Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 92 - 15. mai 2006 Stutt sagt Í neyð av flóttafólki Myndugleikarnir í Kan­ ar­isku Oyggjunum hava biðið um hjálp, eft­ir at meiri enn 900 flótt ­ afólk úr Afrika komu til oyggjarnar í vik­u­skift­i­ num. Í gjár komu umleið 400 flótt afólk til Tenerife, Gran Can­aria og La Gomera, og leygardagin tók eitt spanskt sjóverjuskip 450 flótt afólk upp stutt frá strond­ini á Kanarisku Oyggj­unum. Dagin fyri steðgaði sjóverjan fleiri bátum við umlæeið 200 flótt afólkum, sum vóru á veg ímóti oyggjunum. Ein talsmaður hjá mynd­ug­leikunum á oyggj­u­num segði við út­varp­ið Cadena Ser, at teir hava biðið um fund við sponsku stjórnina, og boðini haðani vóru, at flótt­afólkini skuldu flytast aft­ur til heimlandið. Tað verður kortini ikki gjørt beinanvegin, skrivar Reut­ er úr Madrid. Gjørt søguligan sáttmála Vietnam hevur gjørt ein handilssátt mála við USA, og hann verður mett­ur sum fyrsta stigið ímóti vietnamesiskum lim­askapi í altjóða hand­ ilsfelagsskapinum WTO. Amerikonsku mynd­ug­ leik­arnir siga sátt málan vera eitt søguligt fram­ stig í viðurskiftunum í­millum USA og tað kommunistiska ­ Viet­ nam. Tað sama sig­ur vietnamesiski ­ handi­ l­s­mál­aráðharrin, Tru­ ong Dinh Tuyen, við eitt vietnamesiskt blað sambært Reuter. Hann hevur júst verið í Wash­ ington og lagt síðstu hond á samráðingarnar sam­an við amerikonskum em­bætismonnum. Enn er einki kunngjørt um smálutirnar í sátt­mál­ a­num. Beit flogternu Eitt flogfar hjá bretska flog­fel­agnum British Air­ways, sum var á veg úr London til New York, noyddist at neyðlenda í Kanada fríggjadagin, eftir at eitt av ferðafólkunum hevði gjørt í so nógv um seg. Talan var um eina 32 ára gamla svenska kvinnu, sum brádliga gjørdist púra frá sær sjálvum. Sam­ bært blaðnum Ex­pressen rann hon aftur og fram í flogfarinum, og tá ein av flogternunum royndi at steðga henni, gjørdi svenska kvinnan ikki mætari enn at bíta flog­ ternuna. Tá løgdu onnur upp­í, og kvinnan bleiv løgd í hondjørn. Flogskiparin gjørdi av at lenda á einum hern­að­ ar­flogvølli í Goose Bay í Kanada, har tann illa kvinnan varð latin kan­ ad­isku løgregluni. Gwen Jones, talskvinna hjá British Airways, sig­ur við Expressen, at svenska kvinnan kann vænta sær eina stóra rokn­ing frá flogfelagnum. Hon er skuldsett fyri at hava brotið altjóða reglur um flúgving og fyri onn­ur lógarbrot. British Air­ ways fer møguliga eisini at krevja endurgjald frá kvinnuni, tí flogfarið noydd­ist at bíða tveir tím­ ar í Goose Bay, áðrenn tað kundi halda leiðina fram til New York. Sambært Expressen býr tann 32 ára gamla kvinn­an í London, har hon lesur løgfrøði. Horvin í 30 ár Tann 14. mai í 1976 kom Eric Douglas Nielsen eftir tvey ára gomlu dótt ur síni, tí hann skuldi hava hana nakrar dagar, men gentan kom ongantíð aft­ uríaftur. Øll árini síðani hevur mamman, Laura Gooder, livað í óvissu, men í gjár - júst á 30 ára degnum - kom ein løgreglumaður á dyrnar og greiddi henni frá, at dótt urin er á lívi. Tað vísti seg, at gentan hevði fingið eitt annað navn, og hon hevði fingið at vita, at mamman var deyð í einari ferðsluvanlukku. - Nú bíði eg bara eftir, at hon fer at ringja, sigur Laura Gooder við The ­Detroit News. Løgreglan hevur sókn­ ast eftir Eric Douglas Nielsen øll 30 árini. Undir kanningunum kom løg­reglan eftir, at hann hevði eisini fingið sær annað navn, og at hann situr í einum fongsli í stat­ inum Arizona, har hann er dømdur fyri annað lóg­ arbrot. Nú verður hann so eisini skuldsett ur fyri burturflyting. Við buldur og brak Tað 3.000 metrar høga indonesiska gosfjallið Merapi