Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Mariannu Magnussen í Trongisvági fer úr Landssjúkra­hús­kapell­ inum týskvøldið kl. 18 til Smyril. Jarðarferðin verður úr Tvøroyarar Kirkju mikudagin kl. 13. Sigmundur Arge Gregoriussen andaðist fríggjakvøldið 12. mai á Landssjúkrahúsinum, 72 ára gamal. Farið verður úr kapellinum 16. mai kl. 16.30. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14.00. Andlát og jarðarferðir Týsmorgunin 9. mai var hendinga gott veður. Sólin skein oman og niðan og dýrd á vík og vág. Ein vármorgun, sum lætti sinnið, sum gav sálarfrið. Út á dagin komu sorgarboðini, at Petur Chrisitansen var farin. Tá rann mær tá til hugs, at júst sum dagurin var, soleiðis kendu vit eisini Petur. Friðsælur og fyrikomandi. Hevði virk­ að ósjálvsøkið í tænastu fyri síni med­ menniskju. Hansara lutur lá ikki eftir. Petur var sonur Viggo og navnframu Katrinu Christiansen bæði úr Havn og var Petur elstur av trimum systkjum. Bróðurin Haldor er handilsmaður og systirin Maria var eitt mannaminni leiðari i Dr. Ingridar barnagarði. Petur tók á ungum árum víðkaðu maskinmeistaraútbúgvingina og ele­ ktro­installatørroyndina. Eitt skifti sigldi hann sum maskinmeistari, men í 1953 fór hann í starv sum lær­ari á Føroya Sjómansskúla. Frá 1965 til 70 var Petur stjóri á Føroya Maskinskúla. Best kendur mundi hann vera frá politiska felagslívinum. Petur var bæði ting- og býráðslimur, valdur fyri fólkaflokkin. Hann var tingmaður frá 1966 til 70 og var valdur í býráðið frá 1960 til 80, harav hann sat sum borgarstjóri í nýggju ár. Umframt hesi álitisstørv sat Petur eisini í ym­­ isk­­um nevndum. Bæði á løgtingi og býráðnum vóru skotsmálini tey somu – Petur var stillførur, álítandi og hugskotsríkur maður. Tað var í seinnu helvt í sjeytiárunum, at eg fyrstu ferð koma á gátt hjá Peturi og Onnu. Tað er ikki at taka seg aftur í, at tey sum komu í teirra heim kendu seg væl. Har var blíðskapur frá fyrsta degi. Skilligt var, at Petur, sum tá var borg­ ar­stjóri í Tórshavn, var sera upptikin av sínum arbeiði, at hjá honum var einki sum at 8-tíma arbeiðsdagur. Hann var borgastjóri allan sólarringin, eisini í vikuskiftunum. Hann luttók av heilum hugi og evnum at røkja tað álitisstarv, sum honum var litið til. Og undir hansara leiðslu var stór framgongd í býnum. Hetta vóru ár, sum settu sera stór krøv til útbygging í Havnini. Við hegni megnaði Petur at fáa semjur í býráðnum um kravdar stórverkætlanir, hóast tað mangan mundi vera trupult. Úr rúgvuni kunnu nevnast útbygg­ ing­ar á høvuðs- og ringvegirnar, har m.a. R.C. Effersøesgøta var íbund­in Bøkjarabrekku, sum gjørdist høvuðs­ sam­ferðsluæðrin í býnum. Havnalagið var útbygt í stórum, nærum soleiðis sum vit kenna tað í dag innanvert molan. Trapputrøðin við SMS gjørdist veru­­ leiki og nýggjar útstykkingingar vóru framdar til stóra gleði fyri ungar vón­ ar­ríkar familjur. Og ikki at gloyma skúla­byggingar og útbyggingar á ítrótt­­ ar­­­økinum, har Petur var undan­gongu­ mað­ur, tá avgjørt var at fara undir at byggja nýggjan innandura svimjihyl. Millum summi var stór mót­støða móti hesi bygging, men Petur stóð við sítt. Svimjihylurin gjørd­ist veruleiki. Og skjótt fánaðu mótmælini, tá tað var greitt, at henda høll gjørdist besta íkastið til frítíð, heilsu og ítrótt nakrantíð. Og soleiðis kundi verið hildið fram. Nú skoðað verður góðan mansaldur aftur í tíðina er eingin ivi, Petur var sera framsíggin, ein visionerur mað­ur. Undir hansara leiðslu flutti Havn­in seg inn í framtíðina og hóast út­byggingarnar tá vóru stór fíggjarlig tøk, so var skuldin avmarkað saman­bor­ið við fíggjarorkuna, sum komm­un­an hevði, tá hann legði frá sær. Við sínum sinniliga atburði