Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 89 - 9. mai 2006 ] Nr. 89 • týsdagur • 9. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Símun gjørdi fyrsta málið í Íslandi Vágbingurin Símun Samu­elsen stóð fyri fyrsta málinum, sum varð skotið í íslendsku landskappingini í ár. Kappingin byrjaði sunnudagin, og Símun legði Keflavík á odda 1- 0 ímóti ÍBV. Tað gekk tó ikki, sum Kefla­vík ætlaði, tí ÍBV kom afturíaftur, og fyrst javnaði danski álopsspælarin Bo Henriksen. Seinni fekk ÍBV eitt mál afturat, og 2-1 gjørdist endaliga úrslitið. Triðja tapið Føroyar og Pólland hava nú spælt tríggjar vin­ ardystin móti hvørjum øðrum. Higartil hevur Pólland vunnið hvørja ferð. Fyrsta ferðin var í Limasol á Kypros 10. februar í 2002. Ta ferðina vann Pólland 2-1. Næsta ferðin var í San Fernando í Spania 21. februar í 2004. Ta ferðina vann Pólland 6-0. -jh Rógvi og teir fingu av at vita Íslendska felagið KR fekk vánaliga byrjan í íslendsku landskappingini í gjár. KR spældi ímóti meistaraliðnum FH á heimavølli, og tað endaði við 3-0 tapi. Í hálvleikinum var støðan 2-0 til FH, og teir skoraði eitt mál afturat stutt fyri leiklok. Rógvi Jacobsen spældi allan dystin í álopinum hjá KR, men hendan dagin var eydnan ikki við honum og liðfeløgunum. Stívliga 3.000 áskoðarar vóru til dystin, og tað er tað mesta, sum hevur verið til ein dyst ímillum hesi bæði feløgini á heimavøllinum hjá KR. Nýggi venjarin sigur seg vera nøgdan við nógv av tí, ið varð víst frammi á vøllinum í fyrra umfarinum, meðan tað framvegis er soleiðis, at persónlig mistøk kosta nógv í verjupartinum PÓLLAND-FØROYAR Jóannes Hansen Alt undir 4-0 tap er góð­ kent. Soleiðis plagdi Jóann­ es Jakobsen, aftasti verjus­ pælarin á landsliðnum tey fyrstu árini Føroyar bjóðaðu seg fram í altjóða fótbólti, at taka til. Tað eru 12-16 ár síðani, at henda vendingin aftur og aftur var at hoyra. Nógv vatn er funnið í ánna síðani tá. Vit billa okkum inn, at landsliðið hevur ment seg, og burtursæð frá einstøkum svipsarum, so hava úrslitini eisini bent á hetta. Eitt nú hevur tað verið heilt spennandi móti bæði Týsklandi og Fraklandi. Sunnudagin taptu Føroyar 4-0 á útivølli móti Póllandi. Úrslitið er av sama slagi, sum tey, ið ikki vóru góð­ kend fyri 12-16 árum síð­ ani. Spurningurin er so, hvussu hetta skal útleggjast. Sosialurin var ikki á staðnum. Hetta verður tískil skrivað sum heildarmeting og við støði í práti við nýggja venjaranum, Jógvani Martin Olsen, eftir at stríðið var lokið í Póllandi. Fyritreytirnar Tað er eingin orsøk at sveiggja við øksini eftir fyrsta vinardystin hjá nýggja venjaranum. Pólland er við at trimma liðið, sum skal til HM endaspælið í Týsklandi í summar. Føroyar eru við at spæla nýtt landslið saman, og hesa ferð vóru eingir útisetar – við undantaki av Súna Olsen – á liðnum. Jógvan Martin Olsen segði undan uppgerðini í Póllandi, at hann vil hava liðið at vera meiri við í spælinum longri frammi á vøllinum. Við øðrum orðum vil hann sleppa undan, at føroyingarnir, tá ið teir eru komnir fram á miðjuna, kenna seg noyddar til at royna við meiri ella minni hugflogsríkari sending til einsamalla mannin á topp­in­ um. Hann vil hava, at okk­ ara menn í 4-3-3 og ikki 4-5-1 uppstilling skulu vera førir fyri at varðveita bóltin frammarlaga á vøllinum, og at bólthaldarin skal hava fleiri møguleikar fyri avlevering. Hetta er annar parturin av setninginum. Hin parturin er, at tað eisini skal eydnast at halda tætt í hinum endanum. Tað vil siga, at hóast okkara lið flytir seg langt fram á vøllin, so skal ansast eftir og byrgjast fyri, at mótstøðuliðið við ferð yvirspælir okkara í verjupartinum og sum einki spælir seg til stórar mál­ møguleikar. Hesar báðar setningarnar hevur tað verið arbeitt mið­ víst við at betra á yngru lands­liðunum tey seinastu árini. Flestu teirra, sum nú eru á a-liðnum, hava royndir frá hesum á yngru liðunum og við sama venjara, sum nú ræður fyri borgum á besta liðnum. Málini Póllandi vann vinardystin 4-0. Fyrsta málið fingu teir eftir at rangstøðufellan miseydnaðist. Pólverjarnir struku til baklinjuna, løgdu innfyri, og umvegis stólpan varð bólturin stýrdur í mál­ ið. Tá var eitt korter farið, og 2. hálvleikur var tríggj­ ar minuttir gamalur, tá ið langskot endaði í málinum. Seytjan minuttir undan dystarenda var aftur mál. Eftir fríspark broytti bólt­ ur­in kós, tá hann hevði tik­ið í verjuspælara. Jákup Mikkelsen megnaði at snara sær á og hálvbjarga, men pólverji var fyrstur á returbóltinum. Sjey minuttir undan leik­ loki fekk Pólland vakrasta málið. Eftir uppspæl í vinstru og fínt innlegg varð bólturin stútaður í føroyska málið. Við venjaraeygum Jógvan Martin Olsen heldur, at avrikið fyrst og fremst skal vigast út frá 1. hálvleiki. – Undan dystarbyrjan høvdu vit avrátt við pól­ verjarnar, at tað skuldi bera til at gera nógvar útskiftingar í 2. hálvleiki. Vit skiftu nógv út. Um nýggir spælarar skulu fáa møguleikan, so skal tað verða í vinardystum. Sum 2. hálvleikur leið vikn­ aði rútman hjá okkum. Í Málið er langt burtu