Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2006  Stutt sagt Sandavágur: Eftir at Vága­ tunnilin lat upp í 2002 er talið nógv vaksið á teimum, sum ætla at búseta seg í Vágum. Hetta hevur Sandavágs kommuna eisini merkt nógv til, og hevur nú tikið fylgjurnar av hesum. Á seinasta fundi sínum samtykti bygdaráðið tí at fara undir eina stóra út­stykking uppá tilsamans 30 grundøki á einum staði tey nevna Norðuri í Sørpum. – Av hesum er longu helvt­in umbiðin, upplýsir borgarstjórin Rósa Samu­ el­sen. Fiskiveiða: Síðani árs­ skiftið hava útlendsk fiski­ før fiskað íalt í 1.731 dagar. Hesa tíðina hava tey fiskað góð 100.000 tons. Hetta vísir eitt yvirlit yvir útlendsku veiðuna fram til 30. apríl, her tað serliga eru skip úr Russ­ landi og Íslandi sum hava roynt her. Íalt hava tey ís­lendsku skipini fiskað 47.000 tons av svartkjafti, og tey russisku 44.000 av hesum fiskaslagi. Annars hava skip úr Dan­ mark, Bretlandi, Fraklandi og Noregi fiskað her hjá okkum. sb. Streymnes: Tá venjingarnar hjá EB/Streymi byrja fyrst í komandi ári, er ætlanin at hesar skulu ganga út frá tí nýggja ítróttarhúsinum, sum í løtuni verður bygt við fótbóltsvøllin í Streym­ nesi. Talan er um eini rúmlig ítróttarhús í tveimum hædd­um, hvør uppá 300 fermetrar. Í leikskránni hjá felagnum verður greitt frá, at í niðaru hæddini verða umklæðingarrúm, rúm til dómarar og tílíkt, meðan ein í ovaru hæddini fer at hava kiosk, eitt høli til fjepparar og annað. – Innrættingin verður eisini gjørd soleiðis, at til ber hjá frítíðarskúlanum at halda til her, verður sagt. Ætlanin er somuleiðis at felagshúsið skal fevna um ymiskan ítrótt, m.a. borðtennis. Tá arbeiðið við húsinum og skýlinum er liðugt, fer kostnaðurin at liggja um einar 7 mió. kr. sb. Ítróttarhúsið liðugt í komandi ári 1.731 fiskidagar í føroyskum sjógvi Fleiri útlendsk fiskifør eru aftur nú í føroyskum sjóøki 30 grundøki aftrat Nýggja útstykkingin tekur seg væl út Norðuri í Sørpum Mynd: Sandavágs kommuna Eitt hotell við friði og útsýni Seinni í mánaðinum fær Filadelfia-sam­ koman í Havn vitj­an av einum tón­leikapresti. Danska Katrine Høgenhaug fer á vitjan síni at luttaka á lovsongsmøti í sam­ komuni leygarkvøldið í næstu viku Tónleikur Snorri Brend Lovsangur: Katrine er 30 ára gomul og útbúgvin innan tónleikavísind á Lærda Háskúlanum í Keyp­ mannahavn í 2002. Dagliga arbeiðir hon sum tónleikaprestur í eini kirkju, sum nevnist Kirkjan í Kulturcenteret. Sum ein part av fyrireiking síni til hetta starvið hevur hon verið eitt ár á Hillsong College í Sydney. Her fekk hon miklan íblástur til arbeiðið sítt út frá hesi samkomuni, sum er kend um allan heim fyri lovsang sín. Katrine hevur sjálv skriv­ að ein hóp av tónleiki og er nógv av hesum útgivið á fløgum. Fleiri av sangum hennara eru eisini týddir til føroyskt og eru at finna á fløguni “Vit kunngerða Jesus”, sum kom út fyri nøkrum árum síðani. Herfyri var hon við til upptøku og útgávu av eini stórari live-lovsongsfløgu, sum kemur út í Danmark um tríggjar vikur. Hon kallast “Live lovsang”. Sum ein part av