og hegni at fáa ætl­arnirnar framdar, megnaði Petur so­leiðis at leggja grundarsteinarnar til tann vælabý, sum vit búleikast í í dag – Tórshavn, sum allir landsmenn eru glaðir fyri. Petur var sera fryntligur at koma á tal við og var hann trúgvur móti sínum medmenniskjum. Hetta var eisini sjónligt í tí felagsarbeiði, sum Petur luttók í alt sítt virkna lív. Ikki minst hevði fráhaldsarbeiði hollan stuðul í honum. Í politiska felagslívinum lá hans­ ara partur heldur ikki eftir. Tað var tí sjálvsagt, at hann bæði var upp­stillaður og valdur á ting og í bý­ráðið. Áhugi hansara fyri tí virkna pol­itikkinum skapti álit millum velj­ar­ar­nar og sigast má, at hann ongantíð sveik tær hugsjónir hann bygdi sína samfelagsfatan á. Petur giftist í 1949 við Onnu Poul­ sen, ættað av Strondum, dóttir Janu og Jóhan Poulsen, tingmann fyri sam­ bandsflokkin í hálva øld. Anna og Petur búsettust við Grønlandsvegin í Havn og fingu tey tríggjar synir, sum allir búgva í Havn. Tá tú komst á gátt hjá Peturi og Onnu, so flutti tú teg inn í ein pol­it­ isk­an heim. Sjónligt var, at har var politikkur í báðar ættir. Eitt livandi stað, har orðaskifti um politisk ger­ andis­mál altíð var partur av ríkandi samskiftinum. Longu tá Petur legði frá sær sum borgarstjóri, var hann raktur av var­ andi sjúku, sum síðani nervaði hann meira og meira. Men sær sjálvum líkt bar Petur hesa ringu lagnu í stillum. Mangur annar hevði óivað hoknað undir byrðuni. Besti stuðulin var konan Anna, sum trúðføst var um hann hvønn einasta dag øll árini Petur var á Lágargarði. Í Onnu átti hann ómissandi hjálpina, sum gav honum orku at treiskaðist og megna at fara reiðiliga um tey áttati, áðrenn hansara lívsljós at enda brann burtur. Maður kemur í mans stað verður sagt. Tað var tí til mikla gleði fyri Petur, at yngsti sonurin Jan longu á ungu árum gjørdist býráðspolitikkari. Ikki minst, tá Jan megnaði at gerast borgarstjóri í Havn, var hetta til stóra frøi fyri foreldrini at síggja, at sonurin eisini taldist millum teirra, ið bar framá tann vælaførning, sum pápin 20 ár frammanundan hevði sett frá sær. Nú Petur er farin handan sýn, er ein hugsjónar- og framburðsmaður farin. Ein maður, sum var góður í ráðum og sum við sínum viti og innliti kundi taka lut í øllum samfelagskjaki. Tað er við sorgblídni at hesar regl­ ur verða feldar á blað. Við ynski um samhuga til tykkara – Anna, syn­ir við familju og avvarandi ann­ars, vil eg lýsa frið yvir minn­ið um undangongumannin Pet­ur Christi­an­sen, fyrrverandi løgtings­ mann og borgar­stjóra í Havn. Bjarni Djurholm Minningarorð um Petur Christiansen Dagurin í morgin 16. mai. Sára. Dagurin hevur navn eftir konu Ábrahams. Hebráiska navnið merkir høvdingafrú. Í Írlandi verður dagurin hildin til minnis um munkin Sankta Brendan, sum doyði í árinum 578. Tiltikin gjørdist hann av frásøgnum um sjóferðir sínar, og hann fekk eisini navnið Navigator, ið júst merkir sjófari ella siglingarmaður. Tøkk Ein hjartans tøkk til øll, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara Osvald Hansen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Eyðleyg Atli, Trygvi og Petur við familjum Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri maður, pápi, abbi og langabbi Sigmundur Arge Gregoriussen andaðist á Landssjúkrahúsinum 12. mai, 72 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin 16. mai kl. 16.30. Jarðarferðin verður 17. mai úr Vesturkirkjuni kl. 14.00. Familjunnar vegna Karen, Birna og Beinta 75 ár Í dag, 15. mai verður Hanna Johannesen á Kósini í Klaksvík, 75 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum undir Fossum 53, Klaksvík, frá kl. 18.00. Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar