Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 92 - 15. mai 2006 Pisa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Nú má Jógvan á Lakjuni sleppa framat at seta fólkaskúlan á ovastu rók. Hetta er fremsta niðurstøðan hjá Magnusi Tausen, nú vikuskiftið er farið framvið, og hann hevur haft tíð til umhugsa vána úrslitið av Pisa- undankanningini. Ikki finna syndabukkar Magnus Lærarar leggur fyri við at staðfesta, at limir lærarafelagsins eru bæði vónbrotnir og skelkaðir av úrslitinum, men at tað kortini ikki kemur óvart á teir. - Hóast vit mugu sanna, at vit hava rópt varskó í mong ár, er tíðin ikki inni til at finna syndabukkar nú, sigur Magnus Tausen, og hann vísir á, at ósigurin er somikið lemjandi, at tað týður uppá, at øll, sum vara av økinum hava svikið so ella so: Foreldur, pedagogar, lærarar, læraraskúli, kommunur, Mentamálaráð, lands- og lokalpolitikarar. – Nú mugu vit ímynda okkum, at føroyska skúla­ verkið er ein tóm oyðimørk, sum skal byggjast upp av nýggjum, sigur Magnus Tausen. Og limanna vegna er hann skjótur at staðfesta, at krøvini til læraran eru alsamt vaksin seinastu árini. – Hetta, samstundis sum tilfeingið ella játtanin til økið, sum átti at fylgt í kjalarvørrinum á herdu krøvunum, als ikki svarar til tørvin, hvørki tá umræður eftirútbúgving, endur­nýggjan av und­ir­vísingartilfari, nú­­tímans­gerðing av høl­ um, atgongdina til kunn­ ingartøkni ella tilboð til næmingar við serligum tørvi, greiðir Magnus Tausen frá. – Sostatt eru karmarnir, sum næmingar og limir okkara virka undir í dag júst teir somu, sum teir vóru fyri mongum árum síðani. Munurin er bert tann, at í dag skulu vit menna, fyri­reika og útbúgva til al­tjóðagering ella ein heim, sum er grundaður á vitan og kunningartøkni, sigur Magnus Tausen, meðan hann vísir á, at eitt nú kostnaðurin til ein undirsjóvartunnil svarar til tað, sum vit brúka til undirvísingartilfar í eini 100 ár. Vandi fyri svarta skúlanum Magnus Tausen sigur, at nú er tíverri vandi fyri, at vit fara yvir í ta grøvina, sum eitur svarti skúlin. – Vandin við tí er, at við svarta skúlanum menna vit ikki framtíðar kreativar og sjálvstøðugar borgarar, men lýdnir og penir næmingar, sum ongin eftirspurningur er eftir í einum globalum høpi. Tí er uppgávan at finna ein millumveg, so­­ leiðis at vit bæði skapa kreativar og sjálvstøðugar, men samstundis dugnaligar, vitandi og fólkaligar næm­ ing­ar. Og hetta er avgjørt ein avbjóðing, sum hvílir á herðunum á øllum vaksnum fólkum, sum hava ábyrgd fyri børnunum: pedagogum, lærarum, foreldrum og ikki minst politikarum, sigur Magnus Tausen. Og hann ásannar tíverri, at tað í so mong ár hevur verið ein sannroynd, at tíðin til at savna seg um tað fakliga alsamt minkar, tá tað eisini er upp til læraran at fáa skikk á næmingar, sum ongan góðan eigur, sum kann læra teir um rætt og rangt. Útbúgving og alheimsgerðin Men hvør sigur, at vit skulu vera eitt útbúgvið fólk? Og Magnus Tausen greiðir soleiðis frá: – Eg fegnist um, at júst vánaliga úrslitið av Pisa noyðir okkum at taka støðu til, um vit vilja fylgja við ella ikki. Vit skulu minnast til, at fiskivinnutjóð fara vit neyvan at halda fram við at vera. Tá hugsað verður um tøkniligu menningina innan vinnulívið har vit seinastu hundrað árini eru farin frá áttamannafarinum til Sundaberg. So um fá ár verður einki arbeiði í fiski­vinnuni longur, sigur Magnus Tausen. Og í hesum viðfangi nevnir hann eisini, at um útbúgving ikki verður ein hornasteinur undir før­ oyska samfelagnum, so koma tey, sum hava verið burturi í sambandi við hægri lesnað, ikki heim aftur, tá tey hava fingið familju og børn. – So hetta er í roynd og veru í tøkum tíma, at vit taka støðu til, um vit vilja satsa uppá framtíðina