Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 92 - 15. mai 2006 15 granskarar heiðr­aðu um viku­ skiftið føroyska mál­frøðingin Dr. Jakobsen við fyri­ lestrum um hans­ ara lív og verk á ráðstevnu í Scall oway í Hetlandi. Stóra áhoyrararfjøldin var enn eitt prógv um stóra týdningin, arbeiðið hjá Dr. Jakobsen enn hevur fyri føroyska og hetlandska mentan Ráðstevna Granskarar innan øll øki í fjøltáttaða arbeiðinum hjá Dr. Jakobsen vóru í viku­skiftinum savnaðir á NAFC Havfrøðideplinum í Scalloway at varpa ljós á týdningin hjá føroyska málfrøðinginum, nú 100 ár eftir at hann gjørdi sítt stóra granskingararbeiði. At meir enn 80 áhoyr­ar­ ar høvdu leitað sær á ráð­ stevnuna, ber í sær sjálvum boð um stóra týdningin, Dr. Jakobsen framhaldandi hevur. Mentanarlig bond Á stevnuni hoyrdu áhoyrarnir fyrilestrar hjá Jakobsen- ser­frøðingum úr Noregi, Dan­mark, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, USA, Skotlandi, Hetlandi og Føroyum. Ráðstevnan var fyrsta stóra tiltakið, ið er úrslit av avtaluni um mentanarligt samstarv, sum Føroya Landsstýrið og Hetlandsráðið skrivaðu undir í november 2003. Av­talan hevur til endamáls at styrkja aldargomlu ment­ anarligu sambondini millum grannalondini bæði í norði Dr. Jakobsen ferðaðist í Hetlandi árini 1893 til 1895, har hann savnaði til­ far um útdeyða norrøna mál­ið Norn. Hansara mál­ frøðiligu kanningar og fólka­ lívsfrøðiligu eygleið­ingar eru ein týðandi partur av tí, vit í dag vita um lívið í Hetlandi um tað mundi. Heima í Føroyum verður Dr. Jakobsen mettur sum tjóð­arhetja. Eisini var han fyrsti føroyingur, ið vann sær doktaraheiti í máli og mentan, og verður hann tí­skil mettur at hava havt stóran týdning fyri føroyskan tjóðarsamleika. Framvegis grundarsteinur Høvuðsfyrireikarar av ráð­ stevnuni vóru Brian Smith, skjalavørður á hetlendsska skjalasavninum og Turið Sig­urðardóttir, lektari á Føroyamálsdeildini á Fróð­ skaparsetri Føroya. Í fyrilestri á ráðstevnuni segði Turið Sigurðardóttir millum annað: – At Dr. Jakobsen er evn­ ið á hesum fyrsta tiltaki í mentanarliga samstarvinum millum Føroyar og Hetland tykist sera hóskandi, um vit hugsa um týdningin, hann hevur havt fyri bæði londini. Granskingin hjá Dr. Jacobsen í máli, mentan, bókmentum og fólkaminnum fevnir so víða, at hon framvegis er grundarsteinurin, ið gransk­ ing innan hesi øki byggir á í dag. Brian Smith legði aft­ urat: – Jakobsen var í grundini fyrsti akademiski granskarin, ið kom til Hetlands, og hann varð verandi í tvey ár. Tað var fullkomiliga óhoyrt, at ein akademikari gjørdi nakað tílíkt. Hann kom eisini í eini tíð, tá Hetlendska fólkið av álvara gjørdist áhugað í síni fjaru fortíð. – Fólk tóku væl ímóti hon­ um, og honum man eisini at hava dámað Hetland, hav­ andi í huga at hann helt fram at arbeiða við het­lendska tilfarinum restina av lívi sínum. Tað kom bæði het­ lendigum og føroyingum sera dátt við, tá hann doyði longu í 1919, bert 54 ára gamal. Fyrimynd Ráðstevnan gav eina breiða mynd av arbeiðinum hjá Dr. Jakobsen og umfataði eisini partin, sum viðgerð fólkaminni og skaldskap av manna munni, ið eru serøkini hjá Eyðuni Andreassen, professara. Eyðun vísti á avgerandi týdningin, Jacobsen hev­ur havt fyri føroyska skrift­ málið – Hvat stíli viðvíkur, setti Jakobsen eitt fyrimyndarligt støði fyri, hvussu hetta málið skuldi brúkast. – Eftir mínum