Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2006 7 Tausen,og hann leggur soleiðis afturat: – Lagnunnar speisemi er tað, at til veruliga eftirút­ búgving hevur ongin pen­ ingur verið tøkur í mong ár, samstundis, sum tað hevur verið góðtikið, at tú kanst arbeiða eitt heilt læraralív, uttan at fara á eitt einasta skeið. Samstundis útbúgva og menna grannalondini starvs­fólk skúlans við rúk­ andi ferð. Hetta er veruliga nakað, sum tekur hugin frá teimum, sum dáma og duga at vera lærarar, og gongur hetta út yvir trivnaðin hjá læraranum, samstundis sum at alt meira verður lagt á herðar hansara. So vit í Føroya Lærarafelag kunnu bert vóna, at úrslitini av Pisa-undankanningini kunnu eggja til at førleikamenning læraranna kemur á breddan. Eisini læraraútbúgvingin hevur staðið fyri skotum. Hvat sigur Magnus Tausen til tað? –Tað er ikki rættvíst at brigsla læraraskúlanum, tí hann hevur í áravís víst á vantandi játtan, og útbúgvingin er eisini eitt úrslit av ov nógvum krøvum, har karmarnar innan fígging og førleikar als ikki hava fylgt við, staðfestir Magnus Tausen. Smá viðurskifti Annað, sum Magnus Tausen vísir á, eru smáu forholdini í Føroyum. Hann greiðir frá, at tá tað frammanundan er torført hjá læraranum at røkka fakligu krøvunum, er vandi fyri, at lærarin leggur ov nógvan dent á tað sosiala, og at verða góður við næmingarnar. – Tá lærarin kanska sjálvur er granni hjá næmingunum og foreldrunum ynskir hvørgan av pørtunum í síðsta enda at krevja nakað av hinum. Tá er tað fullkomiliga ógjørligt at vera professionellur og alt endar við umsorgan, tí fakliga tilfeingið er ikki til staðar. Og tá eru vit farin heilt yvir í hina grøvina, har bara taparar standa eftir. Undirvísingartilfar Ein sannroynd er tað, at í einum lítlum máløki sum tí føroyska er tað kostn­ að­armikið at geva út upp­ runa­tilfar á føroyskum. Tí ganga tað millum fimtan og fimti ár millum at skúlabøkurnar verða skiftar út. – Enn einaferð hendir hetta samstundis sum, at londini, sum vit kappast við og ynskja at samanbera okkum við, skifta bøkurnar út á hvørjum ári, so tær alla tíðina hóska til nútíðina og taka hædd fyri nýggjasta rákinum innan gransking innan læring. Vit brúka 2,8 milliónir um ári til undirvísingartilfar. Hetta svarar við, at vit brúka 100 ára brúk av undirvísingartilfari til ein undirsjóvartunnil, staðfestir Magnus Tausen Skúlin er ikki fyri øll Skúlin fyri øll hevur verið ein av teimum størstu vanlagn­unum fyri føroyska skúlaverkið í nýggjari tíð, tí skúlin fyri øll er blivin til skúlan fyri ongan. Hetta sigur Magnus Tausen,og hann greinar útsøgnina soleiðis: – Skúlin fyri øll er bara eitt eiti ella eitt hugtak, sum einki sum helst hevur við veruleikan at gera. Og tíverri hevur tað verið soleiðis í mong ár, at myndug­leikarnir hava hildið fast við, at skúlin skal vera fyri øll, men einki tilfeingi er fylgt í kjalarvørrinum á hugtakinum. Tá veikir og sterkir næmingar fáa sama tilboð lækkar alt støðið, tí øll skulu megna at fylgja við, sigur Magnus Tausen. – Avleiðingin av hesum verður, at allir teir sterku næmingarnir sita og keða seg í tímunum. Og vanlig hugsan innan læring er, at tú lærir best, tá tilfarið er eitt lítið sindur ov torført, og tú verður tvungin til at kýta teg, fyri at skilja tað. Tí er eingin, sum kýtir seg í skúlanum fyri øll, sigur lærarafelagsformaðurin. Skúlin raðfestast hægri Magnus Tausen endar samrøðuna við Sosialin við at vísa á, at nú má Jógvan á Lakjuni sleppa framat at seta fólkaskúlan á ovastu rók. Hann skal taka alla ábyrgdina av skúlanum og hann kemur eisini at taka nakrar avgerðir, sum verða illa lýddar, eitt nú úti í kommununum. – Tí vit kunnu skjótt blíva samd um, at tað als ikki er nøktandi, at kommunurnar sjálvar sleppa at seta støðið á lokalu skúlunum, hvat millum annað hølum og tilfari viðvíkur, sigur Magnus Tausen, sum vísir á, at støðið skal vera javnt um alt landið,og at tað tískil er neyðugt at miðsavna alt skúlaøkið. Politiski viljin Men hvat skal gerast her og nú, spyrja vit formannin. Og hann svarar, at í fyrstu atløgu er neyðugt, at ein arbeiðsbólkur við væl skikk­aðum fólki verður settur at endurskoða allan føroyska skúlan. At varðveita tað, sum er gott og at broyta tað minni góða. – Og har er aftur ein vandi, tí vanliga arbeiða slíkir arbeiðsbólkar uttanfyri og afturat vanliga arbeiðstíð, tá blóðsukurið er í botni og fólk bara vilja sleppa heim, tí eplini eru um at verða kókað. Her má og skal tíð og pengar setast av til at fáa tað allar besta burturúr, so vit ikki enda í hesari støðuni aftur, sigur Magnus Tausen, sum eisini kundi hugsað sær, at nøkur fólk, møguliga uttan úr heimi, verða sett í starv innan karmarnar á MMR. – Hesi kunnu vónandi kveikja, granska og stinga út í kortið saman við teimum, sum eru har frammanundan, sigur hann og leggur aftur­at: – Hetta er eina og aleina ein politiskur spurningur, tí tað er bara frá politiskari síðu, at skjøtul kann setast á at endurskoða føroyska skúlan. Og eg vænti ikki, at nakar føroyingur fer at góðtaka nakra tunnilsgerð ella keikant, fyrr enn politiskur vilji er til at endurskoða allan skúlan, sigur Magnus Tausen at enda. – Játtanin til økið, sum átti at fylgt í kjalarvørrinum á herdu krøvunum, svarar als ikki til tørvin, hvørki tá umræður eftirútbúgving, endurnýggjan av undirvísingartilfari, nútímans­ gerð av hølum, atgongdina til kunningartøkni ella tilboð til næmingar við serligum tørvi, greiðir Magnus Tausen frá ”