fór at goysa í nátt. Gosið kom ikki óvart á fólk, tí jarðfrøðingar hava leingi ávarað um, at eitt gos var á veg. Í dag rann brennandi grót oman eftir fjallinum, men myndugleikarnir stúrdu mest fyri gassinum, sum kann vera sera eitrandi. Broytingarnar í veð­ ur­lagnum fara at elva til vatnflóð, turk og hungursneyð, og tey fátæku verða harðast rakt Veðurlagið Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað verða tey fátæku londini, sum serliga fara at kenna svið­an av broytingunum í veðurlagnum. Tað er nið­ur­ støð­an í einari nýggjari fr­á­ greiðing, sum bretski neyð­ hjálparfelagsskapurin Christ­ ian Aid almannakunngjørdi í gjár. Í frágreiðingini verð­ ur staðfest, at veð­ur­lags­ broyt­­­ingarnar hava longu fing­­ið sína ávirkan, og at gong­din fer at halda fram. Ein avleiðing verður, at sjúk­ur sum eitt nú malaria fara at breiða seg skjótari enn nú, og í tí sambandi vænt­­ar Christian Aid, at 185 milliónir fólk fara at doyggja av ymsum sjúkum í londunum í syðra parti av Afrika. Harafturat fara fleiri milliónir fólk at doyggja av vatn­ flóð, turki, hungursneyð og kríggi. Felagsskapurin vís­ir í hesum sambandi á, at har norðuri í Kenya eru fólk longu farin at berjast um vatn. - Vanlukkan í Eysturafrika, har 11 milliónir fólk eru meint rakt av tí ringasta turk­­inum í mannaminni, er bara byrjanin til tað, sum liggur fyri framman, skriv­ ar Christian Aid í frá­greið­ ingini. Tey ríku ídnaðarlondini hava ein stóran part av skyld­ini, og tey mugu tí eis­ini átaka sær ábyrgdina av at bøta um skaðan, skriv­ar felagsskapurin. Kyoto-sátt málin var eitt stig tann rætt a vegin, men ásetingarnar í honum muna alt ov lítið. Christian Aid vís­ir á, at USA, sum er tað ringasta dálkingarlandið, vil ikki gera eftir sátt málanum, samstundis sum tann stóri bú­skaparvøksturin í londum sum Kina, India og Brasil hevur veksandi dálking har við sær. Veðurlagsbroytingarnar raka serliga tey fátæku Einaferð var SS “Norway” heimsins longsta ferð­a­mann­ a­skip, men nú skal tað høggj­ ast upp. SS “Norway” skuldi sum so mong onnur gomul skip høggjast upp á strondini í indiska landspartinum Gu­j­ arat, men í gjár boðaðu myndugleikarnir har frá, at teir vilja ikki hava skipið hag­ar. Orsøkin er, at ov nógv asbest er í skipinum, skrivar blaðið Times of India. Upprunaliga ætlaðu eig­ a­r­arnir at senda skip­ið til Bangla Desh til upp­høgg­ ing­ar, men heldur ikki har vilja myndugleikarnir vita­ av tí, eftir at um­hvørv­ isfelagsskapir við Green­pe­ ace á odda hava víst á, at um­l­eið 900 tons av asbesti eru í skipinum. Tað 315 metrar langa SS “Norway” er smíðað í Frak­ landi og æt upprunaliga “France”. Norðmenn keyptu tað í 1979, men í 2003 varð tað tikið úr sigling eftir eina spreinging umborð. Vilja ikki hava “Norway” framhald av síðu 5 - Men tað er ein spurningur, hvussu afturvirkandi tað er, tí ongin fær løn aftur í tíðina. Tað, sum er veruleikin, er, at tá ið pensjónin skal roknast út, skulu árini frá 1998 til nú, eisini teljast við. Annars vísir Bill Justinussen á, at tað eru nógvir tinglimir í samgonguni, sum eru hart ímóti broyta rúsdrekkalógina og høvdu teir staðið við síni prinsipp, hevði ongin møguleiki verið fyri at broyta rúsdrekkalógina. - Tað er ivasamt at gera slíkar avtalur í politikki, hóast tær verða gjørdar javnan, tí tað er ikki gott fyri trúvirðið. Men tað eru nøkur mál, har tað ikki ber til hjá okkum at gera neyðsemjur og vit veruliga vilja gera mun. Og har er rúsdrekkalógin eitt . - Var Miðflokkurin í samgonguni, hevði hann ikki verið í samgongu eftir, at rúsdrekkalógin varð broytt , staðfestir Bill Justinussen.