tykki, áttu tekstirnir hjá Dr. Jakobsen at verið kravdur lesnaður hjá øllum, sum vilja læra seg føroyskt, tí nú 100 ár seinni skara hesir tekstir fram­ vegis framúr, segði Eyðun Andreassen. Rithøvundurin Marianna Debes Dahl legið fram sítt verk um Dr. Jakobsen, ið byggir á brøv hjá gransk­ aranum. Marianna vísti á, at týdningurin av hansara arbeiði røkkur longur enn til Føroyar og Hetland, ið luttøkan á ráðstevnuni eisini bar boð um. – Málfrøðingar í Noregi, Íslandi, Svøríki og aðrastaðni nýta framvegis hansara arbeiði sum lykil at loysa gátur í teirra egna máli, segði Marianna millum annað. Ráðstevnan endaði í gjár, tá flestu luttakararnir vóru við á einum túri til Sumburgh og St Ninian’s Isle á syðra hetlendska meginlandinum. Kelda: Hans J. Marter, Shetland News Agency Kristi Himmal­ ferð­ardag fara seks rovarar hjá KFUM-skótunum í Havn at ganga av Selatrað til Havnar. Endamálið við túrinum er at savna inn pening til børn við krabbameini umframt at byggja eina skótasmáttu Stuðulstúrur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Hvat við at keypa eina lýsing á afturpartinum á einum skóta, ið fer til gongu av Selatrað til Havn­ar? Møguleikin fyri at lýsingin verður sædd fær í øllum førum illa verðið betri. 105 kilometrar hava seks rovarar hjá KFUM skótunum í Havn nevniliga sett sær fyri at leggja afturum seg Kristi Himmalferðardag, 25. mei og vóna teir nú, at fólk og fyritøkur fara at nýta høvi at stuðla teimum við eini upphædd. Helvtin av peninginum, ið kemur inn, hava rovararnir gjørt av at lata foreldrabólkinum at børnum við krabbameini, meðan hin helvtin skal brúk­ast at byggja eina skóta­ smáttu fyri. Gongur væl Ein av ungu monnunum, ið fer til gongu Kristi Himm­ al­­ferðardag, er Bogi F. Sig­­urstein. Hann og hinir fimm rovararnir venja longu dúgliga til langa túr­ in, sum teir fara at ganga út í eitt uttan steðg. Av Sela­ trað gongur leiðin fyrst til Strendur, so í Skálabotn, upp um Eiðisskarð, yvir um brúnna í Sundalagnum, upp um fjallið til Kollarfjarðar og eftir Oyggjarvegnum til Havnar, har teir enda túrin í húsinum hjá KFUM skótunum. Bogi greiðir frá, at eftir at hava gjørt av, at túrurin eisini skuldi hava eitt vælgerandi endamál, samdust teir skjótt um, at helvtin at peninginum skuldi fara til børn, ið eru rakt av krabbameini. Hina ætla teir at brúka til at byggja eina skótasmáttu fyri nærindis Havnini. Sum er hava KFUM skótarnir hús á Selatrað og á Kambsdali, men hetta er heldur langt at fara hjá teimum yngstu skótunum og teirra ungu leiðarum. Higartil hevur gingið rætti­liga væl at savna pen­ ing inn til tiltakið, einar 35.000 kr er tað vorðið til í alt, metir Bogi, men enn er møguleiki at stuðla tiltakinum. Umframt at keypa lýs­ing­ ar ymsastaðni á klæðunum hjá rovararunum, er eisini høvi hjá privatfólki at stuðla til­tak­in­um við eini upphædd fyri hvønn kilometur. Meir fæst at vita um tiltakið og møguleikan at stuðla á tlf 31 31 21 ella 51 31 21. Til gongu móti krabbameini Leiðin gongur gjøgnum dalar og upp um fjøll, tá seks rovarar hjá KFUM skótunum í Havn fara til gongu av Selatrað til Havnar Kristi Himmalferðardag Heiðraðu Jákup doktara Meir enn 80 áhoyrarar høvdu leitað sær á ráðstevnuna um Dr. Jakobsen í Scalloway í vikuskiftinum Nakrir av fyrilestrahaldarnum á ráðstevnuni: Eyðun Andreassen, Turið Sigurðardóttir, Brian Smith og Marianna Debes Dahl