Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 11. - 14. mai 2006 41 UTTAN ÚR HEIMI Stutt sagt Eingin nýskipan Guantanamo skal steingjast Brúktu nitrit í fiskavørum Skuldu eitra læraran George W. Bush vil hava yngra bróðurin at taka við eftir seg, og pápin tekur undir við hugskotinum USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Frá 1989 til 1993 æt amerikanski forsetin George Bush, og síðani 2000 hevur hann itið George W. Bush. Nú ætlar hesin seinni, at tann næsti forsetin skal eita Jeb Bush. Tann 53 ára gamli Jeb Bush, sum er bróður forsetans, er republikanskur guvernørur í Florida, og eins og tann eldri bróðurin varð hann afturvaldur á valinum seinast. Meiningakanningar vísa eisini, at hann er væl umtóktur í Florida, tí sambært teirri seinastu kanningini fær hann stuðul frá 55 prosent av veljarunum í statinum. Tað er meiri, enn tann eldri bróðurin kann rósa sær av, tí bara 31 prosent av amerikonsku veljarunum siga seg hava ávlit á forsetanum. Spurningurin er so, um Jeb Bush hevur hug á forsetaembætinum. Hann hevur fleiri ferðir avsannað, at hann ætlar at stilla upp á forsetavalinum í 2008, men kanska fer hann at lata seg ávirka av bróðurinum og pápanum. Gamli Bush er í hvussu er ikki sannførdur um, at sonurin hevur tikið ta endaligu avgerðina. – Tað er eingin, sum trýr Jeb, tá hann sigur, at hann hevur ikki áhuga í forsetaembætinum, sigur George Bush eldri, og tann eldri sonurin eggjar tí yngra til at royna: – Eg vildi fegin, at Jeb stillar upp einaferð í framtíðini, men eg veit ikki, um hann ætlar sær at royna, segði George W. Bush í gjár. Í einari nýggjari frágreiðing verða viðurskiftini í Norðurírlandi lýst sum apartheid. Norðurírland Árni Joensen fartekst@mail.dk Mánadagin hittast teir 108 limirnir í norðurírska tinginum at vita, um teir kunnu semjast um at skipa eina stjórn. Teir 108 limirnir vórðu valdir fyri tveimum árum síðani, men teir hava ongantíð verið saman á fundi enn. Nú hava forsætisráðharrarnir í Bretlandi og Írlandi, Tony Blair og Bertie Ahern, mist tolið við teimum. Semjast teir ikki um at skipa stjórn, fáa teir ikki løn. Eygleiðarar í London hava ikki góðar vónir undan fundinum mánadagin. Fyrr í vikuni bukaðu nakrir protestantiskir unglingar ein 15 ára gamlan katólskan drong í býnum Ballymena so illa, at hann doyði. Protestantiskir felagsskapir hava fordømt drápið, men eygleiðarar vænta, at tilburðurin fer at ávirka viðurskiftini ímillum teir báðar trúarbólkarnar í langa tíð. Apartheid Herfyri kunngjørdi bretska tíðarritið New Statesman eina frágreiðing, sum lýsti viðurskiftini ímillum teir norðurírsku protestantarnar og katolikkarnar sum apartheid. Í kanningini siga 80 prosent av teimum spurdu protestantunum í Belfast- býarpartinum Ardoyne, at tey keypa ikki í teimum nærmastu handlunum, sum teir eru í “katólskum” gøtum. Samstundis siga 80 prosent av teimum spurdu katolikkunum í sama býarparti, at tey svimja ikki í svimjihøllini har, tí hon er í einari “protestantiskari” gøtu. Kanningin avdúkar eisini, at 90 prosent av børnunum ganga í skúlum, ið verða lýstir sum annaðhvørt “katólskir” ella “protestantiskir” skúlar. Bush, Bush og aftur Bush Jeb Bush, ? George Bush, forseti 1989- 1993 George W. Bush, forseti 2001- 2009 Apartheid í Norðurírlandi Herfyri kom ST- aðalskrivarin, Kofi Annan, við einum upp- skoti um at nýskipa heimsfelagsskapin, sum sambært aðalskrivaranum er ov stirvin og ikki førur fyri at taka skjótar avgerðir. Eitt nú mælti hann til at geva umsitingini í New York størri avgerðarrætt í málum, sum higartil hava kravt viðgerð á limafundi. Men Kofi Annan fekk ikki sín vilja, tí í gjár samtykti aðalfundurin við 121 atkvøðum fyri og 50 ímóti eitt uppskot, sum steðgar ætlanum hansara. Tað vóru tey fátæku londini, sum atkvøddu fyri uppskotinum, tí tey eru bangin fyri at missa sína ávirkan. Hinvegin vóru tað londini, sum gjalda tað mesta av ST- rakstrinum, sum atkvøddu ímóti. Teirra millum vóru øll ES-londini umframt USA, Kanada, Avstralia, Japan og onnur. Tvey lond, Noreg og Uganda, atkvøddu blankt. Vesturlendskir diplom- atar á ST-høvuðsborgini siga við AP-tíðindastovuna, at úrslitið er stak óheppið, tí tað herðir ósemjuna ímillum tey ríku og tey fátæku londini. Teir halda, at teir báðir partarnir áttu at tosa meiri um støðuna, áðrenn uppskotið kom til atkvøðugreiðslu. Kofi Annan fekk ikki sítt nýskipanaruppskot ígjøgnum. Lord Goldsmith, sum er ráðgevi hjá bretska ríkisadvokatinum, mælir amerikonsku myndug- leikunum til at lata fangaleguna í Guantanamo aftur. Sambært ráðgevanum er legan í andsøgn við amerikanska hugsan um frælsi og rættvísi, og tí eigur hon at verða stongd, sigur hann. – Tað er ikki bara prinsipiellar orsøkir, sum gera, at eg haldi tað vera rætt at lata leguna aftur. Hon er eisini vorðin ímyndin av órættvísi, og henda ímynd hevði USA sloppið av við, bleiv legan latin aftur, sigur Lord Goldsmith við Reuters. Umleið 490 fangar eru framvegis í Guantanamo- leguni, og fleiri teirra hava verið har síðani januar í 2002 uttan rættarviðgerð. Norska matvørueftirlitið hevur meldað fýra fiskavirkir til løgregluna fyri at hava brotið reglurnar um tilsetingarevnið nitrit í viðgjørdum fiskavørum. Longu fyri jól frættist í norskum fjølmiðlum, at fýra fiskavirkir høvdu brotið reglurnar, og nú er málið so latið løgregluni. Sambært Aftenposten er talan um trý virkir á Aalesund-leiðini og eitt í Tróndheimi. Sambært blaðnum hevur matvørueftirlitið eisini illgruna um, at virkini hava brúkt nitrit ólógliga í fleiri ár. Ein reglugerð frá 1993 um tilsetingarevni ásetir, hvussu nitrit kann brúkast, og brot á reglugerðina verður roknað sum lógarbrot og er tí revsivert. Løgreglan í amerikanska statinum Maine hevur ákært eina kvinnu fyri at hava roynt at eitra ein skúlalærara. Kvinnan var í øðini inn á læraran, tí hon vildi vera við, at hann hevði givið dóttir hennara ov vánaligt ummæli. Hon gjørdi tí av at hevna seg inn á læraran og bakaði nakrar smákøkur, sum hon koyrdi fleiri doyvandi tablettir í. Hon greiddi dóttir síni og einari vinkonu hennara frá, hvat hon hevði gjørt og bað hana geva læraranum smákøkurnar. Men vanlukkutíð gjørdi lærarin av at bjóða næmingunum smákøkurnar, og so mátti dótturin siga frá, hvussu vorðið var.