týsdagur 16. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2006
5
– Tað er heilt burtur
við at politikarar
skulu hava betri
pensjónir enn øll
onnur í samfelagnum
og tað, sum hendi í
farnu viku, kunnu
fólk ómguligt skilja,
heldur Karsten
Hansen
Eftirløn til
landsstýrismenn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er heilt burturvið,
at politikarar skulu hava
eina nógv betri eftirlønar
skipan enn øll onnur í
samfelagnum.
Tað heldur Karsten Han
sen, sum er formaður tjóð
veldisfloksins í almennum
lønarmálum.
Hann sigur, at politikarar
eru ein partur í samfelagnum
og teir eiga at vera solidariskir
við øll hini í samfelagnum.
– Tí eiga politikarar held
ur ikki at lóggeva niður í
sín egna lumma og geva
sær sjálvum eina eftirlønar
skipan, sum er nógv betri enn
nakar annar í samfelagnum
hevur.
Karsten Hansen sigur,
at tað var eisini orsøkin til
at hann sýtti fyri at broyta
eftirlønarviðurskiftini hjá
landssýrismonnum, tá ið
hann sjálvur sat á kassanum
í fíggjarmálaráðnum og løg
tingið hækkaði lønirnar og
eftirlønirnar hjá løgtings
monnum.
Og tað er eisini orsøkin til,
at hann var ímóti, at løgtingið
nú hækkaði eftirlønina hjá
landsstýrinum, beint áðrenn
tað fór í summarfrí.
Løgtingið hækkaði í farnu
viku eftirlønina hjá lands
stýrismonnum. Men tað varð
gjørt við afturvirkandi kraft
frá 1998 at rokna. Tað merkir,
at allir landsstýrismenn,
sum eru valdir síðani 1998
koma undir skipanina og hjá
teimum landsstýrismonnum,
sum sita nú, verður 1998
brúkt sum grundarlag.
Sostatt
hevur
eisini
Karsten Hansen fingið ágóð
an av hesum, tí hetta ger, at
hansara egna eftirløn hækkar
munandi.
-Tað irriterar meg út um
alt mark, tí eg haldi at tað er
skeivt. Tað er ílagi, at vit fáa
løn í okkara arbeiði, men tá
ið ið vit fara úr politikki, eru
vit vanligir borgarar aftur á
jøvnum føti við øll onnur. Og
tá ið vit bjóða okkum fram í
politikki, kenna vit treytirnar
og tað er heilt órímiligt, at vit
bøta um treytirnar aftaná, at
vit eru komin upp í politikk
til okkara egna fyrimun –og
tað við afturvirkandi kraft
afturat.
Annars hækkaði Løgtingið
lønirnar hjá løgtingslimum
síðst í nítiárunum, men
Karsten Hansen sigur, at tað
var ikki við hansara vilja, tí
hann var ímóti tí.
Men nú kemur so eitt
løgting fleiri ár seinni og
sigur, at eg skal hava eftirløn
fyri tey seks árini, eg havi
sitið í Landsstýrinum og tað
smakkar mær ómetaliga illa.
– Eg fái tað ikki at sam
svara, at vit skulu biðja
fakfeløg vísa hógv og sam
felagssinni, samstundis sum
vit sjálvir hækka okkara
egnu lønir og okkara egnu
eftirlønir munandi.
Skulu hava skipað
viðurskifti
Karsten Hansen ásannar,
at vit skulu hava skipað
viðurskifti á økinum og í so
máta er tað rætt at javntseta
eftirlønina hjá løgtingslimum
og landsstýrismonnum.
– Men at lóggeva við
afturvirkandi kraft til frama
fyri seg sjálvan og ein heilt
lítlan bólk í samfelagnum, er
grundleggjandi skeivt.
Hann vísir á, at øll onnur
í samfelagnum brúka yvir
30 ár av sínum arbeiðslívi
til at koma upp á hægstu
eftirløn.
– Tí dugi eg ikki at
síggja nakað rímiligt í, at
landsstýrismenn og løgtings
formaðurin skulu koma upp
á fulla eftirløn longu eftir átta
árum og vanligir løgtingsmenn
eftir bara 16 árum.
– Sostatt hava politikarar
eina munandi betri eftir
lønarskipan enn nakar annar
í samfelagnum og tað er heilt
órímiligt at vit skulu hava ein
nógv betri eftirlønarskipan
enn tey, sum vit liva ímillum
í samfelagnum.
Framsøgumaður tjóð
veldisfloksins staðfestir
eisini, at nógvir politikarar
hava eina merkiliga støðu
til spurningin um lønir og
eftirlønir til politikarar.
– Tá ið spurningurin var
uppi seinast fyri einum
trimum árum síðani, beint
áðrenn hendan samgongan
kom til, legði Jóannes Eides
gaard dent á, at javnaðar
flokkurin fór aldrin at
hækka eftirlønirnar hjá
landsstýrismonnum, fyrrenn
eftirlønirnar hjá øllum øðrum
samfelagsbólkum var fingin
í rættlag. Tá fall málið.
