Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2006 11 VIÐMERKINGAR Hvør stýrir hvørjum? Hvør hevur á­byrgd­ ina av partapolitiska Sosialinum og Portal­ i­num? Almennur fyrispurningur til stjóra og nevnd hjá Føroya Tele Sum skattgjaldari og við­ skiftafólk havi eg fíggjað almennu fyritøkuna Før­­oya Tele ígjøgn­um alt mítt vaksna lív. Sum sam­­fel­agsborgari havi eg krav um eina pressu, sum stuðlar orðaskifti, leit­ an eftir sannleikan­um og er trygd fyri, at eg ikki­ verið villleiddur av part­ apolitiskum og pen­ing­a­lig­ um ser­á­huga­mál­um. Sum politikari og formaður fyri størsta flokk í landinum havi eg krav um ein rímiliga og javnvigaða viðgerð av pol­itiskum málum. Blaðið Sosialurin og tíð­ind­a­miðilin Portalurin ganga beint ímóti øll­um hesum málum og rími­lig­ um krøvum. Sjálvt ikki í londunum handan jarn­tjald­ ið undir kalda krígnum ella í bein­leiðis einaræðislondum finn­ast dømir um ein so partapolitiskan og lit­að­ an journalistikk, sum í Sosialinum og á Port­a­li­ num. Tá Tjóðveldisflokkurin var í samgongu og í meir­i­ luta frá 1998 til 2003, var tað minni skaðiligt fyri fólk­ a­­ræðið, tí tá kundi tað hóast alt verjast og kundi eggja til umhugsni og atfinningar, at Sosialurin og Portalurin vóru ímóti øllum tí, sum politski meirilutin fekst við. Ó­sakligt og hatskt, gamaní. Men kortini ein andstøða til politiska valdið, sum altíð er neyðug. Men tá pressan kastar bein­leiðis saman við vald­i­num og bert virkar sum mikrofonhald­ari og propagandamið­il hjá teimum, ið beint nú sita við valdið, so fýkur øll hugsan um fólkaræði upplýsing og sjálvstøðugan hugsunarhátt í einum fram­ komn­um samfelag. Hetta er støðan í Føroyum dag. Eftir mínum tykki hevur onki ítróttarlið í USA betri juhu-fólk á vøllinum, enn sitandi landsstýri hev­ur í Sosialinum og á Port­al­i­ num Eg kundi nevnt óteljandi døm­ir. Í undanfarnu sam­ gongu var tað hvønn­dags­ kost­ur at skrivað varð um rok og balladu í samgonguni og funnist varð harð­liga at nærum øllum tiltøkum hjá landsstýrinum og meiri­lut­anum á Løg­tingi. Leitað varð dúgliga eftir atfinningum frá fak­fel­ags­ leiðarum, serfrøðingum og áhugabólkum. Alt í lagi við tí. Men hóast neyvan nøk­ur samgonga hevur klandr­ast so opinlýst sum hend­an, so kemur tað ikki fyri, at Sosialurin og Portalurin viðgera ­ sam­ gongu­trupulleikar ella leita atfinnarar fram av førda politikkinum. Ístaðin fáa vit reinar juhu-søgur og mikrofonhaldara-søgur dag um dag á Føroya mest vitjaðu heimasíðu, sum vit sjálv hava goldið og gjalda fyri. Sjálvstøðugur journ­a­list­ ikk­ur og royndir at halda poli­tikarar fastar uppá tað, teir hava gjørt og sagt, og at lýsa veruleikan aft­an­fyri málini, kemur ikki fyri í Sosialinum ella á Port­al­i­ num. Tvørturímóti. Lat meg bert taka feskastu døm­­ini. Í londum við eini frælsari pressu, hevði tað verið ein stór og týdningarmikil søga, at ovasti embætismaður í Løg­­tinginum alment finst at løgmanni fyri lógarfusk. Fyri ikki at talan um at løgtingsformaðurin ákærir løg­mann fyri brot á stýr­is­ skipan og tingskipan. Í londum við eini frælsari pressu, hevði tað verið ein stór og týdningarmikil søga, at ein meiriluti í parla­ ment­i­num velur fyrst at vraka eina lidna byggiætlan fyri ein skúla og síðani at samtykkja at brúka 50 mill­i­ ónir krónur í eykarentu fyri at byggja ein skúla utt­an­ fyri fíggjarlógina, har ikki ein einasta tekning ella verk­ætlan fyriliggur. Í londum við einari fræl­ s­ari pressu, høvdu poli­tik­ arar, sum royna at taka heið­ urin fyri politisk mál, sum teir hava barst hart ímóti, verið avdúkaðir og settir til svars umgangandi (eitt nú vóru bæði løgmaður og vinnumálaráð­harr­in í­móti at seta gongd á und­ ir­sjóartunnilin til Norð­ oyggj­ar, tá undanfarna sam­ gonga gjørdi sína lang­tíð­ar­ í­løguætlan). Í londum við ein fræls­ ari ­ pressu, hevði tað verið avdúkað bein­an­ veg­in, at eftirlønir til lands­stýrismenn vóðru samtyktar, orsakað av ein­ um pol­itiskum rossahandli, har Miðflokkurin fekk á­­­bendingar um, at broyt­ ingarnar í Rús­drekkalógini fullu, um teir atkvøddu fyri uppskotinum við 2. aðru viðgerð. Í londum við einari fræls­ ari pressu, hevði tað verið eitt týdningarmikið mál, um ein tingmaður hevði lagt kropsliga á ein annan tingmann í tinginum ( ja, at hugsa sær um tað var ein tjóðveldismaður?). Men hvat hava Sosialurin og Portalurin fortalt Føroya fólki um hesi mál, sum bert eru tikin úr rúgvuni seinatu 10 dagarnar? Í orrustuni millum løg­ mann, Løgtingið og skriv­ stovustjóran, fortelja Sos­i­ alurin og Portalurin onki um mál­ið. Ístaðin grava teir ein fyrrverandi løgmann fram og alt seinasta vikuskiftið verður hann brúktur á Port­ al­inum at afturvísa tí, sum aðrir miðlar hóast alt hava sagt um atfinningarnar hjá lóg­gevandi valdinum og tess embætisfólki mótvegis landsstýrinum. ­Í málinum um skúl­a­ bygging í Havn og kropsligu á­lopini í tinginum hava Sos­ i­al­urin og Portalurin onki for­talt um málið, men halda ­síð­ani mikrofonini fyri for­ manninum í tingbólki javn­ að­ar­floksins, sum finst at løgtingsformanninum og sig­ur, at javnaðarflokkurin er fyri mismuni í tinginum (!). Øll sum hava fylgt orð­ a­skiftinum og sum vóru í tinginum hesar dagarnar, vita, at tað er ósatt. Ófatiligt at ikki okkurt fjølmiðlafólk kannar, hvat hendi – og spyr tingfólk úr øðrum flokkum ella embætisfólk til tess at finna sannleikan. Men í odd­agrein í Sosialinum og við úttalilsum frá formanni í tingfólki javnaðarfloksins á Portalinum, verða enn einaferð Tjóð­veld­is­flokk­ urin og tingfólk úr Tjóð­ veldisflokkinum gjørd til synd­a­bukkar í málinum – stuðlað av teirri eftir mínum tykki sera misvísandi og grovu útleggingini hjá Út­varpi Føroya av harðliga orð­askiftinum á tingi. Í málinum um eftirlønir hava hvørki Sosialurin ella Portalurin gjørt nakað sum helst við málið – men var ein onnur samgonga, so vita vit, at pípan hevði havt heilt annað ljóð. Alt hetta vita vit, sum starvast í politikki hvønn dag. Og ongin kann lasta Jan Müller, Eiriki Lind­en­ skov og øðrum, at teir dríva partapolitiska propaganda, sum teir altíð hava gjørt. Men hvør hevur ábyrgdina av, at hetta gongur fyri seg við almennum pengum í rygg­inum og við pengunum hjá øllum brúkarum av Før­ oya Tele aftanfyri? Hvør hevur sambært fjøl­miðl­aábyrgdar­lóg­ ini á­byrgdina av teimum so­nevndu tíðindunum, sum Portalurin sendir út til Før­ oya fólk alt