mánadagur 15. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 89 - 9. mai 2006 ]
Julian fekk bæði
í posa og sekk
Støðan í HM fyri formil 1 lið
1 Renault
78
2 Ferrari
59
3 McLaren-Mercedes
42
4 Honda
24
5 Sauber BMW
12
6 Williams-Cosworth
10
7 Toyota
7
8 Red Bull Racing Ferrari
2
Renault og Ferrari eru í serflokki
Áðrenn formil 1 árið byrjaði varð spátt, at McLaren Mercedes og Honda vóru millum bestu
liðini í hesum kappingarárinum, so jaligar vóru forsøgnirnar, at heimsmeistarin Fernando
Alonso avgjørdi, at skriva undir sáttmála við McLaren Mercedes frá 2007.
Nú ein triðingur av formil 1 koyringunum eru koyrdar, hevur Renault vunnið 4 koyringar
og Ferrari hevur vunnið 2, og í løtuni tykist tað sera lítið sannlíkt, at Honda ella McLaren
fara at vinna nakra koyring í ár.
Fernando Alonso liggur nú á odda í HM kappingini 15 stig framman fyri Michael
Schumacher, og hóast Kimi Räikkönen er á triðja plássi, so hevur hann einans helvtina av
stigunum hjá Fernando Alonso.
nud
Spanska formil 1
koyringin endaði
við eini spanskari
veitslu, og eingin ivi
er um, at allir lokalu
fjeppararnir vóru
ovfarakátir, tá teirra
hetja vann. Men
fyri tey óheftu var
koyringin beinleiðis
møðsom
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ungi spanski heimsmeistarin
í formil 1 Fenando Alonso
vann sannførandi á heima
breytini í Barcelona í dag.
Alonso í Renault var fremstur
frá byrjanini, til hann koyrdi
um málstrikuna 18,5 sekund
framman
fyri
Michael
Schumacher í Ferrari.
Koyringin gjørdist annars
óvanliga keðilig við fáum nær
dystum og ongari yvirháling
á breytini, um vit ikki telja
sjálva byrjanina við. Einastu
veruligu roynd at yvirhála átti
Ralf Schumacher, ið royndi at
sleppa framvið liðfelaganum
Jarno Trulli, men Trulli vísti
ikki nógvan góðvilja yvir
fyri liðfelaganum og lat
hurðina aftur so ógvusliga,
at Ralf Schumacher misti
framvongina og eini 10 pláss,
í síðsta enda var bilurin so illa
skaddur, at hann noyddist at
gevast nøkur umfør seinni.
Juan Pablo Montoya
hevði eitt ringt vikuskiftið
og byrjaði av 11. plássi. Á
18. umfari snaraði hann
runt á breytini, og endaði
við at hanga fastur á kant
inum millum breytina
og skervgrøvina. Hetta
var ein vandamikil støða,
serliga tá bilurin skuldu
takast burtur aftur. Undir
vanligum umstøðum hevði
trygdarbilurin komið á
breytina. Men hesuferð
vóru menn sendir út við
kranabili fyri at taka bilin
burtur, meðan ferðslan drøn
aði framvið fáar metrar frá
teimum.
Hetta var ein óvanlig
avgerð, tí seinastu koyring
arnar hevur trygdarbilurin
verið á breytini ofta í líknandi
støðum og støðum, ið hava
tykst minnið vandamiklar.
Men tað slepst ikki uttanum,
at Fernando Alonso júst
hevði verið í pittinum, og
varð trygdarbilurin settur
á breytina, kundi hetta havt
kostað honum sigurin á heima
breytini. So avgerðin um at
sett trygdarbilin á breytini,
hevði verið ein djørv avgerð
í formil 1 svaka Spania.
Úrslitið av sponsku formil 1 koyringini
1 Fernando Alonso Renault
10 stig
2 Michael Schumacher Ferrari
8 stig
3 Giancarlo Fisichella Renault
6 stig
4 Felipe Massa Ferrari
5 stig
5 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes
4 stig
6 Jenson Button Honda
3 stig
7 Rubens Barrichello Honda
2 stig
8 Nick Heidfeld Sauber-BMW
1 stig
9 Mark Webber Williams-Cosworth
10 Jarno Trulli Toyota
11 Nico Rosberg Williams-Cosworth
12 Jacques Villeneuve Sauber-BMW
13 Christian Klien RBR-Ferrari
14 David Coulthard RBR-Ferrari
15 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth
16 Tiago Monteiro MF1-Toyota
17 Takuma Sato Super Aguri-Honda
- Frank Montagney Super Aguri-Honda
- Christijan Albers MF1-Toyota
- Scott Speed STR-Cosworth
- Ralf Schumacher Toyota
- Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes
Støðan í HM fyri formil 1 koyrarar
1 Fernando Alonso, Spania
54
2 Michael Schumacher, Týskland
39
3 Kimi Räikkönen, Finnland
27
4 Giancarlo Fisichella, Italia
24
5 Felipe Massa, Brasilia
20
6 Jenson Button, Ongland
16
7 Juan Pablo Montoya, Kolumbia
15
8 Rubens Barrichello, Brasilia
8
9 Ralf Schumacher, Týskland
7
10 Mark Webber, Avstralia
6
- Jaques Villeneuve, Kanada
6
- Nick Heidfeld, Týskland
6
13 Nico Rosberg, Týskland
4
14 Christian Klien, Eysturríki
1
- David Coulthard, Skotland
1
FM einstaklingar amboð 065 Julian Steingrund er
vælnøgdur við vikuskiftið. –Hann fylti runt og bleiv
harafturat føroyameistari í amboðsfimleiki
Kappingin hjá fimleik
arunum hevur verið
hørð og strævin.
– Men tað loysir seg
at venja nógv, heldur
10 ára gamli Julian
Steingrund, sum bæði
fekk í posa og sekk í
vikuskiftinum.
FIMLEIKUR
Lív Reinert Kjeld
liv.reinert.kjeld@
sosialurin.fo
Julian ger fimleik við
fimleikafelagnum Støkk
av Glyvrum. Tað dámar
honum sera væl. So væl, at
hann venur fleiri ferðir um
vikuna, og tað gevur úrslit.
Í vikuskiftinum gjørdist
hann føroyameistari í
einstaklingakappingini í
amboðsfimleiki, sum var
í ítróttarhøllini í Runavík,
umframt at hann vann
kappingina í seríðkan,
amboðsfinalurnar á gólv
inum og í ringunum, og
hann gjørdist nummar tvey
í amboðsfinaluni í lopi um
hest.
Tá ið eg sunnudagin eftir
kappingina spurdi hann,
hvussu nógv heiðursmerki
hann hevði vunnið um
vikuskiftið, hevði hann
mist talið. – Eg giti eini
fimm, flenti hann, og so
leyp hann avstað aftur út
á fimleikagólvið at spæla
við hinar fimleikararnar,
sum eisini nýttu at sleppa
at leypa eina løtu, uttan
trýstið frá dómarum og
áskoðarum.
Hetta vikuskiftið hevur
verið heilt serligt hjá Juli
an, tí umframt at vinna
føroyameistaraskapin í
amboðsfimleiki og fleiri
heiðursmerki afturat, fekk
hann óivað fleiri gávur.
–Hann hevði eisini sín
fyrsta runda føðingardag
sunnudagin,
so
allir
dreingirnir hjá Støkk vórðu
bodnir í føðingardag eftir
kappingina.
Fernando Alonso vann
keðiliga formil 1 koyring
Fernando Alonso tykist hava beina kós móti næsta HM-heitinum á rað
Mynd: Scanpix