arbeiði sínum hevur hon hildið fleiri seminar um sangskriving og lovsong í ymiskum sam­ komum og á háskúlum. Nú kemur hon so til Føroyar á fyrsta sinni, og verður hon við á lovsongskvøldinum 27. mai í Filadelfia í Havn og á morgunmøtinum dagin eftir. Virkin tónleikaprestur vitjar Katrine Høgenhaug hevur góðar royndir vi lovsangi. Nú fer hon at geva føroyingum innlit í hesa vitan sína Eftir nógva fyrireik­ ing kann Hotel Eiði í dag lata upp dyrn­ar aftur fyri teim vitjandi – før­ oy­ingum, út­lend­ing­ um og eisini barna­ familjum. – Eiði er eitt sera vak­ urt og gott stað. Her kunnu fólk tí koma fyri at njóta friðin og vakra útsýnið, sigur ein av eigarunum, Malan Rubeksen Hotel Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Eiði: Tað eru nógv viðurskifti, sum eru til fyrimuns fyri teir nýggju eigararnar av Hotel Eiði. Eitt er, at fólk vita um hetta hotellið. Eitt annað er, at nógvir gestir hava verið her ferð eftir ferð. Og í triðja lagi kann hetta hotellið vera sera errið av tí ótrúliga vakra útsýninum, sum gestirnir kunnu njóta úr matstovuni ella uttanfyri í túninum. – Vit hava tí góðar vónir fyri hotellið. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt hotell fyri øll og allar aldursbólkar, sigur ein spent Malan Rubek­sen. Saman við trimum øðr­um hava tey stovnað felagið, sum skal reka hotellið víðari. Á hotellinum eru 16 køm­ ur, harav fýra teirra eru einkult-kømur. Í matstovuni kunnu omanfyri 80 fólk sita til borðs samstundis. Eitt fundarrúm við øllum nútíðar hentleikum finst eisini. Hetta kann rúma umleið 40 fólkum. Framsýning Eitt av tilboðunum til tey vitjandi er matstovan, sum verður opin at kalla allan dagin. Byrjað verður kl. 7 við morgunmati, og á middegi fara gestirnir at fáa dagsins rætt. Seinnapartin kunnu mong ymisk sløg av kaffi keypast afturvið nógvum sløgum av køkum og ísi. Um vikuskiftini er ætlanin at hava buffet, m.a. við køkuborði. Ætlanin er eisini at hava framsýningar av listar­ verkum á hotellinum. Henda framsýningin verður skift út við jøvnum millumbilum. Í løtuni eru myndir at síggja eftir Maluni Rubeksen sjálva, eins og Randi Gunnarsdóttir og Olgu Joensen úr Havn. Ætlanin er ikki at hotellið sjálvt skal skipa fyri útferðum og øðrum í tí sambandinum. Í bygdini finnast nevniliga fólk sum hava skil fyri júst hesum. – Tí er ikki neyðugt hjá okkum at gera hetta. Vit fara bara at vísa til tey, sum skipa fyri hesum útferðunum, og sum soleiðis kunnu geva fólki ein hóp av upplivingum her í økinum, sigur Malan Rubeksen. - Útsýnið er sera vakurt higani av hotellinum, sigur Malan Rubeksen. Rætt hevur hon í tí! Fyri børn Hotel Eiði verður tó ikki bert fyri tey vaksnu. Børnini skulu eisini merkja, at tey eru á einum hotelli. Í matstovuni verður eitt serstakt horn avsett sum spælipláss til børnini. Her fáa tey møguleika at spæla við ymiskar leikur, eins og borð verða uppsett. Møguleiki verður eisini hjá teimum at hyggja eftir teknifilmi her, tá tey eru liðug at eta. Um­framt hetta tilboðið verður nógv av tí á matar­ skránni, sum børnum dáma væl at eta úti.