Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 89 - 9. mai 2006 ] Leeds smildraði skiftingarrúmið Spælararnir hjá enska felagnum Leeds vóru so fegnir um sigurin á Preston North End um vikuskiftið, at teir smildraðu skiftingarrúmið á heimavøllinum hjá Preston North End. Sigurin hjá Leeds hevði við sær, at felagið skal spæla Play-off finalu um at sleppa við í Premier League. Fyrri dysturin endaði við javnleiki á heimvøllinum hjá Leeds, og tá høvdu spælararnir hjá Preston feiðrað úrslitið ógvusligt. Hetta skuldi takast aftur, nú Leeds vann samanlagt, og tað gekk út yvir skiftingarrúmið, har vask, veggir og hurðar hava fingið skaða. Leeds sigur seg kanna tilburðin. Nýtt vónbrot hjá Henrik Larsen Tað hevur gingið stak illa hjá Holbæk í donsku 2. deild, síðani fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen tók við sum venjari í vár. Felagið lá klárt á odda í triðbestu donsku deildini, men nú eru hini liðini av álvara farin at nærkast, tí Holbæk hevur tapt fleiri dystir. Um vikuskiftið gjørdist tað til enn eitt vónbrot, tá ið Holbæk tapti 4-2 ímóti botnliðnum B93. Holbæk er hóast tapið framvegis fremst í 2. deild eystur. Sekundini undan hálvleikssteðginum varð endaliga sagt farvæl við Landskrona ættarliðið á landsliðnum FARVÆL Jóannes Hansen Jens Martin Knudsen vardi føroyska málið mest sum alt fyrra umfarið sunnudagin. Tá ið nøkur sekund vóru eftir at 1. hálvleiki, fór Jens Martin av vøllinum, og Jákup Mikkelsen fór í føroyska málið at standa. Hetta var 65. ferðin, at Jens Martin Knudsen umboðaði Føroyar í altjóða skrásettum landsdysti. Um­boð fyri pólverska fót­ bólts­sambandið handaði veteranmálverjanum blómu­ tyssi, og í hátalarunum varð greitt frá, at Jens Martin var tann seinasti á føroyska liðn­um, sum var við, tá ið Føroyar í 1988 fóru upp í altjóða fótbólt og í 1990 framdu stóra bragdið, sum tað var at vinna 1-0 á Eysturríki í fyrsta EM undankappingardystinum í Landskrona 12. september 1990. Áskoðararnir í Wronki fagnaðu veteran­mál­verj­ anum við lógva­brestum. Í 65 landsdystum noyddist Jens Martin 169 ferðir í meskarnar eftir bóltinum. Jens Martin Knudsen er elsti spælarin nakrantíð á føroyska landsliðnum. 39 ára føðingardagurin verður 11. juni. Sostatt restaðu honum sunnudagin 14. mai 28 dagar í 39 ára føðingardagin. Jákup Mikk­ elsen, sum loysti Jens Martin av í Póllandi, og sum nú ivaleyst er meiri tryggur fyrsti málverji, enn hann nakrantíð hevur verið tað áður, er næstelsti føroyski landsliðsspælarin nakrantíð. Hann er føddur 16. august í 1970. Jens Martin Knudsen sleppur ikki landsliðnum heilt. Avtala er gjørd millum hann og FSF um, at hann skal halda fram sum venjari hjá málverjunum á landsliðnum. Fimm spælarar umboðaðu Føroyar fyri fyrstu ferð, men dómarin gav ikki Christiani R. Mouritsen loyvi at koma á vøllin GÓÐAN DAG Jóannes Hansen Ein av teimum átjan før­ oysku spælarunum, sum vóru í Wronky sunnu­ dagin, fekk ikki høvi at fara á vøllin og umboða føðilandið. Tað var Man­ chester City maðurin Christian R. Mouritsen. Christian hevði hitað upp, og teir í føroysku leguni gjørdu sjey minuttir undan leikloki tekin um, at 18 ára gamla framrættaði maðurin skuldi skiftast inn. Men dómarin segði nei. Tað taldi ikki, at avtala var gjørd millum føroyingarnar og pólverjarnar um, at allir spælararnir kundu skiftast inn. Sambært dómaranum, sum var úr USA, siga FIFA ásetingar, at tað er ikki loyvt at gera fleiri enn seks skiftingar, hóast talan er um vinardyst. Tí varð fyrsta royndin hjá unga og evnaríka framrættaða spælaranum á landsliðnum útsett. Einki er tó at ivast í, at Christian fer at fáa møguleikan. Fimm spælarar vóru sunnudagin á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Janus M. Joensen úr HB og Hans Pauli