mánadagur 15. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 92 - 15. mai 2006
Í morgun byrjaði
ráðstevnan “Eingin
forðing” hjá MBF.
Ráðstevnan, sum var
um rehabilitering,
varð hildin í
Norðurlandahúsinum
REHABILITERING
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Endamálið við ráðstevnuni
er at vekja áhuga fyri rehab-
ilitering hjá tí politiska og
fakliga myndugleikanum. Í
faldaranum, sum varð givin
til luttakarnar á ráðstevnuni
stendur: “Langt er eftir á
mál, tá ið hugsað verður
um rehabilitering av fólki
við varandi breki, bæði tá
um ræður vaksin og børn.
Rehabiliteringshugtakið er
stórt sæð eitt ókent fyri-
brigdi og verður mest sum
ikki raðfest hjá politiska
myndugleikanum”. Ráð-
stevnan skal seta ljós á
trupulleikarnar og vísa á
møguligar loysnir. Fólk
við fakligari vitan høvdu
orðið,
millum
annað
Gunnar Gamborg, ergo-
terapeutur, Marin Vang,
sjúkrarøktastjóri og Lars
Ødegaard, aðalstjóri í Norska
Handikapfelagnum.
Leila Solmunde byrjaði við
at bjóða vælkomin. Hon
hugleiddi um tey 25 árini,
sum MBF hevur á baki.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum setti ráð-
stevnuna. Hann segði, at
hann fór at hugsa um sangin
hjá U2 “it`s a beutiful day”,
tá ið hann sá tað góða veðrið
í morgun. Bono syngur, at
tað er ein vakur dagur, og
hann skal ikki fara aftur
við.
- Soleiðis er eisini hjá
okkum. Vit mugu stríðast
fyri at náa tey mál, sum vit
seta okkum. Leila Solmunde
segði í skrivi frá MBF um
støðuna hjá teimum við
varandi sjúku ella breki:
“onki um okkum uttan
okkum”. Tað er gleðiligt, at
MBF vil taka ein virknan
lut í tilgongdini at betra
um umstøðurnar heldur enn
at sita sum óvirkið offur,
segði Hans Pauli Strøm.
- Eg havi størstu virðing fyri
tí arbeiðið, sum MBF ger. Tey
rørslutarnaðu standa sterk-
ari í einum felag, serliga tá
ið hugsað verður um eitt
so fjølbroytt hugtak sum
rehabilitering. Búmerkið
hjá MBF er ein Dái, sum er
skerdur, men kortini brosar
hann sorgleysur. Dáin hevur
rætt at vera til, hóast hann er
skerdur. Hetta er tað, sum vit
eiga at seta sum okkara mál,
og eg fegnist um, at MBF
sær møguleikar í staðin fyri
trupulleikar, hóast at um-
støðurnar hjá teimum við
varandi sjúku ella breki ikki
eru góðar, staðfesti Hans
Pauli Strøm.
Næstur at hava orðið,
var Gunnar Gamborg,
formaður í dansku Ergo-
terapeutfelagnum.
Hann takkaði fyri at fáa
møguleikan at sleppa til
Føroya. Hann helt skemt-
andi fyri, at føroyingar
eru eitt serligt fólkaslag,
sum allatíðina borar hol í
jørðina og síðani upp aftur.
Her sipaði hann uttan iva
til Norðoyatunnilin, sum
hann eisini nýtti høvið til at
ynskja føroyingum til lukku
við. Eisini Gunnar nýtti U2
sum eitt játtandi dømi. Teir
eru vorðnir rehabiliteraðir
frá at liva í slumgøtunum í
Dublin til at verða siteraðir
av nógvum av heimsins
leiðarum. Gunnar lýsti
orðið rehabilitering sum
eitt fjølbroytt orð. Tað skal
skiljast alt eftir støðuni og
tørvinum hjá brúkaranum.
Orðið rehabilitering merkir
endurreisn, at umskúla, at
resosialisera, at koma aftur
til fóta, at gerast nýtiligur, at
vinna/endurvinna førleika.
-Tú kanst seta spurningin,
um tú ert sjúkur ella frískur,
ella um tú ert sunnur ella
ósunnur? Ein ósunnur
livimáti ger, at tað verður
eitt sjúkt lív. Tú kanst fáa
varandi mein av ósunnum
vanum. Vit mugu fyribyrgja
avleiðingarnar av tí ósunna
lívinum. Hetta gera vit við
at rehabilitera umstøðurnar
og hugburðin. Endamálið
er at koma á eina nýggja
lívsleið, fáa eitt nýtt mál,
segði Gunnar.
Gunnar kom inn á, at tað
er týdningarmikið, at ein
persónur, sum er í einari
rehabiliteringstilgongd, ikki
verður fataður sum ein sjúk-
lingur, men sum ein borgari
við somu rættindum sum tey
við fullum førleika. Summi
mugu liva við einum einari
sjúku ella breki alt lívið, og
tá má samfelagið veita hjálp
til viðkomandi, so at hann
kann fáa eitt gott og mein-
ingsfult lív.
Rehabiliteringsráðstevna
í Norðurlandahúsinum
Hans Pauli Strøm setti ráðstevnuna
Nógv fólk vóru møtt til ráðstevnuna í morgun
Jenis av Rana
løgtingsmaður
Hvat tekst vanligi før-
ingurin við gerandisdagar
kl. 12.22 ? Jú rætt er, tá
royna flestu at frætta,
hvussu heimurin hevur
tað - her hjá okkum og í
fjarastu londum. So ætlar
tú at fremja eitt kvett t. d,
man hetta verða frægasta
løtan at royna eydnuna.
Hetta visti løgtingsfor-
maðurin, og samgongan,
2. mei 2006, tá seinna við-
gerðin av uppskotinum um
privatisering av Føroya
Banka, og endaliga at-
kvøðugreiðslan, skuldi
vera á Løgtingi. Vanligi
steðgurin í tingfundinum,
ið er millum gott og
væl 12.00 og 13.30, var
bráddliga strokin av
skránni. Eingin tingmaður
tyktist hava áhuga fyri
heimsstøðuni
hendan
solljósa várdagin, ongin
skonkti matarskránni í
miðbýarins matarstøðum
ein tanka, bráddliga tyktust
allir proppmettir. Hví, jú
stórmál var á skránni, ikki
rundstykkja ella homo-
xexualitetsmálið, nei ogn
allra føringa, tann vælrikni
og steinríki Føroya Banki,
skuldi privatiseras. Tá má
døgverði verða døgverði-
tá má røðast, manuskriptini
liggja jú og óltolnast á
borðinum.
Ella var tað so? Sótu ting-
fólk í bíðirøð fyri at fáa
orðið?
Var eg ikki árvakin,
hevði neyvan nakar tikið
orðið, og málið hevði
verið avgreitt, áðrenn
útvarpsmaðurin var nádd-
ur til Bush, Bin Ladin og
Irak. Mær eydnaðist so
dánt at náa knøttinum og
biðja um orðið, áðrenn
løgtingsformaðurin fekk
kunngjørt: “nú atkvøða
vit”.
Meðan útvarpsmaðurin
segði føringinum hvussu
alheimsleikur fór fram,
royndi eg eftir førimuni at
tosa um, hvussu álvarsamt
og stórt málið var. Neyvan
ein føringur lurtaði, hugs-
aði eg, sum eg stóð og
m.a. spurdi, um rætt var
at selja gullhønuna, ið á
hvørjum ári varp milliónir
niður í landskassan. Og tó-
seinnapartin fekk eg eitt
fax, í øðrum sambandi,
har viðskiftafólkið takk-
aði mær so miriliga fyri
tað, eg hevði sagt um “
gullhønuna”, sum nú skul-
di avreiðast til tey, sum
ikki megnaðu at reka og
røkja hana, tá á stóð- fyrst
í nítiárunum.
Men liðugur varð eg, og
tá komu teir, teimum so
vant, kropp á kroppi upp
við viðmerkingum um
álvarsmálið? Nei, ikki ein,
her galt um at skunda sær,
føringurin lurtaði jú eftir
útvarpstíðindunum, meðan
ogn hansara, Føroya Banki,
varð avreiddur.
Stutt røddi Páll á Reyna-
túgvu, royndi sum fræg-
ast at vaska hendur tjóð-
veldismanna,
áðrenn
formaðurin langaði til og
byrjaði atkvøðugreisluna.
Sum í orðaskiftinum var
eg aftur einsamallur, ein-
samallur mót teim 26, ið
tá vóru í salinum- allir at-
kvøddu teir fyri.
Og tá føringurin aftaná
tíðindini fór at fregnast
hvussu
mundi
blíva
við orðaskiftinum um
næsta málið á skránni,
privatiseringina av ogn
hansara, Føroya Banka-
var einki at hoyra. Málið
varð avgreitt “í stillheit”,
meðan útvarpsmaðurin
avleiddi.
Genialt, fantastiskt. So-
leiðis gert tú, tá tú hevur
varhugan av, at tað tú gert,
betur er krógvað. Tú finnur
ein blindan blett, og tá val
er aftur, ja tá eru onnur
snildi tøk.
Orðaskifti í tiltikna rund-
stykkjamálinum vardi
í tætt við 2 tímar! Men
sjálvandi, munur er á
málum. Tað fyrra viðvíkti
sølu av rundstykkjum v.m.
sunnumorgnar. Ta seinna,
málið um Føroya Banka,
viðvíkti 6 milliardum hjá
48.000 føringum- tær
skuldu avreiðast til nakrar
fáar.
Týsdagin 2. mai
2006 kl. 12.22