Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2006  Hví skal ein lands­ stýrismaður hava verri sømdir enn ein løgtingsmaður? Tað er hetta, sum alt rokið um pensjónirnar hjá landsstýrismonnum snýr seg um, sigur løgmaður Eftirlønir hjá lands­stýris­ monnum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Ein Landsstýrismaður skal ikki vera verri fyri enn ein løgtingsmaður. Jóannes Eidesgaard, løg­maður, sigur, at tað er tann einfalda orsøkin til, at eftirlønirnar hjá lands­ stýrismonnum nú eru hækkaðar. Ella sagt við øðrum orð­ um: Hereftir skal Jóannes Eidesgaard, sum er løg­ maður, skal skal hava somu sømdir í arbeiðnum sum Edmund Joensen, ið er løgtingsformaður. – Hví skal løgmaður og hinir landsstýrismenninir hava eina nógv verri eftir­ lønarskipan enn Edmund Joensen og øll hini í Løgtinginum, spyr Jóannes Eidesgaard. Sum vit sóu í Sosialinum um vikuskiftið, hevur tað skapt rættiliga øsing í føroysku fakfeløgini, at pensjónin hjá lands­stýris­ monnum nú verður hækkað og at hetta verður galdandi fyri allar landsstýrismenn, ið eru valdir síðani 1998. – Eg hoyrdi í eini røðu 1. mai á Vaglinum í Havn, at tað var ikki meiri enn rímiligt, at politikarar arbeiddu í tveir mánaðir um ári fyri onga løn. – Skal hetta vera grund­ sjónarmiðið, skilji eg, at funnist verður at, at eftirlønirnar hjá lands­ stýrismonnum verða hækk­aðar, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hinvegin skilir hann ikki, hví fólk halda at tað er ílagi, at ein landsstýrismaður skal vera nógv verri fyri til eftirløn, enn ein løg­ tingsmaður. Løgmaður sigur, at nýggja eftirlønarskipanin hjá landsstýrismonnum, hevur einans til endamáls at ein politikari í landsstýrinum skal ikki vera verri fyri enn ein politikari í Løg­ tinginum. Ein løgtingsmaður hev­ ur eina rættiliga góða pensjónsskipan tí hann fær 60% av lønini í eftirløn, eins og tænastumenn, almennir stjórar og onnur, fáa. Harafturat kunnu løg­ tingsmenn leggja allar sínar eftirlønir saman, til teir koma upp á hægstu tænastumannaeftirløn. Hinvegin hava lands­stýr­ ismenn fingið 45% av løn­ ini í eftirløn. Og var eftir­ lønin sum landsstýrismaður tann hægsta, fingu teir bara hana og so misti hann allar aðrar eftirlønir. Løgmaður staðfestir eis­ ini, at tað var undan­farna samgonga, sum hækk­ aði eftirlønina hjá løg­ tingsmonnum upp í 60%. – Tey, sum hava ilt av, at eftirlønin hjá lands­ stýr­ismonnum nú verður hækkað upp í 60% av løn­ ini, áttu eisini at havt ilt av, at undanfarna samgonga hækkaði eftirlønina hjá løgtingsmonnum upp í 60% av lønini, heldur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at orsøkin til, at eftirlønin hjá lands­ stýrisfólkum skal roknast út við afturvirkandi kraft frá 1998, er at so verða landsstýrisfólk heilt javnt­ sett við løgtingslimir og tað helt meirilutin í Løg­ tinginum vera rætt, tí eftir­ lønin hjá løgtings­lim­um kom í gildi í 1998. Spæla fríspæl – Eg haldi ikki, at vit kunnu hava eina skipan, sum fær skikkað fólk at aftra seg við at átaka sær uppgávuna sum landsstýrisfólk, tí at sømdirnar eru ov vánaligar í mun til arbeiðsbyrðuna. Tað ber heldur ikki til at bjóða sínum næstringum tað at átaka sær eitt starv, har sømdirnar eru so vánaligar, skuldi tað gingið galið onkusvegna. Kortini harmast Jóannes Eidesgaard um, at hvørja ferð illa dámdar avgerðir skulu takast, sum at áseta lønir og eftirlønir hjá løgtingslimum og landsstýrisfólkum, eru tað altíð ávísir politikarar, sum spæla fríspæl, hóst teir kanska innast ikki ikki hava so nógv ímóti, at tað verður gjøgnumført. Hann nevnir ongi nøvn, men onki er at ivast í, at hetta er eitt skot til sambandsflokkin, sum atkvøddi blankt, tá ið uppskotið um at hækka eftirlønirnar hjá l a n d s s t ý r i s m o n n­­ u m varð samtykt í ting­­in­um. Atkvøddi sam­bands­flokk­ urin ímóti, fall upp­skotið. Nýggja eftir­ lønarskipan í vet­ur­ Skilir tú ikki, at fólk illneitast inn á, at politikarar syrgja fyri síni egnu eftirløn, samstundis sum pensjónirnar hjá øðrum ikki eru komin í rættlag? – Vit skulu ikki gloyma, at rættiliga nógv í Føroyum hava eina góða eftirløn, bæði starvsfólk, lærarar, prestar, løgreglufólk, læknar og nógv onnur. Men tað er eisini rætt, at privati arbeiðsmarknaðurin er eftirbátur, bæði tey tímaløntu, fiskimenn og onnur. – Men vit hava sett okk­um sum mál at fáa pensjónirnar hjá vanligum fólki í rættlag og ein arbeiðsbólkur ar­beiðir við málinum. Løgmaður sigur, at stór øll verður løgd í at fáa arbeiðið frá hondini skjótt, so at ein nýggj eftirlønarskipan kann fáast ígjøgnum Løgtingið næsta vetur. – Samgongan leggur heilt stóran dent á, at fáa hesi viðurskiftini í lagi og tað havi eg eisini rættiliga góðar vónir um, fer at eydnast. Endamálið er, at eftir­løn­in skal byggja á tríggjar súlur, sum eru fólkapensjónin, sam­haldsfasti eftir­lønar­ grunn­urin og privatar eftir­lønargrunnar, har hvør sær at tekna sær eina eftirlønarskipan. – Samhaldsfasti er styrkt­ ur nakað, men 1. januar verður hann enn meiri styrktur og tá fer útgjaldið úr honum at vera næstan 2.000 krónur um mánaðin. Men hava vanlig verka­ fólk hava ikki stóran møgu­ leika at seta pening til viks til sína egnu eftirløn. – Tað er júst endamálið við at hava eina al­menna fólkapensjón og Sam­halds­ fasta Eftir­lønar­grunnin aft­ urat. Men vit halda eisini, at møguleikin at tekna privatar eftirlønarskipanir, eisini skal vera til staðar. Samgongan hevur fyrr nevnt, at málið er, at ein stakur pensjónistur skal hava 10.000 krónur um mánaðin í eftirløn og eini hjún, 17.000 krónur um mánaðin. – Samgongan hevur sett tað sum eitt av sínum allarfremstu málum at fáa eftirlønarviðurskiftini í rættlag, so eg havi rættiliga góðar vónir um, at tað fer at eydnast, sigur Løgmaður. Miðflokkurin og samgongan gjørdu tað, sum nógv kalla, ein rossahandil í farnu viku, men tað miseydnaðist tí at sambandsflokkurin skifti hest, áðrenn komið var á mál Eftirlønir og rúsdrekka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eru tað tveir politikarar, sum kanska føla seg eitt sindur snýttar í hesum døgum, eru tað teir báðir miðflokkamenninir, Bill Justinussen og Jenis av Rana. Í farnu viku gjørdu teir eina avtalu við samgonguna, ella tað, ið summi kalla ein rossahandil. Í hesi avtaluni játtaði miðflokkurin seg til reiðar at hjálpa samgonguni at fáa málið um eftirlønir til landsstýrismenn samtykt í Løgtinginum. Men afturfyri skuldi samgongan taka málið um at broyta rúsdrekkalógina aftur. Bill