Samuelsen úr EB/ Streymi vóru millum teir fyrstu ellivu. Harvið var Hans Pauli fyrsti EB/ Streyma spælarin nakrantíð á landsliðnum. Janus var á vøllinum í 50 minuttir, so loysti Hjal­grím Elttør hann av. Tólv minuttir eftir steðgin varð Bjarni Jørgensen av Skála skiftur inn fyri Hans Paula Samuelsen. Bjarni hevur ikki áður verið á landsliðnum. Í 68. minutti noyddist Fróði Benja­minsen at taka seg aftur orsaka av skaða. Tá varð Bárður Olsen úr EB/ Streymi fyri fyrstu ferð skiftur inn á landsliðið. Eitt korter undan leikloki vórðu Atli Danielsen, sum hevði verið í miðverjuni saman við Óla Johannesen, og Jann Ingi Petersen, sum hevði verið vongverji í høgru, skiftir út. Í teirra stað komu ávikavíst Ras­ mus Nolsøe og Mortan úr Hørg, báðir úr HB. Hetta var fyrsta ferðin, at Rasmus Nolsøe var á lands­liðnum. Hann var 97. føroyski landsliðsspælarin í 105 altjóða skrásettum landsdystum síðani 1988, tá ið fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin – við Jens Martini Knudsen í føroyska málinum - varð spældur í Íslandi. Jens Martin fagnaður Christian slapp ikki framat Pólland-Føroyar 4-0 (1-0) Í Wronky í Póllandi sunnudagin 14. mai 2006 kl. 17.30 Vinardystur 1-0: Sebastian Mila 15. 2-0: Grzegorz Rasiak 48. 3-0: Marek Saganowski 73. 4-0: Grzegorz Rasiak 83. Dómari: PÓLLAND: Gult kort: FØROYAR: Jens Martin KNUDSEN, NSÍ, 65/- 169 (Jákup MIKKELSEN, B36, 42/-83, 45.) – Jann Ingi PETERSEN, B68, 11/0 (Mortan ÚR HØRG, HB, 5/0, 75.), Óli JOHANNESEN, TB, liðformaður, 77/1, Atli DANIELSEN, KÍ, 13/0 (Rasmus NOLSØE, HB, 1/0, 75.), Janus M. JOENSEN, HB 1/0 (Hjalgrím ELTTØR, KÍ, 13/0, 50.) – Fróði BENJAMINSEN, B36, 36/2 (Bárður OLSEN, EB/STREYMUR, 1/0, 68.), Kári NIELSEN, HB, 2/0, Súni OLSEN, AaB, 24/1 – Jákup Á BORG, HB, 43/2, Christian Høgni JACOBSEN, NSÍ, 27/2, Hans Pauli SAMUELSEN, EB/STREYMUR, 1/0 (Bjarni JØRGENSEN, SKÁLA, 1/0, 57.) Gult kort: Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: Christian R. MOURITSEN, Manchester City Venjari: Jógvan Martin OLSEN Hjálparvenjari: John PETERSEN ur 1. hálvleiki hevði hon ver­ ið góð. Sambært pólska sjón­­varpinum høvdu vit í 1. hálvleiki bóltin í 55 pro­s­entum av tíðini. Vit spældu okkum fram til tveir upplagdar málmøguleikar, men tíverri var hepnið ikki við Christian Høgna Jac­ obsen. Í fyrra førinum fór royndin úr fimm metrum við síðuna av málinum. Innleggið kom frá Jákupi á Borg í vinstru. Í seinna førinum miseydnaðist temjingin eftir framspæl frá Súna Olsen, sigur Jógvan Martin Olsen, sum staðfestir, at heimaliðið fekk so at siga fulla úrtøku úr sínum møguleikum. Í 2. hálvleiki varð Christian Høgni Jacobsen vongverji í vinstru, og tá fekk Hjalgrím Elttør møguleikan í álopinum. Venjarin sigur seg vera stak væl nøgdan við framrættaða avrikið hjá nýggju miðvallarkonstellatiónini – Kára Nielsen, Fróða Benjaminsen og Súna Olsen – og hann heldur, at Jákup á Borg var heilt væl upplagdur í fremstu røð. – Gamla søgan at vit ikki fáa mál, tá ið møguleikin er har, ger framvegis um seg. Tá ið vit arbeiða við at flyta okkara spæl longri fram á vøllin, er tað uppaftur meiri neyðugt, at vit ikki gera mistøk í uppspælinum. At tað kostar, fingu vit fleiri ferðir staðfest móti Póllandi, sigur venjarin og sipar harvið til, at setningurin framvegis er fjøltáttaður. Annar parturin av málinum er at skjóta mál, og hin parturin av málinum er at byrgja fyri, at hinir fáa mál. Einki nýtt er í hes­ um. Ætlanin er at royna at røkka málinum á meiri konstruktivan máta, enn tað higartil hevur verið gjørt. Hvussu tað fer at eydnast hjá nýggja venjaranum og liðnum í nýggjari útgangs­ støðu, fer bara tíðin at vísa. Atli Danielsen og Jens Martin Knudsen fáa bert hugt at, meðan Sebastian Mila leggur Póland á odda Mynd: Reuters