mánadagur 15. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 89 - 9. mai 2006 ]
Keðiligt í
Aalborg
Danskir fjølmiðlar skriva,
at superligadysturin ímill
um AaB og Esbjerg í
Aalborg sunnudagin var
nakað av tí keðiligasta,
sum hevur verið at sæð
í superliguni í langa tíð.
Bert eitt mál kom í dyst
inum, og tað gjørdi Jeep
Curth fyri AaB seks min
uttir fyri leiklok. Hvørg
in av teimum føroysku
spælarunum hjá AaB
vóru við í dystinum. Jón
Rói Jacobsen er skaddur,
og Súni Olsen varð við
landsliðnum, sum spældi
venjingardyst í Póllandi.
-ek
Fólk minnast
Fisker fyri gul
og reyð kort
Um vikuskiftið takkaðu
tríggir kendir danskir
fótbóltsdómarar fyri
seg. Ein teirra var tann
nógv umrøddi Knud
Erik Fisker. Hann bríksl
aði seinasta dystin í
Parkini í gjár, og hann
var fegin um, at hann nú
kundi leggja floytuna á
hillina.
– Eg vildi ynskt, at fólk
mintust meg fyri at vera
ein góðan dómara, men
tað er einki at ivast í, at
fólk fara at minnist meg
fyri tey gulu og reyðu
kortini, sum eg havi
givið, segði Knud Erik
Fisker við onside.dk
-ek
FIFA herðir
dopingreglan
Altjóða fótbóltssam
bandið FIFA tekur nú stig
til, at dopingreglurnar
hjá
felagsskapinum
verða gjørdar strangari.
Hetta hevur leingi verið
eitt krav frá anti-dop
ingfelagsskapinum
WADA, men FIFA hev
ur ikki vilja viðurkent
kravið og hevur havt
sínar egnu reglur. Altjóða
ítróttardómstólurin CAS
hevur gjørt greitt, at FIFA
skal eftirlíka krøvunum
frá WADE, og nú verða
broytingar gjørdar undan
HM-endaspælinum í
Týsklandi í summar.
-ek
Byrial endaði við tapi
Johan Byrial Hansen spældi í gjár sín seinasta dyst fyri AC
Horsens. Dysturin var á útivølli ímóti FC Nordsjællandi,
sum vann heili 3-0. Johan Byrial Hansen gevst nú at spæla
fótbólt, tí hann ætlar sær at brúka meira tíð til familjuna
og arbeiðið. AC Horsens flutti upp úr næstbestu deildini í
Danmark í fjør, og tað hevur eydnast liðnum at varðveita
sítt pláss í superliguni. AC Horsens spælir tí aftur millum
tey bestu næsta kappingarár.
Jimmy undir skurð
Málmaðurin hjá AaB, Jimmy Nielsen, verður í vikuni lagdur
undir skurð. Talan er ikki um nakran álvarsaman skaða, men
ein meniskskaði í knænum skal fáast upp á pláss.
– Eg havi merkt skaðan alt kappingarárið, so tað verður
gott at sleppa av við hann nú, sigur Jimmy Nielsen við
Ekstrablaðið.
Og sambært blaðnum er Jimmy helst fegin um at fáa fríð
frá fótbóltinum júst nú, tí fríggjadagin fingu hann og konan
eina dóttur.
Bara eitt uppskot
er til forsetavalið í
Ítróttarsambandi
Føroya leygardagin.
Heðin Mortensen,
sum hevur verið
forseti fyri føroyska
ítróttin í 26 ár, heldur
fram í sessinum í
tvey ár afturat, men
hann roknar við, at
tað verður seinasta
skeiðið hjá honum
ÍSF
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tá ið freistin fyri at lata
uppskot inn til forsetavalið í
Ítróttarsambandi Føroya var
úti, var einki annað uppskot
enn sitandi forseti.
Ítróttar-Sosialurin veit um,
at arbeitt var við at stilla eitt
mótvalevni upp ímóti Heðini
Mortensen, men eingin vildi
taka kappingina upp við
forsetan, sum hevur sitið í
sessinum seinastu 26 árini.
Tí verður Heðin Mortensen
valdur til ÍSF-forseta í eitt
nýtt tvey ára skeið, tá ið
ÍSF hevur aðalfund á Hotel
Føroym leygardagin.
– Eg havi framvegis stóran
áhuga fyri hesari uppgávuni,
og orkan er eisini til tað, tí
havi eg valt at halda fram í
tvey ár afturat. Men hetta
verður helst mítt seinasta
skeið sum ÍSF-forseti, sigur
Heðin Mortensen.
Borgarstjóri og forseti
Tað var í mars mánaði í
1980, at Heðin Mortensen
varð valdur til forseta í Ítrótt
arsambandi Føroya, og øll
árini síðani hevur hann
verið ítróttarligt yvirhøvd í
føroyskum ítrótti.
Seinastu tvey árini hevur
Heðin Mortensen verið
borgarstjóri í Havn, og tað er
tey, sum halda, at hetta ikki
hóskar saman við uppgávuna
sum ÍSF-forseti.
Heðin Mortensen heldur
tó, at eingin vansi er í hes
um.
– Eg havi ongar trupulleik
ar við at vera borgarstjóri
og ÍSF-forseti samstundis.
Eg haldi, at føroyskur ítrótt
ur hevur ein fyrimun av
hesum, tí ítrótturin hevur
eitt politiskt talurør, har
avgerðirnar verða tiknar,
sigur Heðin Mortensen.
Uppgávan sum borgarstjóri
í Havn er krevjandi. Hevur
tú tíð at verða forseti fyri ÍSF
eisini?
– Ja, tað sigur seg sjálvt,
at eg havi ikki nógva frítíð.
Arbeiðið sum forseti í ÍSF
er sjálvboðið arbeiði, og eg
brúki mína frítíð til hesa
uppgávu. Vit hava eina
umsiting í ÍSF, og tað ger
mína uppgávu lættari, men
tað krevur framvegis nógva
tíð og orku. Hetta er mítt
filantropiska arbeiði, og
soleiðis rokni eg eisini við,
at tað verður frameftir, tí ÍSF
hevur ikki ráð til ein løntan
forseta.
Uppgávur eftir at loysa
Heðin Mortensen sigur, at
hann heldur fram sum forseti
í ÍSF, tí hann framvegis hev
ur arbeiðið eftir at gera fyri
føroyskan ítrótt.
– Tað eru nøkur ting, sum
eg gjarna vil gera liðug, áðr
enn eg gevist sum forseti.
Eitt er limaskapurin í IOC,
eitt annað eru fíggjarligu
umstøðurnar hjá ÍSF, og har
afturat fer leikluturin hjá ÍSF
í føroyskum ítrótti eisini at
broytast í næstum, sigur
Heðin Mortensen.
– Hinvegin ásanni eg eis
ini, at nýggjar tíðir eru á
veg í føroyskum ítrótti, og
tí verður hetta helst mítt sein
asta skeið sum ÍSF-forseti.
Forsetavalið í ÍSF verður
á aðalfundinum, sum verður
hildin á Hotel Føroyum leyg
ardagin. Tað eru føroysku
ítróttarfeløgini, sum saman
við sersambondunum velja
forsetan. Hesaferð verður
einki at velja ímillum, tí
Heðin Mortensen er einasta
uppskotið.
Oyggjaleikir
aftur til
Føroyar
Eitt av málunum, sum
Ítróttarsamband Føroya
ætlar sær at arbeiða við
næstu árini, er at fáa
Oyggjaleikirnar aftur til
Føroya.
– Vit ætla at søkja um
vertsskapin til leikirnar í
2013, men skal tað bera
til, so skal arbeiðið fyri
hesum byrja longu nú.
Vit skulu hava nýggjar
fasilitetir til ítróttin, og
tað skal nógv gerast,
áðrenn vit kunnu taka
leikirnar aftur, sigur
Heðin Mortensen.
– Hetta er nakað, sum
vit eru farin í holt við
í ÍSF, men vit skulu
hava land, kommunur
og onnur við, um hetta
skal lata seg gera. Øll
mugu virka fyri at fáa
Oyggjaleikirnar aftur
til Føroya, um vit skulu
hava nakran kjans, sigur
hann.
Frem spældi
málleysan dyst
Undirhaldið var millum
lítið og einki, tá ið
danska 1. deildarliðið
Frem spældi ímóti Lol
land Falster Alliancen á
heimavølli í gjár. Einki
mál kom í dystinum,
og tað segði nógv um,
hvussu liðini spældu.
Teir 1270 áskoðararnir
sóu eitt tannleys álop hjá
heimaliðnum, men verjan,
har Jónas Tór Næs spældi
allar 90 minuttirnar sum
høgri bakkur, kláraði í
minsta lagi at halda málið
reint.
-ek
Heðin heldur fram
sum ÍSF-forseti
– Eg havi framvegis stóran áhuga fyri uppgávuni, og orkan er eisini til tað, tí havi eg valt at halda fram sum ÍSF-forseti í tvey ár
afturat. Men hetta verður helst mítt seinasta skeið í ÍSF, sigur Heðin Mortensen