týsdagur 16. mai 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 93 - 16. mai 2006
Nú stendur summarið
av álvara fyri duru
num. Í gjár á middegi
fingu vit eina greiða
fyriboðan um hetta,
tá fyrsti útlendski
stuttleikabáturin
legði at í Vágsbotni í
Havn
Stuttleikabátur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Eg hitti Walter Dölling
og Eckhard Kirschner, ið
báðir eru úr Týsklandi, í
Vágsbotni á middegi í gjár.
Eg forvitnaðist eitt sindur,
men lítla løtu seinni høvdu
teir longu lokkað meg við
ein túr í bátinum. Eg fór
við, og vit sigldu út um
molan.
Walter Dölling og Eck
hard Kirschner eiga báðir
stuttleikabátin. Teir eru pen
sjóneraðir og hava tískil
góða tíð til at hugna sær og
ferðast, har vit vilja:
- Tað er fantastiskt at
hava tíð til at ferðast við
stuttleikabáti okkara, eru
teir báðir á einum máli um.
Stuttleikabáturin hjá Wal
ter Dölling og Eckhard
Kirschner er 11 metrar lang
ur, fimm metrar breiður og
vigar átta tons. Báturin er
frá 1984, men teir hava
keypt hann fyri fýra árum
síðani, bygt hann út og
keypt nýggja útgerð:
- Vit eru komnir úr Týsk
landi og hava ferðast í 13
dagar við báti okkara fyri at
koma til Føroya. Tó steðg
aðu vit eina nátt í Onglandi,
siga Walter Dölling og Eck
hard Kirschner og skoyta
uppí, at teir altíð hava havt
sera stóran áhuga í Norður
londunum:
- Føroyar hava somuleiðis
bergtikið okkum sera nógv.
Áðrenn vit komu higar,
høvdu vit einans sæð mynd
ir av landinum og vildu
avgjørt síggja oyggjarnar
við okkara egnu eygum.Vit
hava vitjað fleiri oyggjar
– eitt nú vóru vit í Klaksvík
og royndu nýggja og framúr
góða undirsjóvartunnilin
hjá tykkum. Um eina løtu
fara vit víðari til Íslands
og Grønlands, siga Walter
Dölling og Eckhard Kirs
chner.
Eftir ein góðan hálvan
tíma sigldu vinmenninir
báðir meg inn aftur til Vágs
botn. Hjálpu mær lagaliga
av bátinum og søgdu blídl
iga farvæl.
Summarið stendur fyri durunum:
Fyrsti stuttleikabáturin í Vágsbotni
Fyrsti útlendski stuttleikabát
urin legði at í Vágsbotni í
Havn í gjár. Stuttleikabáturin
hjá Walter Dölling og Eckhard
Kirschner er 11 metrar langur,
fimm metrar breiður og vigar
átta tons. Báturin er frá 1984,
men teir hava keypt hann fyri
fýra árum síðani, bygt hann
út og keypt nýggja útgerð