mánadagur 15. mai 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 89 - 9. mai 2006 ]
So er Ballack klárur
Eftir øllum at døma stendur nú greitt, at Michael Ballack
fer at spæla við Chelsea. Tosað hevur verið um framtíðina
hjá týska landsliðsskiparanum í fleiri mánaðir, og fyri tað
mesta hevur Chelsea staðið ovast á breddanum. Enn hevur tó
ikki borið til at fáa nakað váttað, men í dag skuldi Chelsea
halda tíðindafund á Stamford Bridge, og væntandi stóð
undirskriftin hjá Ballack á breddanum her. Gitt verður, at
lønin hjá Ballack verður 500 mió kr. í fýra ár.
-mørk
Eisini Shevchenko
Chelsea ætla sær eftir øllum at døma eisini at vissa sær
ukrainska stórskjúttan, Andrei Shevchenko. Eftir sjey ár
í Milan heldur framherjin, at hann hevur tørv á nýggjum
avbjóðingum. Konan er úr USA, og tí sigur hann, at hann
helst vil til Onglands at spæla. Gitt verður, at Chelsea er
felagið, sum stendur fremst við stóra pengapunginum.
-mørk
Flottur amboðsfim
leikur var at síggja
í Runavík um viku
skiftið, tá ið ítróttar
høllin var karmur um
FM-kappingarnar
fyri pinkur, piltar,
gentur og dreingir í
amboðsfimleiki
FIMLEIKUR
Lív Reinert Kjeld
liv.reinert.kjeld@sosialurin.
fo
Um vikuskiftið skipaði Før
oya Fimleikasamband fyri
tveimum kappingum í am
boðsfimleiki í ítróttarhøllini
í Runavík. Fitt av fólkið var
og hugdi, tá ið fimleikararnir
vístu síni kynstur á gólvi,
bita, í lopi og ringum. Hesar
kappingarnar vóru fyri yngru
fimleikararnar, t.v.s. pinkur,
piltar, gentur og dreingir, og
fimleikararnir kappaðust í
tveir dagar, leygardagin og
sunnudagin. Fimleikararnir
vóru frá Fok, Ljósinum,
Havnar Fimleikafelag og
Støkk.
Kappingin leygardagin
var skipað í tveimum;
fyrra kappingin byrjaði kl.
11:30. Tá kappaðust gent
urnar og pinkurnar í basic
line og dreingirnir og pilt
arnir í seríðkan. Seinna
kappingin, sonevnda ”all
round FM kappingin”, var
um føroyameistaraheitið í
amboðsfimleiki. Tilsamans
vardi kappingin í heilar sjey
tímar, so talan var næstan um
rættiligan maraton-fimleik.
Kappingin leygardagin var
samstundis kvalifikatión
til amboðsfinalurnar sunnu
dagin, har seks teir bestu
fimleikararnir kappaðust
um føroyameistaraskapin í
hvørjum amboði fyri seg.
Sunnudagin vóru amboðs
finalurnar so á skránni. Henda
kappingin gekk munandi
skjótari og betur enn fyrra
dagin. Tó má sigast, at tað
sást, at fimleikararnir vóru
troyttir eftir longu kappingina
leygardagin; lopini gjørdust í
so tung hjá nógvum; so sjálvur
fimleikurin var ikki so flottur,
sum hann kundi verið.
Feløgini, sum kláraðu seg
best, vóru Støkk og Havnar
Fimleikafelag, sum áttu so
at siga allar fimleikararnar
í amboðsfinalunum sunnu
dagin, og allir føroyameistar
arnir vóru úr hesum báðum
feløgunum.
Komandi vikuskiftið verða
somu kappingar á skránni
fyri eldru fimleikararnar,
t.v.s. kvinnu- og mansung
lingar, kvinnur og menn.
Hesar kappingarnar verða
í ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn.
Yngru føroyameistar
arnir í amboðsfimleiki
funnir
Liverpool vann F.A.
Cup finaluna eftir
longda leiktíð og
brotssparkskapping.
Stóra hetjan gjørdist
Liverpool málmað
urin Reina, ið tók 3
av 4 brotspørkum
FA-Cup
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Einans 40 ára gamli Teddy
Sherringham megnaði at
fáa bóltin framvið Reina,
meðan Zamora, Konchesky
og Ferdinand allir sóu Reina
taka skot teirra.
Hislop í West Ham mál
inum tók skotið hjá Hyp
pia, og hóast hann fór
rættan veg eftir skotunum
hjá Hamann, Gerrard og
Riise, so megnaði hann ikki
at steðga teimum. Finalan
var frálík og verur ivaleyst
ein klassikari, ið fólk fer at
hava á orði í nógv ár.
Tá vanliga leiktíðin í F.A.
Cup finaluni var av, var 3-3
millum Liverpool og West
Ham. Eftir 90 minuttir við
sera álopskendum og fant
astiska undihaldandi fót
bólti, var støðan javnleikur.
Leikararnir gjørdu seg klár
ar til umdystin, ið tó ikki
nakrantíð fekk sama brodd,
sum vanligi dysturin, men
hetta var mest tí helvtin av
leikarunum gekk og haltaði.
Skaddi Harewood spældi
víðari hóast hann næstan
ikki fekk gingið, hann fekk
ein risa møguleika, men rakti
við síðuna av, tí hann fekk
ikki staðið á skadda fótinum.
Tí endaði umdysturin eisini
3-3.
West Ham var framman
fyri 2-0 ,tá ein hálvur tími
var spældur, bæði málini
sjálvmál av Jamie Car
ragher, og mál av Dean
Ashton komu aftan á feilir á
ávikavist miðvølli og verju
hjá Liverpool. Liverpool
spældi sjuskutt hesa løt
una. Men eftir málið til
2-0 vaknaði Liverpool, og
Cissé skoraði til 1-2 áðrenn
steðgin. Síðan javnaði Ger
rard og Liverpool trýsti
West Ham, sum tó hevði
møguleikar. Í 63. minutti
skoraði Konchesky til 3-2 til
West Ham, ið síðan stýrdu
dystinum. Men í 90. minutti
javnaði Gerrard til 3-3.
Størsti dagur í enska
fótbóltsárinum
F.A. Cup finalan er ein av
allar størstu, um ikki tann
størstu hendingunum á
enska fótbóltsárinum, tí er
sera nógv gjørt burtur úr á
Millenium Stadion í Cardiff,
áðrenn dystin millum West
Ham United og Liverpool.
Millenium Stadium hevur
enn einaferð fingið æruna
av, at verða karmur um
hesa risa hending í enska
fótbóltskalendaranum. Ætl
anin var annars at F.A. Cup
finalan skuldi verða fyrsti
dystur á nýggja Wembley
Stadium, men byggingin
av Wembley varð tíanverri
somikið seinkað, at hetta
ikki bar til.
Reina hevði ein óhepnan leiklut í málinum hjá Dean Ashton, men gjørdist alíkavæl dagsins
hetja við 3 bjarginum í brotsparkskappingini
mynd: scanpix.dk
Rani Petersen í ringunum. Hann gjørdist nummar trý í kappingini í ringunum sunnudagin
Reina tók 3 brotsspørk