Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 92 - 15. mai 2006 Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyski skúlin vekir alstóran áhuga og skapar mikla røring í øllum samfelagnum. Men PISA kanningin gevur eina so dapra mynd av støðuni í før­ oyska skúlanum, at ein illa fær seg til at trúgva kanningini. Myndin fevnir um tey fimtan ára gomlu og vísir hon sum kunnugt, at tað stendur heilt illa til við lesiførleika, støddfrøði og náttúrlærugreinum. Hóast tað kunnu vera ymisk brek við kanningini, sum gera, at hon avmyndar støðuna nakað verri, enn hon veruliga er, so skerst ikki burt, at før­oyski fólkaskúlin er vorðin eftirbátur, um samanborið verð­ur við grannalondini. Hetta verður enntá staðfest, júst sum vit standa á einum altjóða vegamóti, har tørvurin á góðari skúlagongd ongantíð hevur verið størri. Hvat er nú til ráð at taka? Her má nakað gerast, men sam­ stundis má ansast eftir, at vit frá nú av bera okkum rætt at. Eitt er vist: tað bøtir ikki um støðuna, um farið verður at jagstra syndabukkar. Tað er eisini púra óneyðugt, tí vit eru øll undir ákæru. Land og kommunur hava ikki givið fólkaskúlanum nóg stóran ans. Her verður bara talað um miðnámskúlar og hægri skúlar. Kommunurnar spara uppá undirvísingartilfar. Landið ger ov lítið fyri at framleiða gott og tíðarhóskandi undirvísingartilfar. Flestu foreldur munnu uppliva, at børnini sita við somu bókum, sum tey sjálvi sótu við fyri árum síðan. Samstundis mugu mong foreldur taka í egnan barm og ásanna, at tey ikki fylgja nóg væl við, at tey ikki samstarva nóg væl við skúlan, og at tey lata børnini yvir til teldu, video og sjónvarp. Heldur ikki lærarin gongur fríur, sum formaður Lærarafelagsins longu hevur ásannað alment. Landsstýrismaðurin hevur higartil megnað at halda høvdið kalt, og tað eigur hann at halda fram við, um málið sum frálíður fer at elva til øsing. Onkur er longu farin at røra í pottinum, og tað er sjálvsagt freistandi, men tað gagnar ongum og so slættis ikki skúla og børnum. Vit hava øll eina ómetaliga stóra ábyrgd í hesi støðu, sum øll innast inni hava havt ein varhuga av. Nú er at leggja til brots fyri at bjarga tí, sum bjargast kann. Men tað nyttar lítið at loypa framav. Nú mugu vit bíða eftir tí atgerðarætlan, sum landsstýrismaðurin hevur fráboðað verður gjørd. Tá hon so verður løgd fram fyri løgting og almenning, so mugu allar góðar kreftir savnast til tess at fáa broytt støðuna til tað betra. Tað eru tíggju ár, til vit skulu verða millum heimsins fremstu tjóð­ir – ikki minst á útbúgvingarøkinum. Hetta krevur ný­hugs­ an, hetta krevur, at nógv halgineyt verða tikin av døgum í øllum løgum innan skipanina. Hetta krevur ein veldugan innsats frá Løgtingi, landsstýrismanni, fyrisiting, lærarafelagi, skúlum, kommunum og foreldrum. Hetta fer ikki minst at krevja øktar játtanir og at tilfeingi verður sett av til at framleiða gott tíðahóskandi lærutilfar, at bøta um skúlabygningar, til eftirútbúgving og ikki minst til ein endurnýggjaðan lær­ar­a­ skúla. Um lands- og kommunalpolitikkarar ikki ásanna hetta, og skattgjaldarin ikki gloymir alt um skattastopp, so kunnu vit eins væl leggja árarnar inn beinanvegin. Fólkaskúlin allur sum hann er og læraraskúlin skulu endurreisast frá grundini. Her skal takast eitt ódnartak, sum fer at kosta bæði so og so. Taka vit ikki hetta takið, so fer tað at svíða til framtíðina og tað kann gerast so dýrt, at vit ikki rísa undir tí. Tá verður eisini ringt at liva upp til Visón 2015, sum hetta landsstýrið hevur sett út í kortið. DAGSINS MEINING Sosialurin PISA - eitt ódnartak fyri framman VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tíðindaleiðarin í út­varp­ i­num, Johan Mortens­en, sig­ur seg ósamdan í hugs ­ an míni um, at útvarpið og Tinganes eru undir felags st ýr­ing. Hann skal eiga takk fyri viðmerking sína, men ikki kann sigast , at tað eyðnast honum at burturvísa sakligu atfinningunum í greinini um afturundirgerðina í al­tjóð­ agerðini. Sjálvandi eigur almenni tíð­ind­aleiðarin at harmast , um politikkarar skuldseta tíð­ind­afólk hansara fyri at verða st ýrd av politiska valdinum. Soleiðis var tað nú heldur ikki gjørt í hesum føri. Skuldsetingar mínar vóru heftar at st ovninum sjálv­ um og dagliga