ella fortíðina, sigur formaður lær­arafelagsins. Útbrendir lærarar Magnus Tausen fær sjálv­ sagt eisini spurningin, sum so nógv í Føroyum seta sær sjálvum í dag. Tí er veru­ leikin ikki, at alt ov nógvir lærarar í roynd og veru onki nytta? Og Magnus Tausen er skjót­ur at svara, at tað sjálvsagt eru nógvir lærarar, sum eru útbrendir, og at hetta avgjørt er eitt mál, sum felagið og myndugleikarnir skulu taka í størri álvara. Men hann leggur samstundis áherðslu á, at tað er ikki løgi, at lærarar brenna út í fólkaskúlanum, tá millum lítið og einki livir upp til vøkru orðini í lógini. Og í tí viðfangi nevndir hann nøkur øki, har vit øll eiga at taka okkum um reiggj: Skipanin av sjálvum skúlanum, næm­ingar, sum ikki taka ábyrgd fyri egnari læring, um eftirútbúgvingar, sum ikki eru til staðar, um ótíðarhóskandi undirvísingartilfar, um smáu viðurskiftini úti á smá­plássunum, og um skúlan, sum skuldi vera fyri øll, og í staðin er vorðin skúlin fyri ongan. – Tað er so ómetaliga nógv, sum eigur at vera broytt í fólkaskúlanum. Hug­burðurin til tímatalvuna, krøvini til næmingar og lærarar, og ikki minst: tilboð til teir næmingar, sum ikki hóska inn. Hesir mugu hava hjálp nógv fyrr, so teir ikki fáa skyldina fyri at brúka alla orkuna hjá læraranum, sum átti at farið til restina av flokkinum,sigur Magnus Tausen. Og hann greiðir frá, at skipanin av skúlanum, har næmingar, sum eru javn­ gamlir hoyra til á einum ávísum floksstigi er eisini ein hugburður, sum skal takast upp til endurskoðan. – Tí sjálvsagt kunnu 24 ymisk menniskju ikki fylkjast í øllum lærugreinum til allar tíðir, sigur Magnus Tausen, og hann vísir á, at hetta eisini er ein spurningur um at líta á, at lærarin er professionellur og dugur at meta um, hvat støðið einstaka barnið er á. – Hetta verður als ikki gjørt sum er, og krevur tað eisini menning av læraraførleikanum, umframt, at tilfar skal vera til taks at meta næmingarnar við. Slíkt finst ikki í Føroyum, so løgið tað enn ljóðar, staðfestir Magnus Tausen. Ábyrgd av egnari læring Í Pisa-undankanningini kemur fram, at føroyskir næmingar keða seg í skúlanum og at teir snøgt sagt hava ov lítið at gera, bæði heima og í skúlanum. – Aftur her er tað ein spurningur um hugburð, tí tað loysir seg ikki hjá læraranum at geva næmingunum meira og meira heimaarbeiði, um næmingurin ikki hevur lært at taka ábyrgd fyri egnari læring, tí so ger næmingurin ikki heimaarbeiðið kortini. Og tað er hetta, vit eru vitni til í løtuni, og sum ger, at lærarar kanska eisini hava lyndi til at geva næmingunum ov lítið heimaarbeiði fyri, sigur Magnus Tausen. Útbúgving av lærarum Tá vit velja at fara uppí eitt Pisa-samstarv eiga vit eisini at gera okkum greitt, at londini, sum vit samanbera okkum við, hava drúgvar royndir innan menning av skúlanum, og ikki minst menning av lærarunum. Nú føroysku úrslitini fyriliggja eru mong, sum hava hug at bríksla læraraførleikanum og hesum tekur Magnus Tausen eisini partvíst undir við. – Fyri fáum árum síðani var vanligt, at lærarar vóru sendir á ársskeið. Hesin møguleiki varð avtikin fyri nøkrum árum síðani, og seinastu árini hava lærarar tikið til takkar við at sleppa á okkurt hissini eindagsskeið einaferð um ári, staðfestir Magnus Magnus Tausen, formaður lærarafelagsins: Pisa kom í tøkum tíma Vit hava rópt varskó í nógv ár, tí meðan krøvini til limir okkara eru fleirfaldað seinastu árini, hevur tilfeingið til skúlan staðið í stað, sigur Magnus Tausen, formaður lærarafelagsins. Og hann vónar, at úrslitið av Pisa- undankanningini kann elva til eina politiska veking, fólkaskúlanum til frama – Nú mugu vit ímynda okkum, at føroyska skúla­verkið er ein tóm oyðimørk, sum skal byggjast upp av nýggjum, sigur Magnus Tausen ”