– Og tá ið lønirnar hjá løg
tingslimum vórðu hækkaðar
fyri einum átta árum síðani,
var tað formansskapurin,
sum legði uppskotið fyri
Løgtingið. Men tá var tað
eitt ófrávíkiligt krav frá
sambandsfloksins umboði
í formansskapinum, at tað
skuldi ikki leggjast fram,
fyrrenn allur formans
skapurin varð samdur.
– Tað endaði eisini við,
at formansskapurin varð
samdur og eisini sambands
floksins umboð skrivaði
undir at leggja tað fram.
– Men tá ið sambands
flokkurin hevði tryggjað
sær, at uppskotið kom á
Løgting, spældi hann fríspæl
og atkvøddi ímóti.
– Og nú málið um eftir
lønirnar hjá landsstýr
ismonnum var fyri í farnu
viku, kundi sambandsflokk
urin felt uppskotið vissi hann
vildi, men hann atkvøddi
blankt og syrgdi fyri, at tað
varð samtykt, sigur Karsten
Hansen.
Karsten Hansen
heldur, at tað er skeivt
at politikarar hava
rætt til at áseta sínar
egnu lønir. Hann
mælir tí til, at ein
serlig nevnd verður
sett at finna útav,
hvussu politikarir
skulu lønast
Politikara-lønir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ikki rætt, at politik
arar hava heimild til at áseta
sína egnu løn.
Tað
heldur
Karsten
Hansen, talsmaður fyri
tjóðveldisflokkin í lønar
málum.
Hann heldur at tað er
skeivt, at politikarar skulu
hava tann framíhjá rætt fram
um øll onnur í sam felagnum,
at teir kunnu lóggeva um,
hvussu lønir og eftirlønir hjá
politikarum skulu vera.
Nú hava politikarar akk
urát hækka eftirlønina hjá
landsstýrismonnum við
afturvirkandi kraft til 1998
og tað helvur talsmaður tjóð
veldisfloksins vera eitt gott
dømi um, hvussu óheppið
tað er, at politikarar hava
hendan rættin.
– Tað er vónleyst at fáa
fólk at skilja slíka framferð,
samstundis sum teirra egnu
eftirlønarviðurskfti eru aftur
útsigld. Hetta kunnu fólk ikki
skilja, leggur hann afturat.
Tí skjýtur Karsten Hansen
upp, at ein serlig nevnd verður
sett at finna útav, hvussu lønin
hjá politikarum skal ásetast
frá nú og frameftir.
– Vit áttu at latið tað farna
verið farið og einans hugt
frameftir, tí tað er ómøguligt
at forsvara, at politikarar
lóggeva til sín sjálvs við
afturvirkandi kraft
Hann mælir tí til, at ein
nevnd við einum umboði úr
hvørjum flokki verður sett
at útgreina málið og hendan
nevndin skal so kunna kalla
teir serfrøðingar á fund, sum
hon hevur brúk fyri.
Hetta er tað, sum eitur ein
grein 25 nevnd á politikara
máli.
Annars heldur hann, at tað
er ymiskt at fáa í rættlag.
– Ein trupulleiki er, at
tað er ásett við lóg at lands
stýrismaður skal vera løntur
í 38. lønarflokki. Tað merkir,
at lønir er nokk so fastlæst
og tað er skeivt.
Karsten Hansen sigur,
at tað førir til, at nógv
embætisfólk í almennu
umsitingini eru betri lønt
enn landsstýrisfólkini, sum
hava evstu ábyrgdina.
– Tá ið eg kom í Landsstýrið,
var tað bara aðalstjórin,
sum fekk hægri løn enn
eg sum landsstýrismaður.
Men síðani samráddust
tænastumenninir seg fram
til betri løn og tá ið eg fór
úr landsstýrinum vóru tað
eini fimm, seks leiðarar í
umsitingini, ið vóru betri
løntur enn eg var, hóast eg
hevði ovastu ábyrgdina.
– Somuleiðis hevur løg
mansstjórin væl hægri
løn enn sjálvur løgmaður,
hóast løgmaður hevur evstu
ábyrgdina og løgtingsstjórin
hevur
betri
løn
enn
løgtingsformaðurin.
Hann heldur, at skal lønin
ásetast eftir ábyrgdini, er
hetta eitt sindur ivasamt og
tí eigur ein nevnd at verða
sett at fáa endaliga greiði á
øllum hesum viðurskiftum.
Karsten Hansen brýggjar seg
ikki um at fáa í posa og sekk
- Tað ber illa til at biðja fakfeløg vísa hógv og samfelagssinni,
samstundis sum vit sjálvir hækka okkara egnu lønir og okkara
egnu eftirlønir munandi, sigur Karsten Hansen, talsmaður
tjóðveldisfloksins í almennum lønarmálum
Politikarar skulu ikki sleppa
at lóggeva niður í sín egna lumma
Karsten Hansen mælir til at ein serlig nevnd verður sett at útgreina, hvussu lønirnar hjá
politikarum skulu ásetast í framtíðini