Justinussen, løg­ tingsmaður fyri Mið­ flokkin, váttar, at avtala varð við samgonguna um málið um eftirlønina hjá landsstýrismonnum øðrumvegin og og ætl­ aðu broytingarnar í rús­ drekkalógini hinumegin. – Tað er ongin loyna, at spurningurin um eftirlønir er ikki eitt hjartamál hjá Miðflokkinum sum so og tað er ikki eitt mál, sum vit hava so øgiliga sterkar meiningar um. – Men vit hava onnur hjartamál, sum vit hava ógvuliga sterkar meiningar um. Eitt av hesum málum er rúsdrekkalógin, har vit leggja sera stóran dent á, at forða fyri, at rúskdrekka alsamt verður lættari og lættari at fáa fatur á. Og tá ið málið um rús­ drekkalógina var til 2. við­gerð í Løgtinginum, sá Miðflokkurin sær ein møguleika. – Tað vísti seg, at brúk var fyri okkaa atkvøðum fyri at fáa málið samtykt, tí bæði Tjóðveldisflokkurin, S a m b a n d s f l o k k u r i n og Sjálstýrisflokkurin at­kvøddu ímóti. Uttan tær báðar atkvøðurnar hjá mið­ flokkinum, hevði málið so­statt fallið. Mistu trumfin Bill Justinussen sigur, at tískil gjørdi miðflokkurin av at seta hesi bæði málini upp ímóti hvørjum øðrum. – Vit váttaðu fyri sam­ gonguni, at vit vildi at­kvøða fyri málinum um eftirløn til landsstýrismenn, um so var, at uppskotið um rúsdrekkalógina varð tikið aftur. Og fyrri hálvleikur í hesi avtalu gekk eisini eftir ætlan. – Vit atkvøddu fyri eftirlønunum til lands­ stýrismenn so at tað varð samtykt við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Afturfyri var uppskotið um rúsdrekkalógina beint aftur í nevnd og tað tóku vit sum eitt greitt tekin um, at har fór tað at verða liggjandi, so at tað at enda datt burtur. Men tá ið málið um eftirlønir til landsstýris­ menn kom til 3. viðgerð, kom sperðil í. – Sambandsflokkurin, sum hevði atkvøtt ímóti, atkvøddi nú blankt. Sostatt misti Miðflokkurin trumfin, tí nú høvdu javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin einsamallir nóg mikið av Ja-atkvøðum til at bera málið ígjøgnum, hóast øll antstøðan við Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og mið­flokkinum atkvøddi ímóti og – og tað gjørdu vit í Miðflokkinum so. Og tað førdi so aftur við sær, at royndin hjá mið­flokkinum at forða fyri broytingunum i Rús­ drekkalógini, mis­eydnaðist, tí málið varð tikið úr aftur nevndini og samtykt. Hóvar okkum illa Bill Justinussen sig­ur, at sostatt hevur Mið­flokk­ ur­in sína ábyrgd av, at eftirlønirnar hjá lands­ stýrismonnum nú verður hækkað, tí hevði flokkurin atkvøtt ímóti við 2. við­gerð, hevði málið fallið. – Hetta er ikki ein leik­ lutir, sum hóvar okkum nak­ að serligt, men vit mettu, at kundu vit upp á nakran máta steðga broytingunum í rúsdrekkalógin, áttu vit at gera tað, sigur Bill Justinussen. – Sjálvur havi eg onki ímóti, at landsstýrismenn fáa somu eftirlønarskipan sum løgtingsmenn, men Jenis av Rana var hart ímóti ætlanini at hækka eftirlønirnar og gjørdu vit, sum flokkur, av at vera ímóti. Serliga heldur Bill Justinussen tað vera serliga ivasamt, at tað er afturvirkandi til 1998. Jóannes Eidesgaard skal hava somu sømdir sum Edmund Joensen – Eg skilji ikki, hví fólk halda at tað er ílagi, at ein lands­ stýris­maður skal hava nógv verri sømdir enn ein løgtingsmaður Bill og Jenis mistu trumfin Framhald á síðu 14