Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 92 - 15. mai 2006 3ETHÞSATRYGD FAMILJUTRYGD VANLUKKUTRYGD BILTRYGD FER¡ATRYGD6ITGEVATRBESTURÉ¡INI lNNABESTULOYSNINA N’KTATÓNT’RV6ITHUGSAUMTRYGGINGAR(UGSATÞBARAUMALTM’GULIGTANNA¡ +  ) + ( 3 2).'%,,!6)4*!777429'$&/ "’RNVEKSASKJØTASTUMVÉRI¡ (UGSAUMHETTA ME¡ANVITHUGSAUMTEG Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Maðurin ger tunga kropsliga arbeiðið í húsarhald-inum, men kvinnan hevur av- gerandi orðið, tá ið tað skal innrættast Tað kann vera, at mað- urin er høvdið í mongum familjum, men tað er kortini kvinnan, sum ger av, hvar skápið skal standa. Sambært nýggju Gallup-kanningini hjá Javnstøðunevndini eru tað í 66% av førinum kvinnurnar sum avgera, hvussu heimið skal síggja út, mótvegis 2% av monnunum. Í knøppum triðingi av húsarhaldunum eru tað eins nógv kvinnan og maðurin, sum innrætta og siga hvar borð og stólar skulu standa. Arbeiðsbýtið er greitt: Hon ornar miðhæddina, hann ornar kjallaran. Hon vaskar klæðir, hann vaskar bil. Hon stoppar hosur, hann ger smærri ábøtur í húsinum. Hon avger hvar skápið skal standa, hann flytur tað. Kanningin vísur greitt, at kvinnan hevur meir at siga, tá ið tað verður innrættað, men tá ið tapet skal setast upp og málast skal, tá er býtið ógvuliga javnt mill- um kynini bæði, og verður farið til ábøturnar, so er tað í høvuðsheitum bert menn, sum gera hetta - 76 % innandura og 84 % uttandura. Kvinnan er heima Tað er staðfest, at tað er kvinnan sum avger inn- rættingina av heiminum, hetta er kanska ikki so løgið, eftirsum hon eftir øllum at døma er nógv meir inni í húsinum enn maðurin. Kvinnur hava í miðal styttri lønta arbeiðstíð enn menninir, tær nýta meir tíð til eitt nú at matgera, vaska klæðir, vera saman við børnunum og reingerð enn mannfólk. Mannfólkið nýtir meir tíð til tað grova arbeiðið. At gera ábøtur, orðna kjallaran, fletta seyð o.t. Ein avleiðing av hesum arbeiðsbýti er tí møguliga, at kvinnurnar vilja ráða, hvussu alt skal stillast í húsarhaldinum. Hinvegin kann tað eisini verða líka- sæla frá mansins síðu, at hann ikki er meir við, tá tað snýr seg um at innrætta heimið. Kvinnan ger av hvar skápið skal standa Tvær kvinnur vórðu tiknar inn á støðina sunnunátt- og morgun. Onnur tí hon bankaði eina fløsku í høvdið á manninum í morgun. Ikki minni enn tvær kvinnur vórðu tiknar inn at dampað av á politistøðina í Havn í nátt og í morgun, eftir eina heldur villa og váta nátt. Onnur varð tikin upp niðri í býnum í nátt, tí hon megnaði ikki sjálv at leita sær til hús. Hin var ein ung kvinna, sum varð tikin inn um sjeytíðina í morgun, eftir at hon hevði verið í hóslag við mannin, tá hon kom heim úr býnum. Tey bæði vóru komin upp at táttast og kvinnan gjørdi ikki matari enn at sláa eina fløsku í høvdið á manninum. Løgreglan varð boðsend og kvinnan tikin við á støðina, har hon verður avhoyrd, tá hon verður nóg edrú. Síðani verður hon send heim og hoyrir hon aftur frá fútanum seinni. Vakthavandi sigur, at løgreglan er farin at taka hetta við hússpetaklum í størri álvara seinastu árini, tí tað tykist at vera ein afturvendandi trupulleiki. -rigmor Lastbilur rendi á bakhurðina á persónbili, har pinkubarn sat innanfyri. Ein ferðsluvanlukka í rundkoyringina við Kollafjørð um 9:30 tíðina fríggjamorgunin kundi lættliga verið ein sorgarleikur, um illa vildi við. Førarin á einum lastbili, sum var á veg inn í rundkoyringina, sá ikki ein persónbil, sum var á veg úr rundkoyringini, og tí rendi hann beint inn í síðuna á bilinum. Aftara hurðin varð kroyst inn móti baksetrinum, har ein bert 1 ára gomul smágenta sat fastspent í einum barnabilstóli. Tíbetur kom gentan ikki til skaða, men tað kundi saktans verið nógv verri, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. -rigmor Kvinnur á politistøðini 1 ára gomul slapp snikkaleys frá ferðsluóhappi