samdøgurið? Hvør er ábyrgdarhavandi blað­stjóri á heimasíðuni hjá Føroya Tele. Og hvør hevur á­byrgd­ ina av partapolitiska tíð­ indaflutningum í Sosi­al­i­ num, tá Føroya Tele fíggjar blaðið? Sum eg dugi at síggja, hevur Føroya Tele ikki avgerandi ávirkan á fyritøkuna við sínum ætl­ aðu partabrøvum, men er Føroya Tele kortini av­sendari og bakkur hjá tíð­ ind­a­flutninginum? Sambært teimum skjøl­ um, ið liggja á heim­a­síðu Løgtingsins frá lands­ stýr­is­málanevndini, so er hand­ilin millum Føroya Tele og Javnaðarflokkin ikki framdur, men bygdur á eina munnliga avtalu við blaðstjórarnar á Sos­ ial­inum. Er Føroya Tele í veruleikanum garantur fyri fíggingini til hesar part­a­ politisku stríðsmenn (sum gera eitt stórt arbeiði og hava havt hepna hond við fyritøkuni og Miðl­a­hús­i­ num)? Hvussu nógvar pengar fær Sosialurin afturfyri ár­liga frá Føroya Tele í rakstr­arstuðli, fyri at fáa fría atgongd til at leggja partapolitiska propaganda á Føroya mest vitjaðu heim­ asíðu? Kann tað hugsast, at Jan Müller og Eirikur Lind­en­ skov, eisini kunnu koyra sína part­a­politisku propaganda út á Televarpið ella út á fartelefonir hjá okkum kund­um hjá Føroya Tele í margmiðlamenningini kom­ andi árini – og uppundir eitt løg­tingsval? Er hetta samsvarandi mál­ u­­num hjá fyritøkuni Føroya Tele? Er hetta í samsvari við samfelagsligu málini um eina frælsa pressu í Før­ oyum? Og er hetta – fyri alt tað – í samsvari við kapp­in­g­ar­ lóg­ina? Eg havi altíð havt ta fatan, at stjórin og nevndirnar á Føroya Tele hava havt sum mál at Føroyar skulu ger­ast eitt nútímans, dyn­ am­iskt og tøkniliga fram­ komið samfelag í heims­ sam­felagnum. Haldi, at Før­oya Tele annars hevur megn­að at gjørt íløgur og skapt møguleikar í kunn­ing­ ar­samfelagnum, við teirri ovurstóru ábyrgd fyritøkan hevur á hesum øki. Har eru bæði visjónir og dugn­a­ skapur í fyritøkuni. Tí skilji eg als ikki, at Føroya Tele kann leggja navn, pengar og trúvirði til ein tíðindaflutning, sum hoyr­ir heima í avbyrgdu ein­a­veldissamfeløgunum hjá fúrstumog barónum í Ev­ropa í 1800-talinum. Og eg vil als ikki at góð­ taka hetta longur. Tí vóni eg, at stjórin og nevndin í Føroya Tele vilja svara mær alment upp­á hesar spurningar sum skjót­ løgtingsmaður Høgni hoydal …Jógvan á Lakjuni, fólkaskúlalærari, skald og lands­stýr­is­ maður Hoyrdi, tú var skelkaður av Pisakanningini og tos­ aði um at sláa kalt vatn í blóði. Góði Jógvan, tað síðsta skalt tú nevniliga gera saman við okkum, sum vanliga varða av fram­ haldsdeildun­um. Ikki taka ”mollin” fram! Væl vitandi, at meks­i­ kan­ar tosa betur spanskt enn vit føroyingar, og brasilianar tosa betur port­ u­gisiskt enn vit, so tosa vit so ófantaliga nógv betur føroyskt enn allar hasar milliónirnar, og onkustaðni har í mill­um,skalt tú leita eftir ver­u­leikanum. Havi lisið kanningina, tó ikki til fulnar, tí hesar viðmerkingarnar. 1. Kanningin er und­ an­kanning, og meti eg, at skeivt er borið at frá byrjanini. 