Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 89 - 9. mai 2006 ] Sivic ikki til Uganda Tað er eftir øllum at døma rættiliga lítið sannlíkt, at Tomislav Sivic verður venjari í Uganda. Sambært lokalum bløðum, so var talan um persónligar trupulleikar hjá Sivic, sum forða honum í hesum, men tað er nú ikki heilt rætt, sigur høvuðspersónurin sjálvur. – Sáttmálin, sum vit forhandlaðu upp á pláss, er als ikki tann sami, sum nú liggur klárur at skriva undir. Tí vil eg siga, at tað í løtuni er rættiliga ósannlíkt, at eg fari til Uganda, ljóðar staðfestingin úr Budapest, har Tomislav er í løtuni. -mørk Afturvendandi úrmælingur fremsur í Mtel Masters Laudrup er valagn í Madrid Forseta valstríðið í Real Madrid minnir altíð um politisk val, har øll valevni royna at yvirbjóða hvør øðrum. Eftir at Fernando Martin fór frá sum forseti, eftir einans tveir mánar í heita stólinum, er val útskrivað til 2. juli. Nýggjasta vallyftið í valstríðnum eitur Michael Laudrup. Tað er ríkmaðurin Vilar Mir, ið saman við fleirfaldaða rally heimsmeistaranum Carlos Sainz ætlar sær sætið sum forseti í Real Madrid. Og sambært spanska dagblaðnum AS, lovar, at um hann verður forseti í Real Madrid, so verður Michael Laudrup venjari. Ætlanin er sambært Politiken.dk, at gera sum í Barcelona, har ein ungur venjari, ið stendur fyri undirhaldandi og verjukendum spæli, lyftur felagið upp til toppin. Mchael Laudrup spældi í Real Madrid í árunum 1994-96 og var sera væl umtóktur í felagnum. -nud Tá oddaliðini øll spældu javnt mikukvøldið, kundi HB nýta hóskvøldið til at spáka sær nærri toppinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tóktist, sum høvdu gest­ irnir í Gundadali givið upp alla vón um stig, longu áðrenn teir fóru á vøllin hóskvøldið. Liðið, sum seinastu umførini hevur lopið seg upp um nið­ ur­flytingarstrikuna, sýndi snøgt sagt einki petti av tí stríðsviljanum, sum hevur gjørt lopið møguligt. Einvegis ferðsla HB legði bragdliga fyri, og við góðari ferð á spælinum søktu teir alt fyri eitt á VB- málið. Góðu taktirnar hildu sær í eitt korter, tá Johan Eyj­ vind R. Mouritsen, sum hesa ferð byrjaði inni frá fyrsta bríksli, legði HB á odda. Tí eftir hetta gjørdist talan um fótbólt í spákitempo. HB hevði sum so ikki fyri neyðini at seta so nógv meira á ketlarnar, og VB/Sumba hvørki vildi ella megnaði at geva nakra serliga mótstøðu. Eina mest tóktist tað, sum høvdu gestirnir bara í huga at fáa hesar 90 minutturnar avgreiddar við einum so lítl­ um sorli, sum tað nú einaferð bar til. Mundi verði spennandi Og so ráddi at kalla bert um at fáa tíðina at ganga. Bæði hjá spælarunum á vøllinum, og eisini hjá áskoðarunum, sum helst høvdu úr at gera, um hitin skuldi haldast. Jákup á Borg var maðurin handan næsta HB-málið, tá hann breyt ígjøgnum, áðrenn bólturin varð rullaður til Panic. Og eftir steðgin átti Jákup aftur uppspælið, tá Ólavur í Ólavsstovu skeyt sítt fyrsta Formula-mál. Móti dystarenda kom brád­liga nakað, sum líktist spenningi í dystin. Jákup Ol­sen minkaði um munin eftir hornaspark, og brádliga varð Dan Djurhuus púrasta leysur við HB-málverjanum. Teirri royndini fekk Bárður Johannesen tó steðgað, so­leiðis at hjartað ikki fór heilt upp at hoppa hjá heima­ áskoðarunum. Og tá Páll Mohr Joensen so eisini kundi staðfesta sigurin í yvirtíðini, mundu flestu av hesum fara so hampuliga væl nøgd til hús. Kanska hevði HB ikki sýnt nakað meistaraspæl, men teir vunnu ein tryggan sigur, og nú er munurin upp til oddin bert trý stig. HB 3 bóltar VB/S 1 bólt HB-VB/Sumba 4-1 (2-0): HB nærri oddinum Talan var um ein dyst av teimum heilt linligu, tá VB/Sumba vitjaði HB hósdagin Mynd: Álvur Amerikumaðurin Gata Kamsky hevur funnið talvbrikkarnar fram aftur, og hann stendur seg óvæntað væl móti teimum allarsterkastu. Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Fyrrverandi stórtalentið Gata Kamsky legði í 1996 talv á hyllina. Nú hann er løgfrøðingur, er hann byrjaður aftur at telva. Fyrstu royndirnar í 2004 og 2005 gingu ikki serliga væl, men við frálíkum úrslitum seinastu mánaðirnar hevur Kamsky prógvað síni evnir. Kamsky hevur 2671 ratingstig. Tveir sigrar ímóti Anand Í Wijk aan Zee í januar vann Kamsky á Viswanathan Anand (2803) og í Mtel Masters í Sofia vann hann enn einaferð, hesaferð við svørtu brikkunum, á mæta indaranum. Hetta sigur ikki lítið um evnir Kamskys. Heimsmeistarin Veselin Topalov (2804) vann kapp­ ing­ina í fjør. Í ár hevur hann eins og í fjør fingið eina slaka byrjan við einans 1,5 stigum av 4. Topalov og Vladimir Kramnik skulu í heyst telva ein ultimativan HM-dyst, soleiðis at vit aftur hava ein almennan heims­meistara og ikki tveir sum støðan hevur verið seinastu 13 árini. Hendan spennandi dyst venda vit aftur til eina aðru ferð. Støðan eftir 4. umfør 1. Kamsky, Gata USA 2671 3.5 2. A., Viswanathan IND 2803 3.0 3. Svidler, Peter RUS 2743 2.0 4. Topal., Veselin BUL 2804 1.5 5. Pon., Ruslan UKR 2738 1.0 6. Bacrot, Etienne FRA 2708 Í løtuni er kappingin nær­ um býtt í tvey. Kamsky og Anand og síðani hinir fýra telvararnir. Topalov og Svidler fara væntandi at bíta sterkari frá sær í seinnu helvt. Serliga plagar Topalov at rógva skjótt tá málið er í eygsjón. Anand vann eitt gott talv við svørtum ímóti Topalov, áðrenn hann í 3. umfari tapti ímóti Kamsky. Anand reisti seg sunnudagin, tá hann hegnisliga kroysti Ru­s­lan Ponomariov. Kamsky hevur vunnið trý talv á rað ímóti + 2700 monnum, men megnar neyv­ an at vinna fjórða talvið á rað, tá hann mánadagin hevur svarta fólkið ímóti HM Topalov. Talvið hesa vikuna er frá 4. umfari, tá oddamaðurin lættliga vinnur ímóti Peter Svidler. OL fyri framman John Arni Nilssen hevur seinastu vikuna hitað upp til talvolympiaduna í Torino, ið byrjar um eina viku. John Arni telvaði við í SKS/TSF International Open, sum varð telvað í Taastrup, beint uttanfyri Keypmannahavn. John Arni, ið var 5. seed­ aður, legði væl út við 4 stig­um av 5. Men seinastu fýra talvini góvu bert tveir javn­leikir og tvey tap, so­leiðis at hann endaði við 5 stigum og 6. plássi. Eitt úrslit undir hansara støði, men ivaleys góð upphiting til OL. Uttan stórvegis himpr hevur Kamsky vunnið seg fram millum fremstu telvararnar í heiminum aftur Talvi hesa vinuna Kamsky,G (2671) - Svidler,P (2743) [B83] Mtel Masters Sofia BUL (4), 14.05.2006 1.e4 c5 2.Rif3 e6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Ric6 5.Ric3 d6 6.Be2 Rif6 7.0–0 Be7 8.Be3 0–0 9.f4 e5 10.Rixc6 bxc6 11.Kh1 exf4 12.Bxf4 Be6 13.Bf3 Fb6 14.b3 Rfd8 15.Fe1 Rid7? (Áðrenn hendan leik, hevði Svidler telvað logiskar og góðar leikir. Kamsky revsar nú á harðasta hátt mistakið hjá Svidler.) Støðumynd eftir 15… Rid7 16.Rid5! cxd5 17.exd5 (Svarta støðan er skrædn­ að sundur og longu nú stendur hann til tap.) 17...Bg4 18.Fxe7 Bxf3 19.Rxf3 Rif6 20.Be3! (Svartur hevur ongar verju­resursir.) 20...Fa5 21.Rxf6! gxf6 22.Fxf6 Re8 23.Fg5+! Kf8 24.Bd2 Svartur verður antin skák og mátaður ella má hann lata rók. 1–0