týsdagur 16. mai 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2006
Niels Egelund,
professari á Dan
marks Pædagog
iske Universitet
og flogskipari hjá
Atlantic Airways, og
Malene Rohde, som
u
leiðis flogskipari, gift
ust í Tindhólmi sum
tey fyrstu nakrantíð
Giftarmál
Lív Højsted Horsdal
liv@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð í søguni
hevur eitt par gift seg í Tind
hólmi. Hetta hendi leygar
dagin, tá Niels Egelund og
Malene Rohde lótu seg víga
í hjúnaband í Tindhólmi.
Niels Egelund hevur flogið
fyri Atlantic Airways í 15 ár
og hevur somuleiðis verið
flogovasti eitt tíðarskeið
fyrst í 1990’unum. Malene
Rohde er eisini flogskipari
og hevur flogið í Føroyum
í nøkur ár, tá Maersk Air
fleyg til Føroya.
Leygardagin avgjørdi par
ið so at gifta seg í Tind
hólmi:
- Eg var í Føroyum fyri at
kunngera Pisa-kanningina,
og tí hildu vit, at tað var eitt
frálíkt høvi at giftast nú,
sigur Niels Egelund.
Ferðalagið fór við báti
út í Tindhólm fyrrapartin
leygardagin, og klokkan trý
giftist parið í yvir hundrað
ára gamla húsinum í Tind
hólmi. Sýslumaðurin úr
Sørvági, Regin Jespersen,
vígdi parið, og tvey vitni
skrivaðu
undir.
Eftir
vígsluna gleddist brúðar
parið saman við vitnunum
og sýslumanninum við
sjampanju og leskiligari
kransakøku, ið varð gjørd
til høvið. Seint seinnapartin
legði ferðalagið leiðina aft
ur til Sørvágs, har lítið gildi
varð stáplað á beinini, og
Jørgen Niclassen greiddi
frá Tindhólmi og spældi
brúðarvísuna á klaveri.
- Tindhólmur hevur altíð
verið nakað heilt serligt fyri
okkum bæði. Sjálvur havi eg
flogið uppi yvir Tindhólmi
seinastu 15 árini, og Malene
hevur flogið til Føroya fyri
Maersk Air eitt tíðarskeið.
Tí var tað heilt ótrúligt at
uppliva Tindhólm so nær.
- Eitt satt kærleiksævintýr
og harafturat eitt stórfingið
upplivilsi, greiðir Niels Ege
lund frá.
Upprunaliga kom hugskot
ið til giftarmálið hjá Nielsi
Egelund og Malene Rohde
fyri um einum ári síðani, tá
Niels Egelund helt sín 60
ára føðingardag:
- Eg og Malene sótu og
prátaðu um, at tað hevði
verið stuttligt at gift okkum
eitt serligt stað, har eingin
annar hevði gift seg áður.
Og so kom Tindhólmur
bara av sær sjálvum sum
eitt gott boð, sigur Niels
Egelund at enda.
Magni Arge, stjóri hjá
Atlantic Airways, heldur,
tað er ótrúliga stuttligt og
romantiskt, at Niels Ege
lund og Malene Rohde hava
gift seg í Tindhólmi:
- Vit hava verið sera glað
um at samstarva við Niels
frá fyrsta degi av, og eg
ynski teimum báðum hjarta
liga til lukku við giftar
málinum, sigur Magni Arge
í stuttari viðmerking.
Niels Egelund og Malene Rohde:
Giftust í Tindhólmi
- Her stendur parið uttan fyri yvir hundrað ára gamla húsið
í Tindhólmi. Um eina lítla løtu skulu Niels og Malene vígast í
hjúnalag av sýslumanninum, Regini Jespersen.
- So var stundin komin til at skriva undir vígsluváttanina. Og
síðan skuldu vitnini somuleiðis vátta hjúnalagið.
- Eftir vígsluna gleddist brúð
arparið saman við vitnunum
báðum og sýslumanninum
við sjampanju og leskiligari
kransakøku, ið varð gjørd til
høvið
- Sólin skein av tí fagrasta, og bert okkurt lítið lot var í Tind
hólmi, tá ástir runnu saman leygardagin. Her stendur nýgifta
parið framman fyri Tindhólmi í regnklæðum og heitum klæðum
- Á middegi var farið út í
Tindhólm við báti. Hóast
umstøðurnar ikki vóru
tær somu í Tindhólmi
leygardagin, eins og til eitt
sokallað »vanligt brúdleyp«,
hevði Malene ikki gloymt
at fingið sær eina vakra
brúðarbukett við hvítum
rósum og liljum