tíð­ind­a­flutn­ inginum haðani, sum tíverri er merktur av, at Sortudíki tænir Tinganesi meiri enn gott er. Tí lá tað nær at skriva um felags st ýring. Dømini eru so mong, og takast kann uppaft­ur, at tøgnin í eini longri røð av løgt ings málum, skriv­ lig­um og munnlig­um fyr­i­spurningum okkara, tí­ verri prógvar hesa gongd Taka vit onnur mál, sum vit ikki sjálvi bera flokspolitisku kann­una av, so er skilið tað sama. Vit fingu td. tvær sera at­finningarsamar kanningar frá landsg rannnskoðanini í vetur. Tann fyrra, um frávik mill­um játt an og nýts lu hjá landskass anum, kom í oktober 2005, og tann seinna um at grannskoða ein­skiljingar, kom í januar 2006. Báðar hesar frágreiðingar vóru sera atfingingarsamar móti landsins st ýri. Tær høvdu fingið parl­a­ ment­ariskar fylgir og elvt til nógvan orðadrátt í øll­um øðr­um framkomnum sam­ feløgum. Men - líka so at­finn­ ingarsamar og líka so kolldømandi hesar frá­greið­ ing­ar vóru, líka so tigandi var Sortudíki. Um tingmaður nú ivast og klívur í tvey ella sóknast eftir, hví so er, so fær hann av at vita. Tíðindaleiðsluni í Sort­u­ díki, sigur at: “Hett a er at undirmeta og mist einkiligera hesi fólk, sum øll halda seg burt­­ur frá politiskum flokk­um ella arbeiði, sum kann skaða trúvirðið í tíð­ind­a­ar­beið­ num.” Álop er best a verjan, og tíð­indaleiðarin hopar her við sjeymálafetum undan á­byrgd síni. Í st aðin fyri sakligar aft­ur­ vís­ingar velur hann at skuld­ seta eina krist iska rødd fyri persónliga forfylging av st arvsfólkum sínum. Hett a var betri óskrivað. Heldur leiðslan í Sortudíki seg sleppa at múlabinda lurt­ ar­an við at skuldseta hann fyri persónliga forfylging, so heldur hon seg ivaleyst eisini liva í einum totaliterum sam­ felag. Hett a er hinvegin minni gott fyri okkum onnur, sum halda okkum liva í einum opn­um demokratiskum sam­ fel­ag. Tíðíndaleiðarin sigur víð­ ari: “At málið hjá Hergeiri Niel­ sen “Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði av málum og málsøkjum” er druknað í st óru málsrúgvuni upp undir tings etulok, tá atkvøtt varð um málið utt an at álit var skriv­að, er spell.” Álvaratos, harra tíð­ind­a­ leið­ari. Løgt ings málið um EFTA varð lagt fram 28. februar og tings etan endaði 5. mai. Tað var nr. 70 av 116 løg­ tings­málum, og lá sum so­ leið­is rímiliga langt frá druknideyðanum í út­varp­ inum. Nei, aftur her noyðast vit at halda fast um, at Sortudíki rennur ørindi fyri Tinganes. Málið er sera nívandi og keðiligt fyri eina samgongu, sum sigur seg hava eina heilt serliga visjón í al­tjóð­ a­gerðini. Visjónin um at teljast mill­ um heimsins fremst u lond við bindi fyri eyguni og loki fyri oyruni, átt i at veri ein sannur gloypibiti fyri útvarp okkara, men so eiðasørt. Ein kritisk rødd í einum frælsum útvarpi hevði havt jóladagar í øllum øðrum lond­um. Hon hevði ligið í andvekri, til hon hevði fingið svar upp­á, hví landsins st ýrið ræð­ ist eina samtykt um, hvørjum tað skal st evna eftir. Eitt er, at tað almenna út­varpið brúkti úti við tveir mánaðir at koma eftir, at eitt st ørri tingmál lá til tings ins viðgerð. Annað er, at útvarpið køvdi tíð­ind­ini um lagnuna hjá hes­ um máli við eins trygg ari hond, sum landsst ýrið køvdi samtyktina í tinginum. Tá so er, er hugs andi, at vit onkust aðni fáa fyrigev­ing fyri ­ illavorðnu hugs anum ­okk­ara, um nú Tinganes er st ýrt úr Sortudíki, ella Sortudíki er st ýrt úr Ting­a­ nesi. Hvør stýrir hvørjum? løgtingsmaður Hergeir Nielsen Nú undirsjóðartunnilin opin er Tja lalala lalala Og ferðslan fer við rúkandi ferð Tja lalala lalala Men í bygdum øki 30 km/t er So har koyrir ferðslan við hóvligari ferð Nú fløgg ini eru á húnar hátt Og øll eru vælkomin á hvørja gátt Til Leirvíkar at bowla vit fara ein túr Og búffarnir teir smakka fram úr Bygdarhúsið flott og st órt Dámligt tað er til veits luhøll LÍF ítrótt arhúsið er Sjavskapping eisini har fram fer Og skótahúsið eisini er So børn og ungdómur samlast her Kirkjan so prýðilig st endur her Og onnur samkomuhús eru h er Fiskahús, bátar og skip Utt an tey er eingin bygd Brennist øðin er úti á vík Har nógv er at brenna og annað slíkt Nú hendan vísan at enda komin er Má Gud signa tey ið búgva her Kata Elisabeth Mortensen Heilsan til heimbygdina Leirvík