594 næmingar úr 24 skúlum vóru við, og er kanningin gjørd í sept. 2005 í 10. flokki, sostatt vóru 26% av næm­ ingunum farnir aðr­a­staðni, t.v.s., at vit mangla ein góð­an fjórð­ing. Uttan at vera mat­e­matiskur ein­ ari, dugi eg at síggja at ann­arhvør næm­ingur ikki er ”dump­ikandidatur” til ­­mið­­náms­út­búgv­ing­ar­nar­. Móti einari roynd í 9. fl. er lesiførleikin munandi betri, enn hann er aftan á ”oyna foyta” summarferiu, har næmingar verða bland­ aðir, fara á ymiskar breyt­ir o.s.fr. so hasa les­i­førleikate­ ori­ina kunnu vit lættliga senda retur til Australia við einum frímerki frá tunnilsstrandinginum. 2. Taka vit nú náttúru og tøkni, er aftur borið skeivt at. Danir byrja t. d. við n/t í fyrsta flokki, meðan okkara næmingar ikki byrja fyrr enn í 4. fl., og aftan á 7. fl, er faki valfrítt. Í Danmark er t. d. lívfrøði/landalæra kravd til og við 8. fl.(við teldu), og alis/ evnafrøði kravd til og við 9. fl. (við teldu), so sjálvt tey, ið lesa blindskrift, duga at kenna, at munur er á fortreytum. 3. Annars eri eg púra samdur í summum. Eitt er manglandi ”dissiplin” í tímunum. Tað kann ikki vera meingin, at tú skalt vera abbasonur ein sluppskipara fyri at hoyra, hvat tú sjálvur sigur í tímunum.Handan bólt­ in sparki eg beint aft­ur í heimini.Foreldur hava svikið okkum lær­ar­ar so dyggiliga, so tað stendur eftir. Tey hava ikki stundir til børn síni. Hvørjum líkist tað, ið staðin fyri morgunmat, møta fleiri og fleiri næmingar til morg­ unsang/faðirvár við cola og gummibommum í lummunum, tí stundir ikki eru til morgunmat heima? Har liggur so ein partur av ­ innlæringartrupulleiku num. 4. Læraraskúlaskipan­ in má fyrst og fremst broytast. At tú sum nýggj­ ur lærari verður tveittur inn í ymiskar flokkar og skal undirvísa í einum 6/7 fakum, er sera ó­tíð­ ar­hóskandi. Tú kanst ikki duga alt til fulnar. Droymi um, at komandi lærarar bert hava (hægst) trý fak. (helst bert tvey), sum heilt víst fer at verða landinum at frama. Veit væl Jógvan, tú fer at siga: “Alt kostar.” Tað ger tað nevniliga, í dýrum. Men debet og kredit sig­ur mær so mikið, at oysir tú pengar upp á út­búgvingar, (sjálvsagt við skili) fært tú yvirskot í kassan. Hugsið tykkum eitt samfelag uttan lær­ar­ar! Vónin er, at tit, ið ráða fyri borgum, skola partapolitiska hamin nið­ur og norð og hugsa meira enn 4 ár fram-helst 15-20, men ikki longur. Eitt eri eg vísur í at Pisa des. 2007 fer at vísa nakað heilt annað. Tað er í lagi, tú fær ein uppercut og knøini hokna, men ein góður nev­a­ leikari(føroyingur) rass­ast aftur og vinnur dystin. Rætt er at geva veiku næmingunum stuðul, men hvat við øllum teim­um góðu, ið eru lidnir við skriv­ ligu uppgávurnar, áðr­enn skúlatímin er hálv­runnin? Tá byrj­ar ó­friðurin, tí tú skalt taka hond um tey veikaru. Miðalklassin flýt­ ur oman­á, og hvat so? Hvussu ber tað til, at føroyingar utt­an­­lands kunna gerast lækn­­­ar, tann­læknar, pro­­­­fess­­a­r­ ar í tarmum, sak­­før­­arar, skiparar á øll­um heimsins høvu, candimagar, ark­i­tekt­ ar, listafólk av ym­isk­um slagi og jú neym it? Tí føroyski fólkaskúlin ikki riggar? Mjørkatos. Hann riggar,men vit skulu í felag gera hann uppaftur betur,so Jógvan slepp mollinum og lat okkum taka nakrar van­ ligar durar saman. E.S. Undrar meg, hvussu nógvir danir eru um kanningina. Er alt rætt umsett, so okkara kæra tilfeingið skilir alt rætt? Høvdingi mín við taktstokkinum lærari christian M. Poulsen