kanska ikki, men eg hevði væntað mær meira av tí ein­faldu orsøk, at bókin sjálv leggur upp til nakað meir. Skal ikki fara fram við Tá hetta er sagt, er tað tó sera hugaligt at lesa eina so djarva og avbjóðandi skaldsøgu, sum Messias II. Ikki tí - tað harðliga og tað ræðuliga er ikki so sjáldsamt í føroyska bókmentaheiminum, men í Messias II verður hetta tikið eitt stig longur. Ein so víttfevnandi rannsóknarferð inn í djúpasta og myrkastu krókarnir í menniskja- (synd­ara) sálini, er tað, ið ger hesa skaldsøgu so áhugaverda, samstundis sum hon eisini dregur upp av nýggjum, tá tað ræður um trúgv og siðvenju. Men bókin er merkt av byrjunarfeilum, og hetta órógvar tíverri heild­ar­ upplivingina av bókini. Eg vil tó mæla øllum, ið hava áhuga í bókmentum, til at lesa Messias II, tí hon er sanni­liga tað verd. Hon er ikki ein bók, ið bara skal fara fram við, uttan at hon verður kannað nærri. Myrk og døpur debut skaldsøga Messias II er ein óvanliga djørv bók – kanska í so djørv av eini debut-skaldsøgu Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo