mánadagur 15. mai 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 89 - 9. mai 2006 ]
Andrew slapp ikki upp í part
Andrew av Fløtum slapp ikki við føroyska fótbóltslandsliðnum
til venjingardystin í Póllandi, men tá ið Fremad Amager
spældi sunnudagin, slapp Andrew als ikki upp í part.
Hann var tikin út til hópin, sum skuldi spæla á heimavølli
ímóti Brønshøj, men hann kom ongantíð á vøllin. Fremad
Amager vann dystin 2-1, og tað hevði við sær, at Brønshøj
við vissu flytir niður í triðbestu donsku deildina at spæla
næsta kappingarár.
ÍF Føroyar nærkast oddinum
Tað gongur væl hjá føroyska útisetaliðnum í Keypmannahavn.
Besta liðið í felagnum spælir í Københavnerserien, og í farnu
viku spældu teir ímóti B93. Dysturin endaði við 1-0 sigri
til føroyska liðið. Heimasíðan hjá ÍF Føroyum skrivar, at
dysturin var sera javnur, men føroyska liðið fekk avgerandi
málið. Tað skoraði Heini í Skorini, sum áður hevur umboðað
B36. Hetta var triðji dysturin á rað, at einki mál varð skotið
ímóti ÍF Føroyum, og úrslitið hevur við sær, at liðið nærkast
oddinum í Københavnerserien.
Í átta teimum fyrstu
umførunum hevur
úrslitið, sum oftast er
komið fyri, verið 1-1
javnleikur, og bara
eina ferð er einki mál
skorað
FORMULADEILDIN
8. UMFAR
Jóannes Hansen
Tá ið HB og VB/Sumba fóru
av ovara vølli í Gundadali
hóskvøldið vóru 8 av
teimum 27 umførunum í
2006 kappingini avgreidd.
Sunnudagin verður 9.
umfarið, og tá verður fyrsti
triðingurin liðugur.
Inntil 2004 var tað
soleiðis, at tað varð farið
undir landskappingina um
mánaðarskiftið apríl-mai.
At nýggi kappingarleisturin,
sum fyrstu ferð varð royndur
í fjør, hevur roynst væl bæði
í fjør og higartil í ár, er tað
eingin sum helst ivi um. Í
staðin fyri lítið áhugaverdar
uppgerðir í bólkaumfarinum
í steypakappingini, sum tað
eisini var lítil áhugi fyri
millum áskoðararnar, so
hava fótbóltshugað longu
verið vitni til fleiri tættar
uppgerðir um stig og plas
eringar, og longu nú hava
fleiri uppgerðir við heilt
fitt av áskoðarum verið á
skránni.
Ofta plagar at verða
tikið til, at tað er stórur
fyrimunur at spæla á
heimavølli. Úrslitini í átta
teimum fyrstu umførunum
vísa, at heimaliðið vinnur
oftari, enn útiliðið ger tað.
Úrslitini vísa eisini, at tað
ikki er nøkur sjálvfylgja, at
heimaliðið vinnur øll stigini.
Tað sigur seg sjálvt, at tað
eigur at vera fyrimunur at
spæla á heimavølli. Men
tað sigur seg eisini sjálvt,
at hesin fyrimunurin ikki
er so stórur nú, sum hann
var fyrr í tíðini, og tá verður
hugsað um tíðina undan
graslíkisvallunum.
Nú líkjast heimavallirnir
rættuliga nógv. Tá ið tað
ræður um undirlagið eru
feløgini so at siga sum oftast
á heimavølli. Undirtøkan
millum áskoðararnar er
framvegis størst hjá teimum,
sum eru á heimavølli. Men
hon er ikki longur altíð
treytaleyst størst hjá teimum,
sum eru á heimavølli. At
samferðslukervið er nógv
betrað, og at frítíðin er økt ber
við sær, at tað er lagaligari at
ferðast, og tað kemur eisini
fótbóltsfeløgum, sum spæla
á útivølli, til góða.
Tølini
Higartil eru 40 dystir spældir
í Formula deildini. Tjúgu
ferðir hevur heimaliðið
vunnið. Tíggju ferðir hevur
útiliðið vunnið, og tíggju
ferðir hevur úrslitið verið
javnleikur. Tað vil siga,
at heimaliðið vinnur aðru
hvørja ferð. At intensiteturin
oftast hevur verið varðveittur
inntil síðsta dómarabríksli
sæst aftur í, at í 24 av
teimum 40 uppgerðunum
hevur tað verið javnleikur,
ella hevur munurin bara
verið eitt mál.
Í teimum 40 dystunum,
sum higartil eru avgreiddir,
eru tað skorað 131 mál ella
í miðal 3,275 mál í hvørjari
uppgerðini. Sammett við
miðal máltalið aðra staðni
er hetta á góðari leið. 81
mál eru skorað á heimavølli,
og 50 mál eru skorað á
útivølli.
Merkisvert er tað, at í 40
teimum fyrstu uppgerðunum
er tað bara eina ferð komið
fyri, at liðini eru farin av
vøllinum og áskoðararnir
til hús uttan, at í hvussu so
er annað av liðunum hevur
skorað mál. Fyrsti málleysi
javnleikurin var í Gundadali
mikukvøldið, tá ið B36 hevði
vitjan av GÍ.
Úrslitið, sum oftast er
komið fyri í 40 teimum
fyrstu uppgerðunum, er 1-
1. Hetta hevur seks ferðir
verið úrslitið. Næstflestar
ferðir hevur úrslitið verið 2-
1 og 2-0. Fýra ferðir hevur
heimaliðið vunnið 2-1, og
fýra ferðir hevur heimaliðið
vunnið 2-0.
Størstu sigarnir hava verið
við fimm málum. Einasti
sigurin higartil hjá Skála
var, tá ið teir á heimavølli
vunnu 5-0 á VB/Sumba.
NSÍ vann 6-1 á heimavølli
móti ÍF. Hetta er málríkasta
uppgerðin higartil saman við
heimadystinum hjá NSÍ móti
VB/Sumba. Tann uppgerðin
endaði 5-2.
HB hevur skorað flest
mál. Havnarmenninir hava
gjørt 22 mál, og tað er fimm
fleiri enn tey bæði liðini,
sum hava skorað næstflest
mál. KÍ og NSÍ hava fingið
17 mál í part.
Um undirhaldsvirðið verð
ur roknað út frá málunum,
so er eingin ivi um, at tað
er mest undirhaldandi, tá ið
VB/Sumba ella ÍF ella HB
eru annar parturin. Samlaða
máltalið í dystunum hjá
VB/Sumba er 34 (9-25),
hjá ÍF 34 (10-24) og hjá HB
33 (22-11). Út frá hesum
tummastokkinum eru minst
undirhaldandi uppgerðirnar
tær, har meistararnir úr
B36 eru annar parturin.
Samlaða máltalið í teimum
átta uppgerðunum, har B36
higartil hevur verið annar
parturin, er 19 (11-8).
Úrslitini og málmunirnir
kunnu sjálvandi eisini valdast
út frá, hvørji mótstøðuliðini
hava verið. Øll feløgini
hava spælt móti øllum uttan
einum. Sunnudagin verður
9. umfar á skránni, og tá
ið tað verður liðugt leikt,
hava øll spælt eina ferð
móti øllum, og so verður
fyrsti triðingurin liðugur
av 2006 kappingarárinum,
sum sambært støðutalvuni
bara gerst meiri og meiri
spennandi.
Sunnudagin verður skráin
í 9. umfari henda: Skála-
ÍF, B36-NSÍ, KÍ-GÍ, VB/
Sumba-EB/Streymur og
B68-HB.
Heimaliðið vinnur aðru hvørja ferð
Dysturin í Gundadali
seinasta mikudag er einasti
dysturin, har liðini eru farin
málleys av vøllinum
Mynd: Álvur